Skriva út
Tríggir kirkjuvarðar
11.08.2016 Tíðindi
Hundrað og tjúgufimm ár eru liðin síðan prestarnir Emil Joensen og Gudmund Bruun vórðu bornir í heim og stórthundrað ár síðan Janus Øssursson, kórdeknur, varð borin í heim. Tríggir mans, ið fyrst og fremst høvdu stóran týdning fyri kirkjulív og felagslív millum føroyskar útisetar í Danmark, men eisini høvdu ávirkan á andligt lív og mentan í Føroyum
Pól á Kletti
poulkletti@hotmail.com
Á ólavsøku spurdist nógv rumbul av, at Merkið við umbýttari litsamanseting varð drigið á stong á almennum stovnum í Havn og í Keypmannahavn. Flagg við bláum krossi og reyðari rond. Eitt mistak, ið svenskt flaggvirki í bráðskundi hevði skuldina av.
Tveir dagar fyri ólavsøkudag – mikudagin 27. juli – vóru liðin 125 ár síðan upphavsmaðurin til føroyska flaggið – við reyðum krossi og bláari rond – var borin í heim, Emil Joensen, prestur við Mariukirkju á Vesturbrúgv í Keypmannahavn, ættaður úr Bø. »Emil Joensen teknað føroyska flaggið? Var tað ikki Jens Oliver Lisberg?« spyrja helst fleiri bilsin. Einki at undrast á, at mangur gerst skakkur, tí í út við hundrað ár hevur verið sagt, at J. O. Lisberg eigur flaggið. Emil Joensen var spakførur maður; gjørdi ikki nógvan háva um seg; at hóreiggja sær, lá avgjørt ikki hansara lyndi til.
Her verða ikki tiknir dagar ímillum. Tann sum vil vita meira, kann lesa grein í útisetatíðarritinum »Búgvanum« (1941-46), har Emil Joensen greiðir frá tilgongdini viðvíkjandi føroyska flagginum, ið fyrstu ferð varð borið alment fram í føstugangsveitslu í Føroyingafelag í Keypmannahavn 1919. Hann hevur eisini – havi eg frætt – greitt frá hesum í fyrilestri í Hinum føroyska Kristiliga Ungmannafelagnum í Keypmannahavn.
Annars hevði Virgar Dalsgaard í in.fo 27. juli (á heimasíðuni hjá Sosialinum) sína útlegging av leiklutinum hjá Emil Joensen.
Í ár eru liðin ávikavist hundrað og tjúgu fimm og stórthundrað (120) ár síðan tríggir føroyskir kirkjumenn vóru bornir í heim, sum fyrst og fremst høvdu stóran týdning fyri kirkju- og felagslív millum føroyskar útisetar í Danmark, men eisini høvdu stóra ávirkan á andligt lív og mentan í Føroyum.
Teir eru Emil Joensen, Gudmund Bruun og Janus Øssursson. Emil var ættaður úr Bø, Janus úr Havn. Gudmund var prestsonur, føddur í Jansagerði í Miðvági. Tó at hann ikki átti blóðsdropan føroyskan í sær, var hann alføroyskur í sinni. Var nógv saman við føroyingum í Føroyinghafelag í Keypmannahavn í studentadøgum sínum, og áhaldandi alla ævi sína talaði og skrivaði hann føroyskt og yrkti føroyskar sálmar og sangir.
Meðan gudstænastan enn var donsk í Føroyum var Gudm. Bruun fyrstur at skipa fyri fullfíggjaðari føroyskari gudstænastu í Skt. Ólavs Kirkjuliði í Keypmannahavn, stovnað í 1915.
Føroyskt og kristiligt
Vit skulu nevna tann elsta av hesum trimun kirkjumonnum fyrst. Emil Joensen var føddur í Bø 27. juli 1891, sonur Jens Paula Joensen, kongsbónda, og Mariu, f. Hansen, úr Vestmanna.
Emil Joensen var studentur fra Wedels Kursus í Keypmannahavn 1915 og tók gudfrøðiprógv í 1923. Hann var prestur við Mariukirku á Vesturbúgv í 37 ár. Har varð hann prestvígdur 27. apríl 1924 og sama ár settur í starv, fyrst sum búfastur kapellánur, síðan sum sum sóknarprestur, til hann fór frá fyri aldur í 1961.
Sum navn Gudmundar Bruun er knýtt at Skt. Ólavs Kirkjuliði, soleiðis er navn Emil Joensens knýtt at Hinum føroyska Kristiliga Ungmannafelagnum í Keypmannahavn. Her var hann ásurin millum føroyskan útisetaungdóm.
