Skriva út
Tøkkin fyri sjósálmin
07.12.2012 Tíðindi
Norski biskupurin Bernt Støylen fekk takkarbræv frá føroyskum sjómanni fyri sálmin »Gud signi várt fólk, har tað siglir og rør«. Og sjálvur var hann Gudmundi Bruun, prósti og skaldi, sera takksamur fyri at hava týtt sálmin til føroyskt. Hann hevði verið í Føroyum sum ungur sjómaður, hevði hitt føroyskar sjómenn í Cardiff sum sjómansprestur har og seinni eisini í Noregi. »Eg havi altíð verið góður við Føroya fólk,« segði Bernt Støylen við Gudm. Bruun
Pól á Kletti
Undir gudstænastu detta vit av og á niður á navnið Bernt Støylen. Hann var biskupur í Agder í Noregi og livdi frá 1858 til 1937. So statt eru liðin sjútifimm ár síðan hann doyði (18. nov. 1937).
Talan er sjálvandi um sálmar, sum týddir eru til føroyskt, og sum standa í Sálmabók Føroya Kirkju. Mest kendur er sjósálmurin »Gudi signi várt fólk, har tað siglir og rør«, sum Gudmund Bruun hevur týtt til føroyskt. Eisini er í týðing eftir Edmund í Garði jólasálmurin »Heimsins frelsari er her«.
Í minningarorðum, sigur Gudmund Bruun, at Bernt Andreas Støylen var sannur Føroya vinur, og at hann er maður, ið føroyingar eiga at minnast við virðing. Hann var borin í heim á garðinum Støylen í Kvamsøy í Sande, Suðurmøri 17. februar 1858. Faðirin var bóndi, Andreas Støylen, móðirin Margretha f. Helgesen. Ikki vóru tey múgvandi fólk, og hesin sonurin fór á ungum árum út at sigla, og honum dámdi væl sjólívið. Í móðurætt vóru mangir fiskimenn, og alla ævi sína var hann fiskimonnum og sjómonnum hollur; unti teimum tað alra besta. Men eisini bóndaalmúguni sýndi hann tokka.
Men mesta hugin hevði Bernt Støylen tó at gerast prestur. Bæði foreldrini vóru gudrøkin fólk. So fór hann at lesa og varð studentur í 1879, cand. teol. 1885 og stutt eftir lærari í Akershus fangahúsi. Í 1887 fekk hann kall sum prestur í Bergen og trý ár seinni sjómansprestur í Cardiff vesturi í Onglandi. Starvið sum sjómansprestur hóvaði honum sera væl, og sjómenn vóru í góðum hondum, tá teir leitaðu ráð frá honum ella hann leitaði til teirra.
Eftir fimm eydnurík ár í Cardiff fór hann í 1895 heimaftur til Noregs og gjørdist fyrst læraraskúlastjóri í Natodden, seinni professari í Oslo. Hann giftist Kamillu Karolinu Heiberg, keypmansdóttur úr Bergen.
»Sjómonnum í Cardiff hevur ivaleyst verið líka so sjáldsamt at frætt, at gamli prestur teirra var vorðin professari, sum tað mong ár eftir var mær sjáldsamt at frætta, at tað var ein biskupur, sum eg hevði sitið og tosað við, tí hóast hann var sera lærdur, sýndi hann aldri lærdóm upp á rós. Tað var skjótt, at tú fekst varhuga av, at tað var ein eyðmjúkur, ágrýtin og inniliga trúgvandi maður, sum tú tosaði við. Men leingi vardi teg ikki, at hesin prúði, sterki og skeggjuti maður hevði stóran kunnleiki til gudfrøði og málfrøði,« sigur Gudmund Bruun (Kirkjutíðindi des. 1937).
Ein minnilig tala
Bernt Støylen var doktari, frálíkt skald og hevði verið sera vikrkin í heimamissiónini og greitt úr hondum ikki sørt av bókligum verki. Mong ár var hann meginformaður í norsku fráhaldsrørsluni og ymsum trúboðanarfyritøkum.
Frá 1913 til 1930 var hann biskupur í Agder biskupsdømi, var sera væl móttikin, tá ið hann var á umsjónarferðum, men fekk eitt skifti ringa viðferð frá egnum vinum og viðhaldsfólkum, tá ið hann í 1923 biskupsvígdi Jens Gleditsch, ið ikki varð roknaður sum rætttrúgvandi. Hesin trupulleiki nívdi hann eitt sindur, men tók tað kortini við stinnum sinnalagi – sum tann, ið vil tæna Gudi við samvitsku síni. Og so líðandi fánaði illgrunin móti honum burtur.
Stutt áðrenn hann setti biskupsstavin frá sær, hevði hann ta gleði at vera við á 900 ára ólavsøkuhaldi í Niðarósa og á Stiklastøðum (til minnis um deyða Ólavs kongs halga) og her hoyra fólkið syngja teir vøkru sálmar, ið hann sjálvur hevði týtt úr latínskum máli. Tey, sum har vóru til staðar, gloyma seint hin gamla mannin í hvítari kórskápu, reystan í ásjón, men enn minni gloyma tey talu hansara um hitt æviga lívið, hann hevði á Stiklastøðum.
