Skriva út
UG til kirkjuráðslimir
11.03.2013 Tíðindi
Í 1995 hendi tað frambrotið í føroyskari kirkjusøgu, ið eftir mínum tykki hevur havt alstóra jaliga ávirkan á føroyskt kirkjulív. Tað árið varð Felagið fyri Kirkjuráðslimir stovnað. Ynski var greitt og eittans, at boðskapurin um Jesus kundi hava góð kor og góðar karmar í føroysku fólkakirkjuni.
Áðrenn felagið varð stovnað, høvdu vit í føroysku fólkakirkjuni einki forum, har vit regluliga og eftir skipaðum viðurskiftum kundu samskifta um kirkjulig mál. Tess vegna er torført at meta týdningin av felagnum ov høgt.
Felagið hevur ment seg og er í stigvísari menning. Felagið er t.d. ein partur av kirkjuliga fylgibólkinum, ið samskiftir við politiska myndugleikan um kirkjulig mál.
Seinasta vikuskiftið var so tann árligi aðalfundurin. Nógv mál vórðu tikin upp til viðgerð, størri og smærri mál. Nøkur mál fingu drúgva umtalu, onnur nevnd við navni og staðfest.
Tað heilt stóra, ið er hent síðani 1995, er, at kirkjuráðslimir duga at føra síni sjónarmið fram. Eingin vreiði, eingin beiskleiki og eingin ósemja.
Viðhvørt lesa vit í bløðunum, at ósemja valdar innan kirkjugátt. Tað er mangan eitt misvísandi orð, tí ósemja er eitt neiligt orð, ið minnir um stríð ella ein rokfund. Hinvegin er samtala, samskifti og skipað kjak nakað jaligt og lívsneyðugt.
Ósemja! Nei, soleiðis er tað als ikki, tá ið kirkjuráðslimir fundast. Eyðvitað eru ymiskar áskoðanir, - men rok er als einki. Alt í góðum anda, ja næstan í sátt og semju. Alt fer siðiliga fram, tí kirkjan nemur okkara felags kærleika.
Kirkjuráðslimir megna at vera í sama rúmi í einum góðum og gevandi anda, hóast ymisk sjónarmið eru til eitt og sama mál. Limirnir duga sera væl at viðgera málini, og á hesum sinni var tað fyrimyndarligt. Fyri at enda við eini mynd frá leikvøllinum: Øll føru eftir bóltinum, og eingin fór eftir kvinnuni. (k/m).
Orð: JF.
Mynd: Torfinn Jacobsen
Sí fleiri myndir
Onnur tíðindi