Skriva út

Túsund ár síðan dóp Ólavs heilaga

21.10.2014 Tíðindi
Túsund ár síðan dóp Ólavs heilaga

Ein hending, sum verður hátíðarhildin ikki bert í Noregi, men eisini í Rouen í Fraklandi, har kongurin varð doyptur í dómkirkjuni. Ólavur hevur verið roknaður sum verndarhalgimenni føroyinga og ber sóknarkirkjan í Kirkjubø navn hansara

Pól á Kletti
poulkletti@hotmail.com

Í ár eru liðin túsund ár síðan Ólavur kongur heilagi varð doyptur í dómkirkjuni í Rúðuborg (Rouen) í Fraklandi. Ein hending, sum skuldi fáa alstóran týdning fyri siðmentanina í Norðurlondum og í Norðureuropa. Vit kunnu tala um eina tíðarvend.
Og komandi ár eru liðin túsund ár síðan nýdoypti kongurin kom heim til Noregs og lendi á oynni Selju – oyggj Skt. Sunnivu.
Í hesum sambandi eru bæði í Noregi og í Fraklandi tiltøk á skránni til minnis um kristnu skírn Ólavs Haraldssonar. Í Konserthøllini í Stavanger varð 17. september fyrstaframførsla av oratoriinum »Dópur Ólavs Heilaga«. Sama oratorium hevur verið framført í Notre Dame-dómkirkjuni í Rúðuborg og í Saint Clotilde-kirkju í París nú í oktober.
Við Ólavsoratoriinum varð sjøtul settur á konsertferðina á vesturlandi Noregs, har Ólavur byrjaði lívsgerning sín. At farið var í Skt. Clotilde-kirkju í París er tí, at í París fingu fýra av teimum fyrstu seks biskupunum í Niðarósa útbúgving sína – teir, sum skuldu halda fram við verki Ólavs.
Í 2015, tá túsund ár eru liðin síðan Ólavur kongur kom aftur til Noregs, er ætlanin at gera konsertferð um øll Norðurlond við Ólavsoratoriinum umframt til York í Onglandi, Dublin í Írlandi o.s.fr.
Navn Ólavs er knýtt at mongum støðum, so ferðin kann gerast drúgv.
Sóknarkirkjan í Kirkjubø er nevnd Ólavskirkjan eftir Ólavi heilaga. Á runda toppstykkinum á stólarvanga úr kirkjuni er skurðmynd av konginum, ið roknaður var sum verndarhalgimenni føroyinga. Um høvur kongs er dýrdarljómi, og sum vanligt er á ólavsmyndum, heldur hann eini langskeftari øks í høgru hond og jarðaraknøttin – ella ríkiseplið – í vinstru. Í 1033 sigst fyrsta kirkjan hava verið vígd Ólavi í Konstantinopel (Miklagarði), har keisaraliðið var mannað við norskum hermonnum. Og hann er myndaður á eini súlu í Føðingarkirkjuni í Betlehem. Ólavskirkjan í York – tann fyrsta av 30 í Onglandi – er bygd í 1050 og framvegis í nýtslu. Í Svøríki vóru fleiri kirkjur vígdar Ólavi enn tjóðarhalgimenninum Skt. Eiriki.
Nú aftur til Ólavsoratoriið. Librettuna hevur Dordi Glærum Skuggevik skrivað, tónleikin Ole Karsten Sundlisæter, sum eisini stjórnar kórinum. Teksturin er skrivaður á latíni, fronskum, íslendskum og nýnorskum. Tónleikurin fevnir um eitt túsund ára tíðarskeið, frá kirkjutónleiki á døgum Ólavs heilaga til nútíðar fjølbroyttu tónlist. 200 norskir, íslendskir og franskir sangarar manna kórið. Tað er Norsk Orgelfestival í Stavanger, ið stuðlar undir Ólavsoratoriinum saman við ymsum mentanarstovnum, kirkjum og staðbundnum felagsskapum.
Ólavsoratoriið verður eisini framført í sambandi við, at norska grundlógin í ár er 200 ár. Hon hvílir á gamla norska kristinrættin eins og fronsku grundlógina, ið spratt úr bylting Fraklands seinast í átjandu øld.