Í 25 ára minnisriti felagsins verður sagt frá stovnanini. Saman við m.a. Janusi Øssursson og Henriettu Hansen, helt Emil Joensen tørv vera á at savna føroyskan ungdóm, ið komin var til stórbýin, »til kristiligar fundir við móðurmálinum á heimligum grundarlagi.«
Hósdagin 7. november 1918 var so Hitt føroyska Kristiliga Ungmannafelagið í Keypmannahavn stovnað. Í endamálsgrein felagsins varð ásett: Høvuðssetningur felagsins er at vera miðpunkt, ið bindur føroyingar andliga saman til at hjálpa hvør øðrum til framburð og vøkstur í kristiligum lívi og til at fremja eitt ríkt og vakurt ungdómslív, Guds navni til æru, føðilandinum til frama.
Dentur varð lagdur á heitini »føroyskt og kristiligt«. Emil Joensen skrivar í 25 ára minnisritinum 1943:
»Her skal føroyskur ungdómur kunna kenna seg heima, tá ið hann kemur á fund. Her hittir hann landsmenn, og her kann hann tala móðurmálið og syngja sálmar og sangir á føroyskum máli; her hoyrir hann tankar settar fram á móðurmálinum um ymisk evni. Tí minst eina ferð um mánaðin verður so vítt møguligt talað av føroyingi um føroysk evni. Ungdómurin skal hava líkindi til at læra land sítt og livikor og viðurskifti fólksins at kenna. Kærleikin skal nørast til fólk og føðiland og mál okkara og uttan at lítisvirða annað fólk.«
Um kristiliga partin skrivar hann:
»Vit leggja størsta dentin á at savna fólk okkara um Guds orð, sang og bøn og kristiligan vitnisburð. Í minsta lagi eina ferð um mánaðin hava vit bíbiltíma ella kristiliga talu á fundi – umframt gudstænastu Gudmundar. Og hvør fundur verður endaður við andakt.«
Hetta var stavnhaldið, og í minningarorðum um Emil Joensen í Kirkjutíðindum nr. 11-12, nov.-des. 1975 sigur Ejvind Vilhelm, varabiskupur, at »mong føroysk foreldur kendu tað sum ein tryggleika, tá ið tey lótu ungdóm sín avstað – at tað var eitt tílíkt felag í stórbýnum, har teir kundu koma hvørt sunnukvøld og ikki ganga og vála í gøtunum.«
Ejvind Vilhelm, ið sjálvur sum studentur og gudfrøðilesandi kom nógv í Ungmannafelagið krígsárini 1940-45, sigur í nevndu minningarorðum, at ríkasta felagstíðin mundi vera undir seinna heimsbardaga. »Alt samband við Føroyar og næstafólk heima var kvett, og hetta bar sum vera man við sær, at føroyingar í útlegd kendu seg knýttar enn nærri hvør at øðrum,« sigur hann og heldur fram:
»Í KFUM-borgini í Rosenborggøtu komu vit saman í stórum tali, hvørt sunnukvøld. Vanligt var, at tvær stórar stovur vóru stúgvandi fullar, og ikki var tað so sjáldan, at tað gjørdist so trongligt, at flytast mátti í eina størri høll. Her kendu vit okkum heima, og hvørja ferð onkur hevði spurt tíðindi heimanífrá, vórðu tey borin fram í felagnum. Sagt verður, at ongastaðni kann ein koma at kenna seg so einsamallan sum í einum stórbýi; har yður av fólki, men tú kennir bert fá, og enn færri hava stundir ella umstøður at síggja nøkrum til góðar. Gerandisdagar hevur ein nóg mikið við at gera í sínum arbeiði, og sunnudagur í stórbýnum kann mangan tykjast langur. Tí gleddu vit okkum, at vit um kvøldið kundu fara í Ungmannafelagið.«
Emil kendi nógv fólk og nógv varð gjørt til tess at røkka so mongum føroyingum sum gjørligt við at bjóða teimum til fundir felagsins. Seðlasavn hevði felagið við navni og bústaði hjá mongum hundrað føroyingum. Og teimum varð send skrá við tiltøkum felagsins.
Ein neyðsyn
Hóast Emil Joensen ongantíð var prestur í Føroyum, kom hann kortini alla sína tíð sum prestur at virka millum føroyingar.
»Neyvan man eg taka ov nógv til við at siga, at eg veit ongan annan einstakling, sum fekk størri týdning fyri føroyingar uttanlendis, enn Emil Joensen,« sigur Ejvind Vilhelm.
