Skriva út

Tøka Luthers og gáva

01.07.2016 Tíðindi
Tøka Luthers og gáva

Vinningur og tap við trúbótini

Pól á Kletti
poulkletti@hotmail.com

Tað var leygardagin 31. oktober 1517, at Martin Luther við skjalarullu undir armi og við hamara og naglum í hond fór niðan trappuna til dyrnar í slotskirkjuni í Wittenberg. Tað var henda dagin, hann festi sínar 95 setningar á slotskirkjuhurðina og sostatt setti sjøtul á trúbótina.

Tað var í høvuðsheitum avlátshandilin, ið fekk Luther at ressast og skriva nevndu setningar. Um hetta mundið bygdu teir Pæturskirkjuna í Róm. Kirkjan var ógvuliga dýr og Leo pávi X setti í verk umfatandi avlátssølu í Suðureuropa og í Týsklandi.

Johan Tetzel – ein kendur dominikanari – stóð fyri hesum »heilaga handlinum« í nánd av Wittenberg. Tey, ið keyptu avlátsbræv, fingu fyrigeving fyri allar syndir sínar. Hesum vissaði Tetzel teim keypandi fyri við rímorðunum:

»Tá ið peningin tú í kistuna kastar,
úr reinsanareldi sálin sær hastar.«

Luther mótmælti hesum handli og segði hann vera skaðiligan og gudsspottandi. Eingin kundi keypa frelsu fyri pening. Tí festi hann á høvuðshurðina inn í slotskirkjuna í Wittenberg 95 latínskar setningar, har hann mótmælti avlátshandlinum.

Í hesum setningum skrivar Luther m.a., at alt lívið eigur ein og hvør at bøta fyri misgerðir sínar, og at ein og hvør iðrandi syndari fær fulla fyrigeving uttan avlátsbræv.

Leo pávi X stevndi Luther at møta á ríkisdegi í Augsburg 1518, har hann varð biðin um at taka aftur tað, hann hevði skrivað. Men tað gjørdi Luther ikki.

Í sambandi við 500 ára dagin næsta ár og at 2017 er lýst sum Lutherár, fyrireikar føroyska fólkakirkjan minningarár her á landi. Jógvan Fríðriksson, biskupur, hevur sett eina starvsnevnd at skipa fyri ymsum tiltøkum. Í nevndini eru: Jákup R. Hansen, lektari, Meinhard Bjartalíð, sóknarprestur, Maria J. Niclasen, sóknarprestur, og Uni Næs, dómpróstur, sum er formaður. Skrivari er Ása Justinussen, kirkjuráðslimur.
Nevndin hevur havt tveir fundir at tala saman um Lutherárið. Í næstum fer nevndin at kunna um arbeiðið og ætlanir í sambandi við 500 ára hátíðarhaldið fyri trúbótini.

Rættvísgjørd av trúgv

Martin Luther var føddur í Eisleben í Týsklandi í 1483; tey vóru sjey systkin. Í 1501 fór hann á lærda háskúlan, har hann nítjan ára gaml varð studentur og 21 ára gamal magistari.

Faðirin ætlaði, at Martin skuldi lesa løgfrøði og hava starv sum advokatur. Men tað var stutt, hann las løgfrøði og fór ístaðin undir gudfrøði. Søgan sigur, at tá hann eftir stutta frítíð heima á sumri 1505 var á veg aftur í skúla, brast herviligt ódnarveður á við torusláttri. Uttan fyri Erfurt royndi hann at finna sær skjól, men varð tveittur til jarðar, tá snarljós sló niður beint har hann stóð og brendi annað beinið.

Luther ræddist bæði fjandan og allar vándar andar – og her taldi hann toruna uppí. Og at doyggja ófyrireikaður var tað ringasta, ið henda kundi; tað er at siga uttan at hava skriftað sínar syndir. Í angist rópti Luther: »Hjálp mær, heilaga Anna, so skal eg gerast munkur!«

At Luther ákallaði halgimenni, var einki undarligt. Í miðøld makaðu tey Guds vreiði. Hvørt einstakt halgimenni ráddi á sínum serøki – skipbrot, tannapínu, ymsar sjúkur, óár o.s.fr. Anna (móðir Mariu moy) veitti vernd ímóti illveðri.

