Tríggir dagar við friði og ongari telefon
Kyrrudagar: - Nú, ið eg eri komin aftur til Eiðis, kenni eg meg av sonnum endurnýggjaðan, sigur Jonhard Jógvansson.
Dagliga er Jonhard prestur í Eiðis prestagjaldi, har hann hevur ábyrgd av kirkjunum á Eiði, við Gjógv, í Funningi og á Norðskála.
Árliga, um ein kann siga tað so, er hann eisini nógv upptikin við at skriva prædikur og halda gudstænastur á jólum og um nýggjárshalguna.
Men so kemur altso møguleikin hjá honum og øðrum prestum at fara á Hotel Norð á Viðareiði til nakrar dagar í januar. Her er ikki neyðugt at hugsa um næstu prædiku, men her snýr alt seg hinvegin um at taka ímóti, vera í kvirru og njóta friðin og vøkru náttúruna.
- Ókey, greiðir Jonhard frá. - Tað var ikki meiri friður enn so, tí vit hoyrdu eisini sang undir teimum avbera góðu máltíðunum, sum vit fingu. Og so slapp eg haraftrat at vera plátuvendari hesar dagarnar, tá eg fyri tað valdi at spæla stillan gregorianskan kirkjusang.
- Hesin tónleikurin hóskar seg sera væl til eitt slíkt høvi, har alt snýr seg um kvirru og djúphugsan, leggur hann aftrat.
- Prestar hava brúk fyri slíkum døgum í kvirru og djúphugsan, sigur Marjun í Kálvalíð, fyriskipari
Hvønn dag var aftanbøn og morgunbøn í Viðareiðis kirkju, har Jonhard var liturgur til morgunbønina tann eina dagin. Tað var í hesum sambandi, at eitt orð úr Hebrearabrævinum 4,3 kom aftur og aftur til hann: ”Tí at vit, sum hava tikið við trúgv, ganga inn til hvíldina”.
- Tað gekk upp fyri mær, at her verður ikki bert tosað inn í framtíðina, men hetta er eisini nakað, sum er galdandi fyri hin kristna, her og nú. Sum kristin kunnu vit síggja fram til hina ævigu hvíldina heima í himli, men henda hvíldin ger seg kortini eisini galdandi her og nú.
- Hetta var ein góð áminning at fáa í kvirruni á Viðareiði. Í grundini er hetta júst tað, sum gevur kyrrudøgunum meining. Av Guds ríku náði sleppa vit eisini at ganga inn til hvíldina nú, og fáa soleiðis ein forsmakk av teirri ævigu hvíldini, sum liggur fyri framman, sigur Jonhard Jógvansson.
Jonhard Jógvansson er sóknarprestur í Eiðis prestagjaldi, og hevur millum annað ábyrgd av Eiðis kirkju
Taka seg aftur
Hetta, at prestarnir sleppa á slíkar kyrrudagar, hevur verið á skránni síðani í januar 2017.
Marjun í Kálvalíð, sum er sóknarprestur í Vága prestagjaldi, er fyriskipari av tiltakinum, og hevur sjálv roynt hetta í Danmark. Og tá hon heitti á leiðsluna í Fólkakirkjuni um at loyva føroysku prestunum hetta sama, var tað játtað.
- Vit eru sera fegin um hesar dagarnar. Viðareiði er bara perfekt til Kyrrudagar, tí her er so vakurt og stórsligið, og tænastan á hotellinum var eisini framúr góð, vísir hon á.
Hvønn morgun og hvørt kvøld var bønarløta í Viðareiðis kirkju
Hugtakið ”kyrrudagar” er tað sama sum fremmandaorðið ”retræte”, sum merkir, at ein tekur seg aftur. Hetta er eitt orð, sum vanliga verður nýtt av hermonnum og í hernaðarligum høpi, har hermenn skuldu taka seg aftur frá økjum, har teir høvdu verið.
- Vit brúka orðið ”kyrra”, tí hetta merkir at vera still og í friði. Tá sjógvurin slætnar er kyrra, og vit kunnu eisini brúka tað sum sagnorð, tá vit til dømis kyrra seyðin og gera hann spakan.