Sum prestur í sókn á Vesturbrúgv hevði Emil Joensen nóg mikið at gera og ikki var tað altíð so lætt at arbeiða. Sjálvur sigur hann um arbeiði sítt:
»At arbeiðið [í Ungmannafelagnum] hevur kostað stríð og møði er sjálvsagt. Tað er frítíðararbeiði; ein stór sókn krevur allan sín mann og alla tíð og kreftir hansara. tað er bert avlopið – tað ið eftir var – ið kundi gevast til Ungmannafelagsins arbeiði. Tað er eyðvitað, at arbeiðið kundi verið gjørt nógv øðrvísi og betur, um meira tíð og kreftir høvdu verið til ráða. Vit hava gjørt, hvat vit hava kunnað. Men hevur slitið ikki verið lítið, so hava vit eisini havt nógva gleði av arbeiðinum. Nógvar góðar og ríkar stundir hava vit upplivað millum ungar landsmenn. [...] Jú, vit høvdu verið fátækari, um Ungmannafelagið ikki hevði verið.«
Drívmegina sigur Emil Joensen vera hesa: »Hví skuldu vit starvast fyri føroyskan ungdóm, um vit ikki vóru góðir við hann? Vit kundu latið verið. Tí neyvan: ‘Ein neyðsyn liggur á mær’ (Paulus).«
Umframt 25 ára minnisritið hjá Hinum føroyska Kristiliga Ungmannafelagnum í 1943, gav Emil Joensen í 1928 út Ungdómssangbók. Sjálvur umsetti hann fleiri sálmar og sangir.
Hann var nevndarlimur í Føroyingafelag í Keypmannahavn 1916-19. Formaður í Studentafelagnum 1921-22. Formaður í Ungmannafelagnum var hann frá 1920 og upp í ellisár.
Emil Joensen andaðist 2. november 1975.
Dani av ætt, føroyingur í sinni
Gudmund Bruun var borin í heim í Jansagerði í Miðvági 18. august 1891. Foreldur hansara Emil Bruun og Dora, f. Topp, vóru prestfólk har 1889-93. Í 1893 tók Emil Bruun við sum sóknarprestur í Suðurstreymoy við bústaði í Sandagerði, har Gudmundur sum smádrongur vaks upp.
Men longu seks ára gamal – í 1897 – fór hann úr Føroyum. Pápin hevði fingið embæti í Hasle á Bornholm, haðan hann í 1903 tók við starvi sum sóknarprestur við Christianskirkjuna í Keypmannahavn.
Barnaárini í Føroyum gloymdi Gudmund Bruun ongantíð. Kærleikin til landið og fólkið her hevði við sær, at hann alt lívið kendi seg sum føroying – fullkønur sum hann var í máli og mentan okkara.
Preliminerprógv tók hann í 1907 frá Den Classenske Legatskole og í 1909 tók hann studentsprógv frá Borgerdydskolen í Helgolandsgade. Hann fann beinanvegin saman við føroyskum studentum, og saman við teimum stovnaði hann í 1910 Hitt Føroyska Studentafelagið í Keypmannahavn.
Á sumri 1915 tók hann gudfrøðiligt embætisprógv við ‘laudabilis’ frá lærda háskúlanum. Størsta ynski hansara var at fáa prestastarv í Føroyum, men tað fekk hann ikki. Hann søkti og fekk hjálparprestastarv við Trinitatiskirkju (við Rundatorn) og varð prestvígdur 16. sept. 1916 av Sælands biskupi Haraldi Ostenfeld í Frúarkirkju.
Samstundis var hann lærari í Den Classenske Legatskole, har hann sum unglingi hevði gingið. Her var hann árini 1916-18. Hesa tíðina var hann í 1917 settur sóknarprestur í Vágum og Eysturoy.
Longu áðrenn hann varð prestvígdur, stovnaði hann á heysti 1915 Skt. Ólavs føroyska Kirkjulið í Keypmannahavn, sum hann við fyrimyndarligum trúfesti helt upp í meira enn fjøruti ár, og sum hann legði alla orku sína í, at Gud mátti leggja sína signing aftrat til mannafrelsu og Føroya frama.
Sóknarprestur í Svallerup á Sælandi gjørdist Gudmund Bruun í 1918 og fimm ár seinni í Hesselager á Fjóni. Í 1931 gjørdist hann harumframt próstur í Gudme og Vinding heraðum, samstundis sum hann í tíðarskeiðinum 1937-50 var amtsskúlapróstur í Svendborg.
