Skriva út

Trúgv

26.10.2017 Tíðindi
Trúgv

Í hesum døgum minnast vit Martin Luther og reformatiónina. Hann og hansara lív varð ein fyrimynd fyri menniskjunum tá og teimum sum komu aftaná. Hava vit nakrar fyrimyndir í dag? Hava vit brúk fyri nøkrum fyrimyndum? Eru tað politikkarar ella ítróttarstjørnur, tónleikarar ella sjónleikarar ? Gera tey ein ævigan mun í okkara tilveru?

Í dag eru vit onkursvegna einsamøll mitt í øllum tí sosiala meldrinum. Alt okkara lív í dag snýr seg um verkætlanir, og um vit eydnast ella ikki er bert mín ábyrgd. Eg eri hægsti instansur í mínum gerandisdegi. Guð er horvin, og trúgvin á ein Guð er horvin. Eg trúgvi á vistfrøði, á eina samanrenning av steinum, rósubløðum og einglum. Eg seti mína trúgv saman, sum eg vil. Riggar onki og eg knógvi undir byrðini, so kann eg keypa meg fátæka í sjálvhjálparbókum, sum siga, hvussu tú skalt liva og finna betri útgávuna av tær sjálvari. Og vit eru takksom fyri alt, sum samfelagið bjóðar okkum: kanningar, screeningar, DNA testir, tryggingar, trygdarskógvar, bjargingarbelti, uppsparingar og hitapumpur.

Fyrr so høvdu menniskjuni bert eitt Guðs orð við á vegnum til mannin, sum fór til útrógvar ella niður í bjørgini ella til kvinnuna, sum skuldi vandamiklu ferðina at eiga barn. Í dag seta vit orð á alt.
”Trýrt tú, at nakað er størri og máttmiklari enn tú? Trýrt tú, at nakað er, sum tú ikki kanst skilja við tínum viti og skili?”
”Tjaaa”, svara fleiri, meðan tey kenna seg illa við av spurninginum. ”Jú, eg trúgvi, at okkurt er millum himmal og jørð, sum er til”.
”Ok, men kanska er tað ”okkurt” Guð?

Luther var munkur. Hann segði ella helt seg trúgva. Men alt ruggaði ikki rætt. Tá, sum í dag í 2017, gav mann pengum størsta ans. Pengar góvu møguleikar og myndugleika. Við pengum fingu menniskju ræði á menniskjum, so tey enntá hildu, at tey kundu greiða vegin inn í ævigu sæluna. Men alt, sum er virðismikið, lív og kærleiki, verður givið okkum. Hvat kunnu vit geva aftur? Ússaligar, jarðiskar pengar? Tíð er pengar, og tú ert tín botnstrika. Sig mær, hvat tú eigur, og eg skal virða teg hareftir. Vit eru so von við hugburðin ”nakað fyri nakað”. Luther sá, at her var ikki kærleiki og umsorgan, og alt og øll vóru á skeivari kós. Við tómum hondum fann hann náðiga Guð. Ikki var neyðugt at sláa platt ella krónu við Guð, tí hann sá, at Guðs náði var har. Náði eitur enntá á upprunamálinum gratia og merkir ókeypis.

Sagt verður, at størsta lukkukensla, sum til er, er tá menniskjan hómar ljósið og skilur, at vit eru partar av størri samanhangi.

500 hundrað ár síðani og so í dag, í 2017. Og kærleikin, lívsins kelda, rennur enn…