Høvuðstættirnir í kongsverki Ólavs

»Rex Perpetuus Norvegiae« – »Ævigi kongur Noregs« verður Ólavur heilagi nevndur. Eingin annar kongur hevur havt so stóran týdning fyri Noreg og tess gomlu atlond sum hann.

Ólavs kongs minni í 900 ár
higar dró oyggjalands fjøld.
Tróndar og Sigmundar lúðrar og vápn
brutu her eldgamlan sið,
Ellindur lýsti á Tinganes hátt
tingsins og kirkjunnar frið.

Soleiðis yrkir Poul F. Joensen í songi sínum »Tórshavn, tú Føroya lands miðstøða var«. Tað var hin 29. juli 1030, at Ólavur heilagi fall í bardaganum á Stiklastøðum, og hesin deyðadagur hevur í Føroyum alt síðan verið hildin – fyrst sum ein kirkjuligur hátíðardagur, seinni eisini sum tinghald og síðan sum tjóðarhátíð í rúmari merking. Og tá sum nú hevur Havnin verið meginásurin í navni Ólavs, ið dró oyggjalandsfjøldina til sín.
Hvør var Ólavur, og hvat gjørdi hann? Hann var kongaborin, føddur 995, sama árið sum Ólavur Trygvason kom aftur til Noregs. Hann var ættaður frá Haraldi hárfagra, og sum so mangir í teirri ættini hevði hann góðar gávur og sjáldsom evni. Foreldrini vóru Haraldur Grenski, kongur í Ringaríki, og Ásta Guðbrandsdóttir. Og tíðliga var hann mentur, tí ikki meira enn tólv ára gamal fór hann í víking, og lagsbrøðurnir góvu honum longu tá kongsnavn. Hann var í víking í nøkur ár, bæði fyri eystan og fyri vestan, mest í Onglandi og grannalondunum har; og hann var millum teir fremstu í hernaði.
Í 1014 kemur hann til Rúðuborgar í Normandínum og dvaldist har. Teir, sum har ráddu fyri borgum, vóru sjálvir ættaðir frá norðbúgvum. Um hetta mundið ráddi víða hvar – serstakliga í Normandínum – ein sterk andlig rørsla við nýggjum kristligum lívi. Ein rørsla, sum sprottin var úr víðagitna klostrinum Cluny í Burgund, og hon hevði allar staðir, har hon vann fram, sterka ávirkan á fólk. Her spurdist høg mentan. Undangongumenn í Normandínum vóru Rikard, hertogi í Rúðuborg, og bróðir hansara Robert, erkibiskupur. Lívið her veik í mongum lutum frá tí harðrenda og áleypandi atburði, sum eyðkendi víkingalívið. Hin ungi Ólavur var hugtikin av hesum, og her í Rúðuborg tók hann við kristnari skírn.
Hann hevði hugsað um at gera eina ferð til Jorsalalands, men meðan hetta var í umbúnað, droymdi hann eina náttina, at maður kom til hansara og segði: »Far heimaftur til óðal tín, tí tú skalt vera Noregs kongur allar ævir.« Úr jorsalaferðini spurdist einki, men hesin dreymur kom at leggja ein serstakan dám á allar søgur um Ólav sum »æviga kong Noregs«.
Um várið 1015 fór Ólavur aftur til Noregs. Í ferðini við honum vóru millum aðrar biskuparnir Rudólvur úr Rúðuborg og Grímkil úr Onglandi. Teir lendu á oynni Selju, og tá ið teir komu upp á land, gleið Ólavur í móruni og søkk niður. »Nú datt eg,« helt hann fyri. »Tú datt ikki, kongur, nú festi tú fót í Noregi,« helt ein av fylgismonnum hansara fyri. »Tað kann so vera, um Gud vil,« segði Ólavur.
Heimkomin visti Ólavur, hvat hann vildi. Alt Noreg skuldi savnast í eitt ríki, og tann kristna siðmentan, hann hevði nomið í útheimi, skuldi eisini ognast egna fólki hansara.
Hesir báðir høvuðstættirnir eyðkenna alt kongsverk Ólavs: at bjarga Noregi frá fíggindum bæði innlendis og útlendis og savna og sameina og kristna fólkið.