Hóast atburður Luthers her hevur samband við angist skamma stund, var hetta evsta stig í eini innvortis uppgerð. Hann stúrdi fyri framtíðini og hevði leingi grundað yvir, hvussu hann tryggjaði sær æviga frelsu.

Tveir mánaðir eftir toruveðrið fór Luther í eitt augustinarkleystur í Erfurt, og eitt ár seinni gav hann tey lyfti, ið vóru treytin fyri at verða munkur. Eftir framhaldandi gudfrøðilestur varð hann vígdur til prest. Og hann helt fram at granska Skriftina og gjørdist professari á lærda háskúlanum í Wittenberg.

Ein dag, hann í 1514 fyrireikaði seg til undirvísing, datt hann niður á orðini í Sálmunum í Gl. Testamenti, kap. 71, ø. 2: »Í rættvísi tíni tú meg frelsi, vend til mín oyra títt og mær bjarga.« Luther hevði áður lært, at orðini áløgdu honum at bera seg rættvíst at sum Gud sjálvur til tess at vera frelstur frá tí illa. Men nú fór Luther at leita upp øll støð í Bíbliuni, ið boðaðu um rættvísi Guds.

Og honum rann í hug orðini í Rómverjabrævinum, kap. 1, ø. 16-17: »Tí at eg skammist ikki við gleðiboðskapin, tí at hann er Guds kraft til frelsu fyri hvønn tann, sum trýr, bæði fyri jøda og fyri grikka. Tí at rættvísi Guds verður í honum opinberað av trúgv til trúar, eins og skrivað stendur: ‘Men hin rættvísi skal liva av trúgv’.« Og Luther ásannaði beinanvegin, at Paulus, ið skrivað hevði Rómverjabrævið, ikki talar um lógina, hvat Gud áleggur, men um gleðiboðskapin, hvat Gud gevur. Rættvísi og náði.

Tað var á hesum grundarlagi, Luther útinti trúbótargerð sína, sum – áðrenn hann doyði av hjartaslag 1546 – hevði givið eini nýggjari stevnu innan kristindómin navn, ta luthersk-evangelisku kirkjuna, ið sum fólkakirkja er okkara kirkja.

Afturstig og framstig

Í sambandi við eitt slíkt umskifti, sum trúbótin var, verður støðan gjørd upp og kannað verður eftir vinningi og tapi og spurt um, hvat mistu vit og hvat fingu vit fingu.

Eina uppgerð finna vit í ymsum greinagerðum, m.a. eftir Gudmund Bruun um »Føroya kirkju« (Føroyar II, 1958), P. M. Rasmussen í »Tættum úr Føroya kirkjusøgu« (1978) og Jákup Dahl, próst, í Kirkjutíðindum (nr. 10, oktober 1938), »Trúbótin í Føroyum« (í samandi við, at liðin vóru 400 ár síðan trúbótin varð sett í gildi í Føroyum).

Nevna vit missin fyrst, so varð biskupssetrið avtikið og Føroyar komu at vera eitt próstadømi ístaðin. Prestaskúlin varð niðurlagdur, ístaðin fingu vit ein latínskúla, ið seinni eisini varð niðurlagdur. Hvussu hesin prestaskúlin annars var, vita vit lítið og einki um. Sverri kongur gekk í henda skúla og fekk har sín lærdóm.

Øll kirkjujørðin fór undir kong. Nakrir garðar vóru eftir, sum prestarnir skuldu hava at liva av. Kirkjur fullu av, tí ráð vóru ikki at røkja tær og halda teim uppi, so at nakrar bygdir vórðu kirkjuleysar, men goymdu tó í staðarnøvnum minnið um kirkju ella bønhús, t.d. Kirkjujørð og Bønhúsmørk.

Og tá talan er um málslig viðurskifti, so hevði trúbótin við sær, at móðurmálini í ymsum londum komu í nýtslu í kirkjuni. Prædika og sálmasongur ljóðaðu á móðurmálinum. Soleiðis var í Týsklandi og soleiðis eisini í øðrum londum, har trúbótin vann fram, í Danmark, Svøríki og Íslandi. Men í Noregi harafturímóti kom ikki móðurmálið, men danskt mál inn í kirkjuna, og í Føroyum við.

