Skriva út

Tríggjar umsóknir til kallið í Vestmanna

25.07.2013 Tíðindi
Tríggjar umsóknir til kallið í Vestmanna

Sóknarpresturin í Vestmanna røkir bæði Norðstreymoyar og Vága prestagjald. Tænastan er javnt býtt millum prestagjøldini. Kallið er serligt, tí sóknarpresturin er hirði hjá 13 kirkjusóknum, harav 8 eru í Norðstreymoy.

Í hesum báðum prestagjøldum eru 4 sóknarprestar. Í tølum er býtið millum Norðstreymoyar og Vága prestagjald ávikavist 2,5 og 1,5 ársverk.

Inga Poulsen Dam, ið røkti kallið í Vestmanna í 12 ár, varð sett í embætið sum sóknarprestur í Vága prestagjaldi 1. september 2012. Hetta seinasta árið hevur Marjun Bæk, prestur, røkt embætið í Vestmanna eitt skifti.

Eftir ætlan tekur nýggi presturin í Vestmanna við kallinum 1. september ella so skjótt sum gjørligt.

JF