Skriva út

Umvæla Hósvíkar kirkju: Tíðarætlanin fer ikki at halda

13.10.2014 Tíðindi
Umvæla Hósvíkar kirkju: Tíðarætlanin fer ikki at halda

Tey, ið hava koyrt framvið Hósvík hesar seinastu mánaðirnar hava sæð, hvussu menn hava arbeitt við at dagføra og umvæla kirkjuna í bygdini.
Millum umvælingar sum skulu gerast, er at byggja nýtt torn. Frammi í kór og uppi á loftinum skal rúmið víðkast, eins og gólvið í kirkjuni og takið skal skiftast. Og so skal eitt vesi gerast í forkirkjuni.
Ætlanin var frá byrjan av, at alt arbeiðið skuldi verða liðugt í desember í ár – helst til 3. sunnudag í advent – tá kirkjan kundi hátíðarhalda 85 ára dag sín.
Tíðindaportalurin in.fo visti herfyri at siga, at arbeiðið við at umvæla kirkjuna hevur gingið striltið seinastu tíðina, men nú er gongd komin á aftur.
Hetta kann tó ikki vika tann veruleika, at kirkjan verður ikki liðug í hesum árinum.
- Sum støðan er nú, sær tað ikki út til, at tíðarætlanin fer at halda, sigur Signheðin Davidsen (myndin), formaður í Hósvíkar kirkjuráði í samrøðu við in.fo.
Tað er fyritøkan Børkin, ið stendur fyri umvælingini av kirkjuni.

INNILOKAÐ 1. DESEMBER
At støðan er vorðin soleiðis - at arbeiðið ikki verður liðugt til tíðina - harmast Eyðstein Jacobsen, stjóri í Børkini, sum vera man um.
Ymiskar orsøkir eru til tess, - ikki minst tí arbeiðið er broytt nakað í mun til upprunaligu ætlanirnar.
- Tá broytingar skulu gerast, skulu bæði arkitektur og kirkjuráð spyrjast eftir. So vit hava til tíðir bíðað eitt sindur eftir hvørjum øðrum, sigur hann við in.fo.
Teir miða nú eftir at fáa alt innilokað fyri 1. desembur, so at kirkjan er tøtt, meðan teir gera restina av arbeiðinum.

1927 ella 1929?
Hósvíkar kirkja varð vígd 15. desember í 1929 av Jákupi Dahl, prósti.
Tað serstaka við byggingini av kirkjuni er, at hon upprunaliga skuldi standa liðug í 1927.
Hetta sæst á árstalinum, ið bílagt varð, tí har stendur 1927, og eisini á fyrstu klokkuni.
Men spakuliga gekk við byggingini, tí lítið var til av pengum. Ikki fyrrenn í 1928, tá Løgtingið endiliga játtaði studning, kom ferð á byggingina.
Í desember árið eftir - 3. sunnudag í advent í 1929 – varð kirkjan vígd.

(Mynd:kvf.fo)