Skriva út
Una (12 ár): - Eg má venja hvønn einasta dag
14.09.2017 Tíðindi
ORGUL: ”Drotning ljóðføranna” verður mangan tikið til, tá prátið fellur inn á eitt kirkjuorgul.
At tað er so, kemst fyrst og fremst av, at eitt orgul kann framleiða so nógvar og ymiskar klangir – frá teim djúpastu til teir hægstu, og kann haraftrat spæla í ymiskari styrki, frá tí veika ljóðinum til tað brúsandi.
Eitt orgul hevur altíð verið brúkt sum ljóðføri í kirkjuni, tí tað er vælegnað at spæla upp ímóti stóra rúminum, - og tí at orglið spælir tað sama sum kirkjufólkið syngur við hjálp av luft.
Eingin dugir at ímynda sær eina gudstænastu uttan brúsandi orgultónleik. Tað er ein sjálvsagdur partur av einihvørjari gudstænastu.
Tað er hesum veruleika, sum tann bert 12 ára gamla Una Michaelsen úr Kunoy stendur yvir fyri, tá hon við jøvnum millumbilum setir seg frammanvert tangentarnar og omanfyri fótpedalirnar á orglinum í heimbygdini, ella við stóra orglið í Christianskirkjuni í Klaksvík. Tá er tað hon, sum stýrir drotning ljóðføranna!
- Eg havi gingið til orgulspæl í 2,5 ár hjá Jóhannu Johannesen, organisti í Klaksvík. Og tað dámar mær sera væl, sigur Una.
Í farnu viku hevði hon ikki færri enn tvey høvi at lata onnur hoyra, hvussu væl hon í roynd og veru kann handfara, bæði eitt stórt orgul og eitt minni orgul.
- HON SANNFØRDI MEG
Una Michaelsen er nevniliga ein av orgulnæmingunum í Urguskúlanum hjá organistinum við Christianskirkjuna.
Saman við vinkonuni, Rannvu Andreassen (sum sæst sitandi aftanfyri hana á myndini) hava tær fingið holla undirvísing í hesum serstaka ljóðførinum seinastu árini. Meðan Rannvá hevur spæl í fleiri ár, er Una ein nýbyrjari í so máta.
Tað eru seks ár síðani Rannvá byrjaði at ganga til orgulspæl.
- Tað var faktist hon, sum fekk at gera tað sama sum hon, greiðir Una frá.
- Rannvá fortaldi mær frá, hvat hon gjørdi. Og tá eg helt, at tað ljóðaði áhugavert, vildi eg eisini sleppa at spæla.
180 FÓLK LURTAÐU
Týsdagin í farnu viku – tað er: 5. september – sluppu Una og Rannvá enn einaferð at royna seg sum organistar í Christianskirkjuni.
Tá skipaði Marjun Lómaklett, prestur fyri eini skrúvugudstænastu, har altso tær báðar spældu ávikavist præludium og postludium fyri eini 180 fólkum í øllum aldri.
Kvøldið eftir var avbjóðingin enn størri: Nú skipaði prestur fyri eini pitsa-gudstænastu í Kunoyar kirkju – tað vil siga, at nú skuldu tær báðar spæla til eina gudstænastu fyri bygdarfólki teirra.
- Jú, eg eri eitt sindur nervøs. Men tað man fara at ganga, segði Una beint áðrenn gudstænastan byrjaði, har eini 100 fólk vóru samankomin.
- Eg fari bara at gera mítt besta!
Aftaná gudstænastuna, meðan pitsa'irnar gliðu niður um í Bygdarhúsinum í Kunoy, kundi kirkjufólkið og bygdarfólkið bara staðfesta, at her spældu tveir ungir organistar, sum ein kann vænta sær nógv av í framtíðini.
VENJA OG VENJA
Tað er altíð spennandi at fylgja við hjá ungum tónleikarum – um teir megna at halda fast við dreym sín, um at gerast enn betri at spæla uppá teirra ljóðføri.
Bæði Una og Rannvá eru samdar um, at skal ein koma víðari við tónleikinum, er neyðugt at venja, venja og aftur venja. Og tað gera tær so sanniliga eisini.
- Eg má venja hvønn einasta dag – umleið ein hálvan tíma um dagin, greiðir Una frá.
Nógvur góður orgultónleikur er gjørdur, og nógvir sálmar verða sungnir aftur og aftur. Tað er tó serliga ein sálm, ið Unu dámar væl.
- Eg haldi, at sálmurin ”Bert ein dag” er sera góður, sigur hon at enda.
Orð: Snorri Brend
Onnur tíðindi