Skriva út

Umsorgan og umhugsan

03.01.2019 Tíðindi
Umsorgan og umhugsan

So hava vit fingið eitt nýtt ár við 365 ”tómum” døgum. Dagar, sum fara at koma við nøgdsemi og gleði, og dagar, sum vit vildu ynskt ikki komu, men liva teir skulu vit.

Við ársskiftið eru ofta nógvar hugleiðingar at lesa og hoyra, frá kendum og ókendum. Vit hugsa aftur og minnast, hvat var gott og hvat var minni gott í árinum, sum fór. Tí tað er stórt, onkursvegna, at pakka eitt ár burtur og fáa eitt annað at liva.

Tað kollektiva er burtur, ístaðin eru vit einstaklingar. “What’s in it for me?” “Because I’m worth it”… Hvat fái eg burturúr? Onkursvegna hava vit sett okkum í miðdepilin fyri alt, og har er ofta torført at vera.

Samskiftið í dag ger, at vit beinanvegin síggja ófriðin í Kina ella jarðskjálvtan í Iran. Eg kann skriva til eitt systkinabarn, senda mynd til New Zealand og fáa eina mynd aftur beinanvegin.

Heimurin liggur víðopin. Fyrr ráddi tað um at finna ein maka, seta fót undir egið borð, fáa arbeiði, har mann var í 30 ár, lærdi at seyma blóðpylsu frá mammu sínari og brúka súrdeiggj, og kanska fara eina ferð uttanlanda hvørt fimta ella sjeynda ár. Ein ferð,sum var løgd til rættis leingi, og tað tók langa tíð at sigla til Danmarkar.

Hatta er ein farin tíð. Vit hava ymsar mátar at liva saman ella einsamallur m/k, maki 1 ella maki 2 og ælabogafamiljur. Í dag ber til at broyta kyn við heilivági, við skurðviðgerð og løgfrøðiliga, og maður, sum ikki føldi seg um 64 ára gamlan, vildi hava føðiárið broytt, so hann stóð at vera 48 ár. Nógv er broytt, og tað setir nýggjar avbjóðingar til menniskjað í dag.

Vit skulu helst ikki keypa fýrverk, tí tað dálkar umhvørvið og ræðir djórini, ikki keypa ballónir á Ólavsøku, tí missir tú hana upp í loft, so verður umhvørvið dálkað, ikki flúgva ella eta kjøt, tí tað dálkar eisini umhvørvið. At lita hár og negl er vandamikið, og sum skilagóður heimsborgari so keypir tú ikki nýggj klæðir, men gevur tíni víðari og keypir ella fær brúkt toy at fara í. Vaskipulvur, suttir, ljós og toy hava ymisk frámerki, sum siga tær, um hetta er ”grønt” og vandaleyst at brúka.

Fiskur og seyður eru full av heilivági, og læknar viðmæla, at tú skalt heldur renna aftaná seyðinum enn eta hann og eta tað sama sum seyðurin, nevniliga gras.

Og í kjalavørrinum av okkara góða stríði fyri javnstøðu detta fólk niður ímillum og fara at ivast í, hvussu mann fær samband við hitt kynið.

Vit verða indigneraði og kenna okkum gingin ov nær javnt og samt. Gamlir sangir fáa sinnið í kók, vit taka tykni av og eru so viðbrekin og sjálvsentreraði, at vit enda sum lívleys, ósjarmerandi menniskju, sum eru súr og tvitin.

Maturin er vandamikil, og tí eru nógvar máltíðir nakað, sum best skal etast skjótt. Tíggju nakkar, sum skovla matin inn í munnin til tíggju andlit, sum tú fyrr prátaði við og flenti saman við.

Vit kunnu ikki bakka aftur, hóast Brinkmann heldur, at vit skulu bakka inn í 2019, so vit síggja, hvaðani vit eru og hvørji virði vit hava, heldur enn at venda okkum móti tómum døgum og bert síggja okkara egna nasatipp.

Hvør tíð hevur sítt, bæði av tí góða og tí minni góða. Og vit geva lyftir hesa tíðina, sum næstan bara snúgva seg um vekt, sigarettir ella eginnýtslu. Onkur segði, at hann hevði lovað at gera lívið betri hjá sínum børnum, og ja, so kann mann aftur spegla sær í teimum – okkara projektbørnum.

Kanska vit oftari skuldu roynt at ”gloymt” okkum sjálvi og hugt yvir á hitt menniskjað. Gloymt allar diagnosur uppá sorg og væntandi eydnukenslu, lisið fleiri bøkur og tíðarrit og funnið aftur til samanhangin og heilar setningar heldur enn status uppdateringar, tí minst til: YOLO

Tað er mennandi og tølandi at kenna ein samanhang, nøvn á fólki og hendingum, sum hava verið, tí vit standa øll á herðunum hjá ættarliðum, sum undan eru farin.

Og eins og Skaparin evnar tað skapta, teg og meg, og viðhvørt broytir og byrjar umaftur, so Hann fær sum best burturúr, soleiðis kunnu vit eisini gera, og ikki vera so náðileys, tá nakað miseydnast, men siga ”ok, eg royni aftur”.

Hóast hetta tekur tíð og sýnist meiningsleyst, so ger tað, tí lívið er løtur.

Orðini hjá donsku drotningi “omtanke og eftertanke” eru góð nýggjársorð!