Skriva út

Ungdómskórið: Møta so trúliga upp til venjing

06.11.2014 Tíðindi
Ungdómskórið: Møta so trúliga upp til venjing

Tað kom helst óvart á mong, tá eitt føroyskt ungdómskór vann eina altjóða kórkapping í summar.
Henda kappingin varð hildin í Italia, har tað eydnaðist songfuglunum í nýggja ungdómskórinum í Gøtu kirkju at gerast nummar 1.
Fyri kórleiðaran, Símun Hammer, ið eisini er urguleikari við Gøtu kirkju, kendist tað sera gott at vinna.
- Eg hevði sjálvur roknað við, at vit fóru at klára okkum nokkso væl, og kanska gerast ímillum 3-4 tey bestu. Vit høvdu eisini satsað mest uppá rytmiska bólkin, og mín sann um vit ikki vunnu, segði hann eftir góða úrslitið.


UPPTØKA
Sjálvur duldi Símun Hammer ikki fyri, at ætlanin er at kórið skal gera seg galdandi í Evropa og helst liggja í toppinum millum kór í okkara heimsparti.
Hóast hetta so hevur kórið eisini eina funksjón innan føroyskt kirkjulív. Og tí er kórið eisini at hoyra, tá gudstænastur og onnur tiltøk eru í Gøtu kirkju.
Hetta slapp kirkjufólkið í Gøtu enn einaferð at uppliva, tá kórið sang fleiri sangir við eina gudstænastu her seinasta sunnudagin í oktober..
Og fyri hyggjararnar kring landið var hetta eisini gott høvið at hoyra bæði sálmasang, ta nýggju urguna og ungdómskórið við eina og sama gudstænastu.
Kringvarpið var nevniliga til staðar við gudstænastuna, har Jógvan Fríðriksson, biskupur prædika. Tað er eisini haðani at myndirnar av kórinum stava.

TÝDNING FYRI KOMMUNUNA
Ungdómskórið varð stovnað á heysti 2011 og hevur soleiðis trý ár baki.
Umframt luttøku við gudstænastur í Gøtu kirkju, hevur kórið sungið til eina røð av tiltøkum, gudstænastum og konsertum, og umrøðurnar hava altíð verið positivar.
Eisini úr Eysturkommunu, sum Gøta er partur av, verður sagt at ein her fegnast um ungdómskórið.
- Kórið má metast at hava sera stóran týdning fyri ungdómsarbeiðið her í Eysturkommunu og bygdunum rundanum, verður sagt haðani.
Í kórinum eru um 20 sangarar, sum trúliga venja og syngja í hesum einasta ungdómskórinum í nakrari føroyskari kirkju.


Les seinni:
Magnus í Grund: - Kórið er sum ein familja fyri meg