- Tí hava vit orðið kyrrudagar, sum eru dagar í friði, har vit eru still og í kvirru, greiðir Marjun í Kálvalíð frá.
Kvirra og djúphugsan
Í dag verður orðið retreta ella Kyrrudagar nýtt í religiøsum týdningi um hetta, at taka seg aftur úr samfelagnum í styttri ella longri tíðarskeiðum, í einingi, ella saman við øðrum til at biðja, lesa í Bíbliuni, sálmabókini, andaktsbókum og øðrum bókum.
Møguleiki er at meditera, og helst eisini hugsa og grunda um Gud, Jesus og Heilaga andan, um trúgv, bøn, kærleika, - ja, um lívið alt. Við øðrum orðum, at vera í kvirru og fordjúpa seg í hesum evnum.
Altartalvan í Viðareiðis kirkju gav uttan iva eisini prestunum okkurt at hugsa um
Marjun vísir á, at hetta er vorðið meira og meira vanligt at gera, millum annað í grannalondum okkara, til dømis í Íslandi, Skotlandi, Noregi og Danmark, har fleiri føroyingar hava verið og luttikið á slíkum kyrrudøgum.
- Hjá okkum í Føroyum er hetta fyribrigdið ikki so kent enn, men tað vindur uppá seg. Eg kenni fleiri, sum hava verið burturi í øðrum londum til tað sama, har til dømis ein vegleiðari er knýttur at.
- Við henda vegleiðaran kann ein dagliga samskifta við um eitt evni, sum kyrrudagarnir hava sum yvirskrift. Síðani verður ein vegleiddur í leitanini ella hugarenslinum, sum stendst av hugsanum og lesnaði, sum knýtir seg at hesum, sigur Marjun.
Í smálutunum í altartalvuni koma tey týdningarmiklu myndevnini fram
Heilsubót og sálarstyrkur
Henda sama møguleikan hava føroysku prestarnir havt hesi seinastu árini. At byrja við vóru teir til tiltakið í tveir dagar.
Hugsanin var, at prestarnir skuldu kunna løða battarí’ini, fara í dýpdina við onkrum teksti ella evangelii, og hugsavna seg um tað. Týdningarmikið var tað, at ein her fekk høvið at vera í friði nakrar tímar, uttan telefon, teldu, sjónvarp, útvarp og tílíkt, men snøgt sagt bara vera til og biðja, lesa og hugsa.
Hetta krusifiksið í kirkjuni er nærum 500 ára gamalt
- Eftir fyrstu royndina vóru vit samd um, at vit skuldu hava meira tíð til hetta. So í dag eru vit saman frá mánadegi til mikudag, altso tríggjar dagar.
- Av tí at áhugin er so stórur, eru vit nú tvey lið sum fara avstað, og nærum allir prestar í landinum eru við. Hitt liðið er so á kyrrudøgum frá mikudegi til fríggjadag, greiðir Marjun í Kálvalíð frá.
Og hon leggur aftrat:
- Kyrrudagarnir verða lagdir í januar mánaði, og fyri meg er eingin ivi um, at hetta er sera gevandi, serliga eftir jól. Tá eru vit sum oftast drenaði, eftir at hava havt rættiliga nógvar gudstænastur um jól og nýggjár, umframt alt annað, sum ofta hongur uppi í.
- Túrarnir í vøkru náttúruni eru sera góðir fyri sálarheilsuna, sigur Marjun í Kálvalíð
- Fyri meg er tað heilsubót og sálarstyrkur at kunna fara hesa góðu ferð til Viðareiðis, og har ganga ella sita og eygleiða tey stóru og hábærsligu fjøllini, síggja havið báðumegin við bygdina, njóta friðin og løturnar í vøkru kirkjuni í bygdini, og bara vera til.
- Túrarnir í vøkru náttúruni eru sera góðir fyri sálarheilsuna. Brimið og ljósið, saman við bæði stormi og kava, eru ótrúlig at síggja og merkja. Ein fær nýggja megi, bara við at síggja Guds skaparverk á hesum túrum, sum eru mitt á vetri, sigur Marjun í Kálvalíð at enda.
Orð/myndir: Snorri Brend www.folkakirkjan.fo