Umsitingarligar broytingar í Fólkakirkjuni
Í longri tíð hevur verið arbeitt við at fremja broytingar í umsitingini hjá fólkakirkjuni.
Umsitingarligu uppgávurnar eru vorðnar meiri umfatandi við árunum, serliga í dómpróstaembætinum, sum umframt at umsita tær tyngru fíggjarligu uppgávurnar fyri fólkakirkjuna, eisini hevur havt embætisuppgávur.
Nú er avgjørt, at hesar uppgávur skulu býtast í eina fíggjarsúlu og eina embætissúlu, har dómprósturin varðveitir tær tyngru fíggjarligu uppgávurnar, kirkjusýn og bókaforlagið hjá Fólkakirkjuni, meðan ein nýggjur próstur skal setast at taka sær av embætisuppgávum. Hesar umhandla millum annað eftirlit við kirkjubókum, starvsfólkarøkt og strategisk mál hjá fólkakirkjuni.
Somuleiðis skulu dómprósturin og dómpróstafulltrúin, sum hava skrivstovu í prestagarðinum í Essalag, flyta inn í Biskupsgarð í J. Paturssonargøtu seinni í vár.
Sostatt verður øll umsitingin í fólkakirkjuni savnað á einum stað.
Trýst á fyri at síggja størri mynd.