Ólavur fellur á Stiklastøðum

Gomul og nýggj siðmentan vóru skjótt í hornatøkum. Tað er sum tikið verður til í Tróndarkvæði: »Trúgvir eru mangar til, / hvør hevur fyri seg sjálvan; / eingin skiftir trúnarorð, / sum hann skiftir bjálvan«. Smátt gekk at vinna fram, mótstøðan var sterk, nógvar fíggindar vann Ólavur sær, so at hann at enda noyddist at flýggja eystur til Garðaríkis (Russlands).
Nakað harðrendur kundi hann sjálvur eisini vera – ein bardagakallur, ið ikki fór fram við mýkindum. Men gjøgnum líðing og stríð mýktist hann og búnaðist, so at kristindómsins andi meira og meira fekk ræði á honum sjálvum.
So kom hann heimaftur úr Garðaríki og stóð á Stiklastøðum í stríði fyri sína søk og fyri Guds søk, og har legði hann lívið á, bert 35 ára gamal. – Løgið, at tað vóru bøndur, ið bóru vápn ímóti Ólavi, tí tað var teimum, hann mest vildi hjálpa; hann vildi ikki, at hin ríki og múgvandi skuldi kúga hin fátæka undir seg. Men bøndurnir vóru sendir í bardagan av teimum stórmonnum, sum høvdu givið seg í tænastu hjá Knúti danakongi, og tí vóru tað – soleiðis sum Tórmóður kolbrúnarskald kvað um bardagan – »donsk vápn«, sum vóru borin móti Ólavi kongi á Stiklastøðum.
Bóndaherurin vann siður, men har var eingin sigursgleði um tað, sum hent var. Tvørturímóti kom óhugnaður og illteri á fólkið. Og brátt var alt umskift, tí um alt landið fóru tey at tala um, at Ólavur var ein góður og heilagur maður. Nú ið hann var farin, birtist fyri teimum tað mál, hann hevði livað fyri, stríðst fyri og var deyður fyri. Og angur kom á tey; eitt hitt besta dømið um hetta er, at Tórir hundur, ið gav kongi banasár, gjørdi pílagrímsferð til Jorsalalands at fáa bót fyri synd sína.
Og bert eitt ár eftir, at Ólavur var fallin, stevndi mikil mannfjøld til Niðarósa, har Grímkil biskupur og Einar tambarskelvir standa uppi yvir líkinum av konginum og lýsa hann heilagan. Og alt fólkið tekur undir.
Líkið varð sveipað í silki og lagt í skrín, sum var sett á háaltarið í Klæmintskirkjuni. Yvir ta sandgrøvina, sum líkið í fyrstani hevði ligið, varð bygt eitt kapell.

Ólavsøkan felagsbandið

Tá ið Ólavur kongur var lýstur heilagur maður, var tað so skjótt, at ólavsøka varð hildin honum til minnis. Og alla miðøld var henda hátíð tann størsta í norsku kirkjuni.
Ólavsøkudagur var ein av teimum halgidøgum, sum nevndur varð »nónheilagir«, tað er at siga, at hildið var heilagt frá nóni dagin fyri. Og náttin millum 28. og 29. juli (sjálvan ólavsøkudag) var ein vøkunátt, tá ið tey hildu gudstænastu í kirkjuni alla náttina. Slík náttargudstænasta varð kallað ‘vigilia’ ella ‘vaka’, ‘vøka’. Av hesum stavar navnið ‘ólavsøka’, sum í roynd er ‘ólavsvøka’.
Í øllum hesum hátíðarhaldi var Niðarósi meginásurin, ið fólk gingu um. So nógv fólk leitaði til Niðarósa, at hann gjørdist týdningarmesti pílagrímsstaður í Norðurlondum. Siður var, at skrínið við Ólavi heilaga varð borið út úr kirkjuni við ‘konungstekjur’, tað er at siga tá nýggjur kongur tók við valdi. Og í einum føroyskum sambandi er ikki burturvið at nevna, at tá Henrik Kalteisen, erkibiskupur, fyrsta hvítusunnudag 1453 steig á land í Niðarósa, varð hann fagnaður av prestaliðinum úr dómkirkjuni í skrúðgongu við ólavsskríninum. Tað er hesin Henrik Kalteisen, ið við avritum sínum hevur tryggjað tær týdningarmestu skrivligu heimildir úr miðøld, sum vita nakað at siga um føroyska biskupssætið í Kirkjubø.
Siðurin at halda ólavsøku datt líðandi burtur allar staðir – uttan í Føroyum. Í sambandi við 900 ára dagin fyri falli Ólavs heilaga á Stiklastøðum 1930 kom Varðin út í serstøkum minnisriti, har Jákup Dahl, próstur, í grein um ólavsøkuna m.a. segði hesi orð:

