Skriva út

Tummas Jacobsen, prestur, farin, 87 ára gamalur

18.02.2013 Tíðindi
Tummas Jacobsen, prestur, farin, 87 ára gamalur

Tummas var 87 ára gamalur, nú ið hann doyði 1. s. í føstu um kirkjutíð.

Tummas var føddur 05.07.1925 í Sandvík sum elsta barn í seinni giftu hjá Jákup á Hólum(Jacobsen), keypmanni í Sandvík, og eisini seinnu giftu hjá Marin Sofíu úr Geilargarði í Skúgvi.

Tey vóru 3 samsystkin, Tummas, Kathrina og Richard, sum var stýrimaður og sjólætst á Kappanum við Hans Hedtoft. Eftir á lívi av teimum trimum er nú bara Kathrina, sum var gift við Kjartani hjá Johan Stóra(Johannessen) og býr í Sandvík.

Tummas var sum so nógvir aðrir av sóknarprestunum í Føroyum gamalt-málsligur studentur á Rønde Kursus 1952, tók guðfrøðiligt embætisprógv á lærda háskúlanum í Keypmannahavn 1960, hjálparprestur frá august 1962 hjá navnframa bygdarmannin Johan Chr. Nielsen, fyrrv. fólkatingsmanni, í Norðoya vestara prestagjaldi og sóknarprestur har frá 1965 til 1973, tá ið hann flutti til Danmarkar at vera sóknarprestur í Vedsted(1073-76), Endelave(1976-1981) og Sommersted(1981-1995).

Tummas var hjúnavígdur í Finderup kirkju 28.12.1962 Karen Mariane Lervad Knudsen, og eiga tey 3 synir, Jákup, Anders og Richardt.

Sum fráfarin prestur búðu Tummas og Karin í Øster Lindet í Suðurjútlandi, har ið nógvir føroyingar hava vitjað tey og notið stóra blíðskap teirra. Tummas var málkønur maður og dugdi sera væl at orða seg á góðum føroyskum Sandvíks- og Skúvoyarmáli.

Orð: NPD