Skriva út
Tríggjar ferðir Maria
06.02.2013 Tíðindi
Sunnudag seksagesima var ein góður og hugnaligur dagur. Løtan var bæði gleðilig og álvarsom, tí Maria Jørðdal Niclasen var sett í kall og embæti. Vónrík løta, góð ynskir og bøn á andans veingjum.
Gudstænastan var liðug, og fólkið heilsaði uppá nýggja prestin. Væl nøgd fóru fólk heimaftur. Teirra millum, ið vóru farin at húsum ella niðan á Hotel Norð til ein betri bita, vóru tveir fyrrverandi prestar í Ónagerði.
Nøkur av okkum stóðu eina løtu mitt í skipinum, og Meinhard Bjartalíð fekk tað ljósa hugskotið, at nú tríggjar kvinnur, ið bóru vakra navnið Maria og søguliga høvdu við Ónagerði at gera, vóru í kirkjuni, var løtan verd at avmynda, ikki minst tí Maria prestur var júst innsett í kallið.
So var gjørt, og tað gekk væl. Vit hildu hugskotið vera gott, ein mynd við myndevninum: Tríggjar ferðir Maria. Undirritaði nýtti nøkur orð, Meinhard segði nøkur orð, og alt var vakurt og skilagott, hildu vit sjálvur.
So hoyrdist ein spøk rødd siga: “Eg haldi, at tað er fýra ferðir Maria”. Øll undraðust, so var tøgn, og røddin helt fram: “Maria, móðir Jesu, er avmyndað á altartalvuni. Hon situr við Jesusbarninum í føvninginum.”
Tað var listakvinnan Sigrun Gunnarsdóttir, móðir Mariu prest, ið átti røddina. Listafólk síggja mangan tað, ið vit onnur ikki fáa eyga á ella taka sum eina sjálvfylgju. Men júst henda viðmerkingin gjørdi løtuna fullkomna.
Kvinnan til vinstru fyri prest er Maria Bjartalíð, ið var prestafrúa á Viðareiði frá 1998 – 2000.
Kvinnan til høgru fyri prest er Maria Eiriksdóttir, ið var prestafrúa á Viðareiði 1986 – 1992.
Orð: JF
Mynd: ANH
Sí fleiri myndir
Onnur tíðindi