Skriva út

Tøkk til Løgtingið og Rigmor Dam

13.02.2019 Tíðindi
Tøkk til Løgtingið og Rigmor Dam

Í januar í ár fekk fólkakirkjan játtað tvinni nýggj embæti. Fólkavøksturin er eyðsýndur, og teir kirkjuligu myndugleikarnir mettu, at tørvur var á fleiri sóknarprestum.

Tað eina embætið verður í Suðurstreymoyar norðara prestagjaldi og umfatar kirkjurnar í Hoyvík og Kaldbak. Embætið er lýst leyst at søkja og verður eftir ætlan sett 1. august í ár.

Í langa tíð hava kirkjusóknirnar í Vágum arbeitt fram ímóti einum presti afturat til prestagjaldið. Tað eydnaðist loksins, og nú verða tveir fulltíðar sóknarprestar í Vága prestagjaldi.

Talan hevur í mong ár verið um eitt samstarv ímillum Vága prestagjald og Norðstreymoy. Sóknarpresturin við bústaði í Vestmanna hevur verið 50% prestur í nevndu prestagjøldum. Ein torfør skipan, sum fyri tveimum árum síðan taldi ikki færri enn 14 kirkjusóknir.

Kallið í Vestmanna verður varðveitt sum eitt fulltíðar embæti. Leiðslan í fólkakirkjuni fer saman við kirkjuráðnum í Vestmanna og prestagjaldinum annars at greina innihaldið í embætinum neyvari einaferð móti sumri.

Sostatt verða tveir sóknarprestar í Vága prestagjaldi, og tríggir sóknarprestar í Norðstreymoy.

Leiðslan í fólkakirkjuni takkar politisku skipanini og Mentamálaráðnum fyri liðiligt samskifti og vælvild. Ein serlig tøkk verður veitt Rigmor Dam, fyrrverandi landsstýriskvinnu, fyri gott og gagnligt samstarv.

Tórshavn 13. februar 2019
Jógvan Fríðriksson

Mynd: Álvur Haraldsen