Skriva út

Trygdin í hásæti – raðfestið heilsuna!

11.03.2020 Tíðindi
23des18_00Q0949.jpg

Almennu myndugleikarnir hava staðiliga heitt á borgarar landsins um at taka heilsulig atlit, nú coronavirus ger um seg.

Fólkakirkjan tekur áheitanina frá landsins myndugleikum í størsta álvara. Tað er alneyðugt, at vit øll somul vísa samfelagsligt atlit hvør móti øðrum. Almenna tilráðingin er galdandi alt virksemi, ið fólkakirkjan fevnir um, bæði í kirkjunum og samskiftinum annars.

Kirkjuligu myndugleikarnir hava í dag viðgjørt støðuna, hvussu vit á skynsaman hátt kunnu vera við til at darva útbreiðsluni av smittuni. Tað er okkum umráðandi, at virksemi í kirkjunum tekur atlit at vitjandi, so trygdin er í hásæti hjá ungum og eldri, ja øllum viðskiftafólki okkara.

Vit koma tætt uppá hvønn annan, tá ið vit eru til gudstænastu ella aðrar kveikjandi løtur í kirkjuni. Frástøðan er stutt, tá ið vit sita á somu brík ella vitja Harrans borð og fara til altars. Eisini standa vit mangan tætt saman í skipinum ella í forkirkjuni, eftir at gudstænastan er liðug.

Tað berandi virksemið í kirkjunum verður, sum støðan er beint nú, smávegis tillagað verkligu umstøðunum. Gudstænasturnar vera sum vanligt, men vit hava mett tað skilagott at gera ávísar broytingar og eru fyrivarin heldur enn eftirsnarin.

Til tess at minka um smittuvandan verður mælt til serligt reinføri. Harafturat er avgjørt, at vit ikki fara til altars nú eina tíð frameftir til tess at økja um tryggleikan. Skilagott er tað, at vit ikki sita ov tætt hvør øðrum.

Trygdin verður neyvari skipað á staðnum, tí kirkjurnar eru ymiskar á so mangan hátt. Kirkjuráðini og sóknarprestarnir taka neyðug atlit at teirra kirkju og kirkjuliðnum.

Kirkjuligu myndugleikarnir fingu í dag holla fakliga ráðgeving frá serkønum fakligum myndugleika innan heilsuøki, og júst tað fakliga verður borið víðari til kirkjuráðini og prestarnar. Vit eru nú betur ílatin at handfara ta avbjóðandi støðuna, ið eisini er krevjandi á okkara norðurlendsku leiðum.

Felagið fyri Kirkjuráðslimir, Prestafelagið, Próstadømisráðið og Føroya Stiftsstjórn eru takksom fyri ta fakligu hjálpina, ið vit fingu í dag. Vit eru takksom fyri tað arbeiðið, ið verður gjørt av landsins myndugleikum og heilsuverkinum, okkum til vernd og bata.

Fólkakirkjan fylgir neyvt við tilráðingini frá landsins myndugleikum. Um myndugleikin metir tað neyðugt, verða ásetingar og tillagingar gjørdar í kirkjuni so hvørt. Kunnað verður um viðurskiftini.

Tórshavn 11. mars 2020

Uni Næs, dómpróstur

Jógvan Fríðriksson, biskupur