Mong vóru boðini eftir honum og mong vóru álitisstørvini litin honum í hendi. »... alt, sum hann fór undir, varð røktað við umhugsan og sjáldsomum hegni og greidleika,« sigur Janus Øssursson í minningarorðum í Kirkjutíðindum nr. 11-12, nov.-des. 1956.
Føroyingar heiðraðu hann við at gera hann til heiðurslim í Føroyingafelag 1947. – Riddarakrossin fekk hann í 1941.
Gudmund Bruun var aldanskur av ætt, men alføroyskur í sinni, tá talan var um at fremja tað verk, sum munaði í føroyskari menningarsøgu. »Her skein hin forna dygdin trúskapurin við sonnum og føgrum skini. Álitismaðurin Gudmundur var í øllum lutum trúgvur sum trøllið,« sigur Chr. Matras í minningarorðum í Oyggjskeggja jan.-febr. 1957.
Skaldagávur hevði Gudmund Bruun sum fáur, og nógvir eru teir sangir og sálmar, sum fólk okkara hevur sungið og kannað sær, og sum leingi fara at halda lív í navni hansara her á landi.
Í 1916 gav hann út Føroyskar Kirkjusálmar og í 1939 Vallaraljóð. Í Kirkjutíðindum komu nógvir av sálmum hansara og flestallar tær prædikur, hann helt fyri føroyingum í Keypmannahavn. Axel Tórgarð savnaði úrval í lestrabókina Ljósið rann av kærleiksrunni.
Eisini hevur hann skrivað í Jólum í Føroyum, Útiseta, Kirke og Folk, Kirken og í ymiskum donskum og føroyskum bløðum og tíðarritum. Í seinna bindi av verkinum Føroyar, sum Dansk-Færøsk Samfund gav út í 1958, er digur grein um Føroya kirkjusøgu.
Avhildin sum fáur
»Gudmund Bruun, tað ediliga skinn,« segði Sigurð Joensen í útvarpssamrøðu við Jógvan Arge um jóltíðir 1992. Hann var væl líddur millum føroyingar í Føroyska Studentafelagnum í Keypmannahavn, ið hann sjálvur var við at stovna, og í Føroyingafelag í Keypmannahavn. Eisini í Hesselager – í sókn síni – var hann sera nógv avhildin. Har var hann vorðin eitt við sókn sína. Ja, við alt próstagjald sítt, sum var eitt av teim størstu í Danmark.
Fyrsta sunnudag í advent, 2. desember 1956, helt Gudmund Bruun hámessu í Hesselager kirkju. Seinnapartin talaði hann eisini í embætisørindum. Um kvøldið fór hann til Keypmannahavnar, av tí at hann fyrrapartin mánadagin skuldi fara til kongs at takka fyri riddarakrossin av 1. stigi, ið hann hevði fingið stutt frammanundan.
Eftir vitjanina hjá kongi, fór hann at vitja bróður sín Sigurd í Ný Kongensgade 20; men stutt eftir at hann var komin inn um gáttina, fekk hann bráðkomnan lamning og varð beinanvegin fluttur á Kommunuhospitalið, men hann var sloknaður longu áðrenn. Hjartað gekk fyri.
Í minningarorðum í Kirkjutíðindum (nov.-des. 1956) sigur Janus Øssursson:
»Skjótt spurdist millum føroyingar í Keypmannahavn, at Gudmundur var farin, og teimum var dátt við, tí sorgarboðini komu so óvæntað. Tað vóru bert fáir dagar, síðan hann hevði verið við til 75 ára veitslu Føroyingafelags og hildið føroyska gudstænastu í Vartov kirkju, vinsælur og fryntligur, sum øll kendu hann. Men tey gomlu orðini: Skjótt er Harranum um, vórðu enn eina ferð sannað.«
Sum embætismaður átti Gudmund Bruun mekt og mæti, men samstundis var hann hjartagóður og vinsælur, so fólk víða hvar høvdu størsta álit á honum, og »ferð hansara millum manna og heima hjá sær sjálvum bar váttan um hesa sálarstyrki,« sigur Janus Øssursson.
Miðstøð hjá føroyingum
Hann æt Jens Fritz Jensen, men tók sær í 1929 eftirnavnið Øssursson og skrivaði samsvarandi hesum føroyska navni eisini fornavnið við føroyska sniðinum Janus. Sum tjóðskaparmaður var hetta nátúrligt – í hesum føri at leita sær navn úr Føroyingasøgu, eftir Leivi Øssurssyni.
