Skriva út

Tøkk til Kringvarpið fyri Rødbygaard

15.11.2013 Tíðindi
Tøkk til Kringvarpið fyri Rødbygaard

Tilveran er ikki ein strika í sandinum ella ein kabal, ið altíð gongur upp. Mangan er torført at taka avgerðir, og varni er skilagóður ráðgevi í talu og skrift, tá ið mett verður um tað, ið onnur gera ella avgera.

Heilmildarsendingin “Send á Rødbygaard” var sannførandi í talu og myndum. Sterk og rørandi í góðari javnvág við veruleikan, sum hann var í Føroyum miðskeiðis í undanfarnu øld. Tey, ið fingu børn við breki ella serligum tørvi, komu í eina torføra støðu. Ikki var tað lætt at taka avgerðir, og ikki altíð er tað lætt at avgera, hvat frameftir roynist sum barnsins besta.

Sjálvur havi eg sum prestur fylgt væl við á hesum øki. Havi tosað við foreldrini og jarðað nøkur av teimum, ið komu heimaftur í sjeytiárunum.

Ein mamma tók soleiðis til, tá ið barn hennara varð jarðað: “Dagurin í dag er mikið lættari enn dagurin, tá ið eg handaði barn mítt umborð á postbátin til tess at fara á stovn í Danmark. Nú veit eg, hvar barn mítt er. Eingin ótti, eingin stúran og eingin óvissa.”

Dugi ikki fakliga at ummæla eina sending í sjónvarpinum. Hinvegin meti eg meg føran fyri at geva eina tøkk, ið er borin av menniskjansligari vitan, ið er nomin í tøttum samstarvi við tey, ið fingu eina frávíkjandi og krevjandi tilveru.

Kringvarp Føroya! Stóra tøkk fyri eina sending, ið er væl úr hondum greidd, ja ein sending til fult tal av stjørnum.

Tit, ið vóru avmyndað og tosað var við, stóra takk fyri tykkara dirvi og tann lærdóm, ið vit nomu, vit, ið næstan altíð hava undanvind og viðrák.

Stóra tøkk øll somul fyri sendingina!

JF