Skriva út

Trúbótarsetningar Luthers 500 ár

05.05.2016 Tíðindi
Trúbótarsetningar Luthers 500 ár

Í sambandi við, at tað í oktober næsta ár eru liðin 500 ár síðan Martin
Luther festi sínar 95 setningar á slotskirkjuhurðina í Wittenberg, hevur
føroyska fólkakirkjan sett nevnd at fyrireika hátíðarhald her á landi

Pól á Kletti


poulkletti@hotmail.com

Næsta ár eru liðin 500 ár síðan Martin Luther festi sínar 95 setningar á slotskirkjuhurðina í Wittenberg og trúbótin sostatt varð sett á lunnin.

Føroyska fólkakirkjan fyrireikar hátíðarhald í hesum sambandi.

Tað var leygardagin 31. oktober 1517, at Luther við skjalarullu undir armi og við hamara og naglum í hond fór niðan trappuna til dyrnar í slotskirkjuni í Wittenberg.

Føroya Stiftsstjórn hevur sett eina 500 ára hátíðarnevnd, har Uni Næs, dómpróstur, er formaður. Í nevndini eru umframt: Jákup R. Hansen, lektari í kirkjusøgu, Meinhard Bjartalíð, prestur, og Maria Jørdal Niclasen, prestur.

Í Danmark var Niels Henrik Ahrendt, fyrrverandi biskupur í Haderslev, valdur at standa á odda fyri 500 ára hátíðarhaldinum har, men fyri knøppum ári síðan doyði hann. Í hansara stað er valdur Karsten Nissen, fyrrverandi biskupur í Viborg.

Ein skaðiligur handil

Tað var í høvuðsheitum avlátshandilin, ið fekk Luther at ressast og skriva nevndu setningar. Um hetta mundið bygdu teir Pæturskirkjuna í Róm. Kirkjan var ógvuliga dýr og Leo pávi X setti í verk umfatandi avlátssølu í Suðureuropa og í Týsklandi.

Johan Tetzel – ein kendur dominikanari – stóð fyri hesum »heilaga handlinum« í nánd av Wittenberg. Tey, ið keyptu avlátsbræv, fingu fyrigeving fyri allar syndir sínar. Hesum vissaði Tetzel teim keypandi fyri við rímorðunum:

»Tá ið peningin tú í kistuna kastar,
úr reinsanareldi sálin sær hastar.«

Luther mótmælti hesum handli og segði hann vera skaðiligan og gudsspottandi. Eingin kundi keypa frelsu fyri pening. Tí festi hann á høvuðshurðina inn í slotskirkjuna í Wittenberg 95 latínskar setningar, har hann mótmælti avlátshandlinum.

Í hesum setningum skrivar Luther m.a., at alt lívið eigur ein og hvør at bøta fyri misgerðir sínar, og at ein og hvør iðrandi syndari fær fulla fyrigeving uttan avlátsbræv.

Leo pávi X stevndi Luther at møta á ríkisdegi í Augsburg 1518, har hann varð biðin um at taka aftur tað, hann hevði skrivað. Men tað gjørdi Luther ikki.

»Sola Scriptura«

Rættargongdin móti Luther varð seinkað. Keisaraval og uttanríkispolitiskir spurningar vóru eisini á skránni, men í 1519 fór stríðsfúsi gudfrøðiprofessarin Johannes Eck í hólmgongu við Luther.
Eck legði í einum orðaskifti Luther undir at hava mistulkað pávaveldið sum menniskjaskapt. Segði hetta vera eina husistiska ranglæru. Til hetta svaraði Luther, at hann tók undir við Johan Hus, og at kirkjufundurin í Konstanz, har Hus varð dømdur at vera brendur á báli 6. juli 1415, hevði borið seg ófyrigeviliga skeivt at við dómi sínum. »Bert í Bíbliuni er einki at finnast at – hon er fullkomin,« segði Luther. Orð, ið síðan hava verið eyðkenni fyri luthersku-evangelisku læruna: »Sola Scriptura« ‒ »skriftin eina«.