Annar maður, sum eisini tók navnaskifti eftir Føroyingasøgu var Hans Jensen, Hanus Úti í Stovu úr Skúvoy. Hann skrivaði seg við eftirnavninum Kamban eftir fyrsta norrøna landmámsmanni okkara (Grími Kamban). Hanus Kamban var lærari í Havn. Samsvarandi navnalóg okkara frá 1992 er ikki longur loyvt at taka søgulig nøvn sum ættarnøvn.
Janus Øssursson var føddur í Havn 25. september 1896. Foreldrini vóru Andrias Jensen av Sandi og Mina, f. Andreasen úr Dali í Havn. Hann tók realprógv í Havn 1914 og studentsprógv í Sorø 1917. Las gudfrøði eitt skifti. Var seinni hjálparmaður í Avlamisrættinum 1923.
»Eg kendi Janus frá studentadøgum mínum í Keypmannahavn í 50’unum, og eg haldi, at eg tori at siga fyri fleiri enn meg sjálvan, at vit vóru góðir við Janus. Vit hildu hann kanska vera nakað naivan, tá ið hann fór at tjóðskaparpráta, men hann var av tí gamla skúlanum, og tað vistu vit. Hann visti eisini, hvat vit hildu um hann. Eg minnist einaferð, hann var rættiliga komin í essið, og hann sá á okkum, at vit smíltust eitt sindur, tá helt hann fyri: ‘Ja, ja, tit smílast. Men tað ger einki, eg eri so gamal nú!’«
Hetta sigur Petur Martin Rasmussen, prestur, í minningarorðum um Janus Øssursson í Kirkjutíðindum nr. 3, mars 1964.
Hann var miðstøð hjá føroyingum. Og her stóð hann lið um lið við Emil Joensen í felagslívinum. Janus í Føroyingafelag, Emil í Ungmannafelagnum. Og teir hjálptu hvør øðrum. Og so var tað hjartabarnið hjá Janusi, Skt. Ólavs kirkjulið. Íðin var hann at útvega neyðuga fígging til at fáa hetta kirkjuliga arbeiði millum føroyingar í Keypmannahavn at bera til.
Janus Øssursson var fornmálsligur studentur og las sum nevnt gudfrøði, men tók ongantíð prógv. Sum blaðmaður á Dimmalætting spurdi eg á hundrað ára degnum (sept. 1996) son hansara, Brand Øssursson, hví pápin ikki gjørdi seg lidnan við gudfrøðilesturin og kundi taka embætisprógv. Svarið var: »Pápi mín helt seg kunna tæna landsmonnum sínum í Keypmannahavn nógv betur uttan prestaembæti.« Sum kórdeknur hevði hann meiri tíð til avlops.
Og so hevði Janus eisini betri atstøður til at granska uttan at noyðast at biðja um farloyvi, og sum part av føroysku kirkjusøguni var tað serstakliga prestasøgan, ið lá hjarta hansara nær. Stutt áðrenn hann doyði kom út yvirlitskenda, lítla bókin Føroya biskupa-, prósta- og prestatal.
Petur Martin Rasmussen sigur seg hava spurt Janus, nær prestasøgan kom. »Eg arbeiði so seint, tað skal vera ordiliga gjørt,« var svarið. Hetta er gott eyðkenni fyri sannan granskara. Tað hevur ongan skund, arbeiðið skal fyrst og fremst vera greitt væl úr hondum.
Janus hevði lítlan frið. Var nakað, sum almennir stovnar ella einstaklingar vildu vita viðvíkjandi Føroyum, so vistu øll, at ringdu tey til »kórdekn Øssursson«, so fingu tey at vita alt, teimum tørvaði.
At prædika lá eisini fyri hjá honum. Var einfaldur, men greiður og bergtikin av tí, hann boðaði.
Konan Margit var av Stiklastøðum í Noregi. Hana lærdi hann at tala føroyskt. Børnini vóru trý, tvær døtur og ein sonur. Sonurin Brandur Øssursson var heilsølumaður í Havn og ein kend mynd innan føroyskt tónleikalív. Skipaði í mong ár í august fyri Tórshavnar jazz-, fólka- og blues festivali.
Nevndarlimur var Janus Øssursson í Føroyingafelag 1920-11. Formaður í Studentafelagnum 1920-21. Næstformaður í kristiliga ungmannafelagnum í Keypmannahavn. Gav saman við Jóni Helgasyni í 1932 úr Íslendska lesibók.
Janus Øssursson doyði 14. februar 1964. Hann var kórdeknur í Frúar kirkju í Keypmannahavn.
Onnur tíðindi