»Tað er altíð áhugavert at hoyra gamlan mann tala um tað, sum eitt langt lív við mongum roynslum hevur lært hann at halda fast um í lívi og deyða. Og uppbyggjandi er tað, tá ið hann kann vísa á tann grundvøllin, sum Støylen biskupur vísti á tann dagin: Hetta er hitt æviga lívið, at teir kenna teg, hin eina, sanna Gud, og tann, sum tú sendi, Jesus Kristus (Jóhs. 17,3),« sigur Gudm. Bruun.
Mong mundu minnast tey sterku orðini: »Evigt liv, det er et underfullt ord. Det kann kje gløymast meir, når dei hev hørt det her på denne jord, der dauden herjar i kvar ein heim. Evigt udøyande liv for oss syndarar, som snart skal døy, det vekkjer dei djupaste lengsler i barmen og kallar på dei løynde kræfter i livsgrunnen. Det stiller dei finaste strengjer i hjarta, so det bevar og tonar upp mot ein høgre heim.«
So segði hann, og so var hann. Hjá honum hevði lívsins orð vakt tær djúpastu kenslur og tær loyndu kreftir og fingið teir fínastu streingir at tóna upp móti høgum himli.
Ein góður vegleiðari
Ymiskt er, annaðhvørt Bernt Støylen fekk størri týdning sum kirkjumaður ella sum málgranskari. Bæði Noregs kirkja og norrønt mál skylda honum tøkk.
Hann gav út bøkur um norsk fólkanøvn, um barnaspøl og barnarímur, sum sýndu, hvussu barnsligur, hann sjálvur var av lyndi, og saman við øðrum gav hann út eina góða skúlalesibók á bygdarmáli.
Men kanska skyldar kirkjan honum mest. Tvær góðar prædikubøkur gav hann út, og hann umsetti og yrkti hóp av góðum sálmum.
Tá ið Bernt Støylen var hálvt hundrað ára gamal, hevði hann enn ikki roynt at lata tvær reglur bera upp á rím – so segði hann fyri Gudm. Bruun – og tá ið hann í 1925 saman við Anders Hovden presti og Peter Hognestad biskupi gav út eina nýnorska sálmabók, hevði hann givið fólki sínum hóp av góðum sálmum.
Tað, sum kanska hevur størsta týdning, er, at hann kendi so væl teir gomlu latínsku sálmarnar, sum høvdu verið í brúki í Noregi í miðøldini og ofta vóru yrktir har, og at hann dugdi so væl at umseta teir til norskt bygdarmál. Hann royndi altíð at halda seg so tætt at upprunasálminum sum gjørligt, men umyrkti hann tó soleiðis, at hann altíð hóskaði í eini lutherskari kirkju.
Av hesum týðingum sigur Gudm. Bruun seg hava havt góða hjálp: »Eg hevði fyri mongum árum síðan sett ólavsøkusekvensin: LUX ILLUXIT LAETABUNDA út á føroyskum máli, tá ið eg skuldi nýta hann um ólavsøkuna 1930. So fekk eg hansara týðing: ‘Ljoset yvir landet dagna’, og hon gav mær so góða hjálp, at ‘Ljósið rann, sum lívgar gleði’, fekk mest sum nýggjan form og gjørdist evangeliskur.«
Ringt er at týða føroyskar sálmar eftir norskum bygdarmáli. Á ein hátt líkjast hesi málini ov nógv. Góða vegleiðing kundi Bernt Støylen tó her veita okkum. Men mangar av egnu yrkingum hansara – helst sjósálmar – kunnu næstan beinanvegin nýtast í Føroyum og hóska sera væl til umstøðurnar her.
Bað heilsa føroyingum
Gudmund Bruun og Bernt Støylen hittust síðstu ferð á norðurlendskum biskupafundi á Fjóni 1936. Støylen takkaði tá Bruun fyri, at hann hevði týtt sálm sín »Gud signi várt fólk, har tað siglir og rør« til føroyskt. Støylen segði tá hesi orð:
»Ein føroyskur skipsmaður sendi mær bræv við tøkk, tá ið hann hevði lisið sálmin. Eg havi altíð verið góður við Føroya fólk. Eg bar eina ferðina við í Føroyum, meðan eg sigldi sum ungur drongur, og eg havi hitt føroyingar bæði í Cardiff og í Noregi. Ber teimum heilsan frá mær.«
(Um enn í seinna lagi, so ber Gudm. Bruun hesa heilsan frá biskupinum í Kirkjutíðindum í des. 1937.)
Stríð var ofta, har Bernt Støylen gjørdi vart við seg. Og stríð er, har menn og kvinnur verja mál sítt. Og stríð er har, ið menn og kvinnur verja kristintrúnna í eini gudleysari tíð. Men Støylen stóð stinnur sum drangur í dyningi.
Støylen stóð fastur á tí kletti, sum aldri vikast – Jesus Kristus.
‒ ‒ ‒
Í føroyskari týðing eru hesir sálmar eftir Bernt Støylen í Sálmabók Føroya kirkju:
Gud signi várt fólk, har tað siglir og rør (Gudm. Bruun)
Ljósið rann, sum lívgar gleði (Gudm. Bruun)
Eg veit í himmiríki borg (Edm. í Garði)
Heimsins frelsari er her (Edm. í Garði)
Onnur tíðindi