Skriva út

Umvæla Ónagerð: Prestur flutti suður um ánna at búgva

05.10.2018 Tíðindi
Umvæla Ónagerð: Prestur flutti suður um ánna at búgva

Seinastu níggju árini hevur verið arbeitt við at dagføra nógvar av teimum íalt 20 prestagørðunum kring oyggjarnar.

Sambært upplýsingum frá Landsverki eru fimm teirra umvældir hesi árini. Og nú stendur so ein av teimum eldru prestagørðunum undir umvæling og dagføring, nevniliga tann meiri enn 150 ára gamli prestagarðurin á Viðareiði – í dagligari talu nevndur prestagarðurin í Ónagerði.

Arbeiðið byrjaði fyrr í ár, og fer helst at taka ein stóran part av komandi ári eisini.
Tað menn vita um, er prestagarðurin í Ónagerði bygdur í 1854. Hann stóð klárur hjá presti at flyta inn í stutt undan jólum hetta árið.

EGNAÐIR SUM BÚSTAÐIR
Umvælingarnar av prestagørðunum er gjørt í samstarvi millum Føroya Stiftsstjórn og Landsverk.

Vert at er leggja merki til, at føroyska fólkakirkjan varð yvirtikin á ólavsøku 2007. Longu tá var greitt, at fleiri av prestagørðunum vóru í sera ringum standi.

Um hetta mundið vóru 19 prestagarðar kring oyggjarnar. Síðani er ein bygningur keyptur aftrat til bústað, - í nýggjasta prestagjaldinum, sum eitur Suðurstreymoyar norðara prestagjald, við heimstaði í Hoyvík.

Ein veruleiki var longu tá, at neyðugt var við serstøkum tiltøkum, um allir hesi mongu prestagarðarnir skuldu liva upp til at vera bústaður hjá presti.

Eftir at danska fyritøkan Bascon á heysti 2008 sýnaði 18 av prestagørðunum og gjørdi eina frágreiðing um støðuna, var lagt til brots í 2009 við at umvæla prestagarðin í Todnesi á Sandi.

JÁTTAN TIL VIÐLÍKAHALD
Tað kostar sjálvandi sítt at umvæla og dagføra prestagarðarnar. Dagføringin er partvís fíggjað av játtanini til viðlíkahald hjá Landsverki og partvís av Føroya Stiftsstjórn.

Byrjaði var sum nevnt í 2009 í Todnesi, har ein millum annað høvuðsumvældi prestagarðin innan. Hetta arbeiðið vardi fram til 2012.

Um somu tíð – frá 2011 til 2013 – var prestagarðurin á Brekku í Klaksvík høvuðsumvældur uttan, meðan ein árið eftir fór undir Biskupsgarðin í Havn, sum fekk eina høvuðsumvæling bæði innan og uttan.

Í 2015 var prestagarðurin á Eiði høvuðsumvældur, og í fjør og í ár hava teir tikist við at umvæla prestagarðin í Kvívík. Hann var høvuðsumvældur innnan, eins og nýggj vindeygu og kvistar vóru gjørdir.

Næstur á skránni er so prestagarðurin á Viðareiði, sum nú fær eina høvuðsumvæling. Meðan arbeitt verður er sóknarpresturin, Jóannes Purkhús fluttur inn í eina íbúð í kjallaranum í missiónshúsinum á Viðareiði at búgva.

HØVUÐSBYGD
Tað var upprunaliga Kofod prestur, sum í 1854 bygdi henda prestagarðin sum nú stendur uppi her í Ónagerði.

Prestasetrið her er gamalt. Sambært søgubókunum var Skadritt Jørundsen útnevndur til prest her 19. juli í 1541. Menn meta tí, at hann helst hevur búð í bygdini.

Men sambært søgukøna frásøgumanninum, Dánjal Lydersen á Viðareiði, hevur prestur neyvan altíð búð sunnari megin Løksaránni, ið líkasum klívur bygdina í tvey - suðureftir og norðureftir.

- Ein veit ikki, nær prestur flutti yvir um ánna – altso suðureftir - at búgva. Hann hevur helst búð uppi í Válgaranum ella á Flatabakka, ið liggur omanfyri Brekkumørk, greiðir Dánjal frá.

Eftir støddini á Roykstovuni og gomlum grundarsteinum í kjallaranum at døma, kundi verið líkt til, at prestahúsini hava staðið her á somu grund, um vit samanbera við eina uppteljing frá 1721.

- Hinvegin kunnu tey saktans hava staðið her undan tí eisini. Longur aftur í tíðini verður trupult at siga nakað neyvt, uttan hetta, at prestasetrið helst var her.

- Viðareiði var høvuðsbygdin upp til umleið 1870-80. Søgumenn eru nokk so einigir um, at í Klaksvík var tað ikki í gomlum døgum, sigur Dánjal Lydersen.

(Seinni venda vit aftur til hesa umvælingina. Vit fara tá at hitta teir ið standa fyri umvælingini, fyri at fáa meiri at vita um, hvussu líðir, og hvat teir serliga leggja seg eftir at gera undir eini slíkari dagføring).

Orð/mynd: Snorri Brend