Skriva út
Tvær nýggjar úgávur av Sálmabókini, SFK.
29.06.2015 Tíðindi
Komnar eru tvær nýggjar útgávur av Sálmabók Føroya Kirkju (SFK).
Leingi hevur verið bíðað eftir tí miðalstóru útgávuni av Sálmabókini. Nú er hon komin. Støddin á sálmatekstinum er tann sama sum í tí stóru sálmabókini við teksti til sunnudagarnar.
Miðalstøddin fæst bert í svartari permu. Tann minna útgávan er at fáa bæði í svartari og hvítari permu.
Í báðum útgávunum er eisini Bønarbók og Nøkur skriftorð til umhugsanar. Í minni útgávuni er eisini Luthers vegleiðing um morgun- og kvøldbøn.
Miðalstóra útgávan kostar kr. 220,- og minna útgávan kostar kr. 160,-.
Grunnurin Føroyskt Kirkjumál er útgevari.
Sálmabøkurnar kunnu keypast í bókabúðunum kring landið og í Bókamiðsøluni á Hjalla í Hoyvík.
Onnur tíðindi