Skriva út

Tvær umsóknir til Eiðis prestagjald

16.01.2019 Tíðindi
Tvær umsóknir til Eiðis prestagjald

Eftir meira enn 35 ár í kallinum sum sóknarprestur í Eiðis prestagjaldi fer Emil Olsen frá, tá ið juni mánaður er liðin. Emil Olsen hevur røkt embætið við ídni, nærlagni og trúfesti.

Farin úr embætinum kemur Emil Olsen at virka sum stiftsprestur. Hann verður knýttur at biskupinum og honum til tænastu.

Nú umsóknarfreistin var úti í dag, vóru tveir umsøkjarar til embætið. Kirkjuráðini taka støðu til umsóknirnar í næstum. Nýggi presturin tekur ætlandi við kallinum 1. juli 2019. Tað er landsstýriskvinnan í kirkjumálum, ið útnevnir sóknarprestin.

JF