»Nógv er í landi okkara, sum skilir sundur. Fólkið býr spjatt í oyggjum og avbygdum, firðir og fjøll skilja og byrgja, og sundurlyndið er sterkt í fólki okkara. Ólavsøkan hevur hildið saman. Frá gamlari tíð eru tey úr øllum bygdum komin til Havnar á ólavsøku, til ting og stevnur, til fundir og samkomur, til leikir og ítróttir, til dans og skemtunar, til at hitta vinir og frændur. Ólavsøkan hevur verið ein samkomu- og samfelagstíð hjá fólki okkara; hon hevur staðið sum eitt merki um, at vit hoyra øll saman og eiga at vera eitt sameint fólk. Tann týdningur kann illa metast, sum ólavsøkan á henda hátt hevur havt fyri fólk okkara gjøgnum tíðirnar sum tað felagsband, sum bant fólkið saman; og hetta hevur havt sín stóra týdning fyri mál okkara, fyri kvæðini, dansin, søgurnar, okkara heimligu siðir, alt okkara føroyska fólkalív.
Men uppi yvir øllum hesum stendur kirkjan. Ólavsøkudagur hevur allar tíðir verið ein kirkjuligur hátíðardagur. Hann er ein ‘krossmerktur dagur’. Okkara gamla Løgting, sum altíð hevur verið hildið í Havn – í elstu tíðum á Tinganesi, seinni á øðrum støðum – var í fyrstuni vígt í Tórs hamri, men síðan er tað signað av hinum heilaga krossi.«

Og enn kennist her dunin av hini heilagu skírnini í Rúðuborg fyri túsund árum síðan og av vápnabrestinum á Stiklastøðum fyri meira enn 980 árum síðan. »Fram, kristmenn, krossmenn, kongsmenn!« ljóðaði herrópið hjá monnum Ólavs á Stiklastøðum hin 29. juli 1030. Hesi orð skulu minna okkum á, at vit sum eitt sameint fólk í trúskapi og samhuga røkja og verja land okkara – at kristna krossmerkið stendur uppi yvir starvi okkara.
Enn verður tingið sett ólavsøkudag og enn ganga tingmenn og prestar í skrúðgongu úr tinginum og innar í kór í Havnar kirkju, sum nú er dómkirkja Føroya, og eftir gudstænastuna aftur í tingið. Og prestarnir skiftast um at prædika ár eftir ár.
Samferðsluviðurskiftini eru seinastu árini so nógv broytt, at nú er koyrandi til Havnar úr øllum pørtum av Føroyum uttan Sandoy og Suðuroy, so at størri fjøld av fólkinum nú hevur betri atstøður at vera við í tjóðarhátíðini. Burtur úr rúgvuni av tiltøkum á ólavsøku annars kann nevnast midnáttarsangurin, tá einir 12.000 glaðir ólavsøkugestir savnast í heimsins størsta kóri.
Eingin annar dagur er so dýrmettur í fólki okkara og goymir so nógv av søgu okkara.

(MYND)

Sóknarkirkjan í Kirkjubø er nevnd Ólavskirkjan eftir Ólavi heilaga. Á runda toppstykkinum á stólarvanga úr kirkjuni er skurðmynd av konginum, ið roknaður var sum verndarhalgimenni føroyinga. Um høvur kongs er dýrdarljómi, og sum vanligt er á ólavsmyndum, heldur hann eini langskeftari øks í høgru hond og jarðaraknøttin – ella ríkiseplið – í vinstru