Martin Luther útinti tað stórverk, at hann umsetti bíbliuna til týskt mál, so at fólk hansara kundi lesa Guds orð á sínum egna máli. Í øðrum londum tóku teir eftir. Tað var so skjótt, at danir fingu sína bíbliu, sviar sína og íslendingar sína. Men ikki fyrr enn fram ímóti okkara tíð fingu norðmenn sína. Vit føroyingar fingu hana mitt í farnu øld.

Mangan verður sagt, at við trúbótini kom danskt mál inn í kirkjuna í Føroyum og føroyskt mál var rikið út, sum Fríðrikur Petersen tekur til í yrking sínari »O, móðurmál, stórt er títt fall«:

Men tíðin rann, og nýggjan sið
í Føroyum mangir tóku,
og annað mál við tína lið
settu teir stóru og klóku;
teir róku teg av kirkju út
og aftur burt av tingi;
tú mátti liva í sorg og sút –
so hevur lív títt gingið.

Hetta er ikki rættiliga beint. Tá kom danskt mál inn í kirkjuna – tað er beint. Men tað er ikki beint, at føroyskt fór út. Føroyskt hevði ongantíð verið í kirkjuni. Í katólsku tíðini var latín málið í kirkjuni allar staðir. Øll gudstænastan sum hon var. Tað var fyrst um miðju farnu øld, at føroyskt slapp inn um kirkjudyr – fyri altari og á prædikustóli. Tað ljóðaði nú við skírnarfunt og altarborð og varð borið fram í sálmasongi.

Sigast kann, at stórt spell var tað, at danskt mál kom við trúbótini inn í kirkju okkara, men havast má í huga støðuna annars. Tað er altíð ringt at siga nakað um, hvat ið kundi verið hent, men havandi viðurskiftini í Føroyum tá í huga – hvussu fáment og illa útgjørt fólk okkara var – kann tað vera ein spurningur, um føroyingar høvdu verið mentir at hildið málinum uppi sum kirkjumál og mentanarmál, so at tað ikki avlagaðist, blandaðist burtur og týndist. Nú varð støðan tann, at føroyingar høvdu sítt egna mál í friði fyri seg sjálvar. Teir nýttu tað í sínum dagliga lívi og arbeiði, og teir kundu varðveita tað reint og óbroytt og heilskapað alt fram í okkara tíð.

Eftir trúbótina vórðu Føroyar meira avstongdar og føroyingar meira innibyrgdir, enn teir vóru frammanundan. Sambandið við útheimin minkaði so við og við og doyði so heilt burtur. Siglingarforboð komu og at enda einahandil.

Fólkið kom at liva í einsemi. Tað kann vera ringt og elva til trongskygni, smásinni, yvirtrúgv, illgruna og mistreysti. Men tað kann eisini vera gagnligt. Fólk fáa stundir at liva sítt egna lív og ganga inn í seg sjálvan. Hitt persónliga lívið verður – um ikki so fjølbroytt – djúpari, sannari, búnari.

Hvat fingu vit við trúbótini? Yvirhøvur hevði hon við sær eina endurnýggjan og eina framgongd í kristinlívinum. Gudstrúgvin varð reinari, gudslívið varð sannari. Guds orð varð borið fram og sálmar vórðu sungnir meira enn áður.

Føroyingar fingu – um tað so var í smáum – lut í tí nýggja kirkjuliga lívi, sum tá birtist, og okkum ognaðist nakað av teim andligu gripum, ið tá komu fram.

Martin Luther vísti skúlaskapi stóran ans og arbeiddi dúgliga fyri, at øll børn skuldu fáa skúlagongd, og tiltikin er hansara lítla Katekismus.

Um vit ikki høvdu skúlar, so fingu børnini undirvísing heima, og tey fingu sín kristiliga barnalærdóm.

Trúbótin skipaði ein nýggjan sálmasong. Martin Luther var sjálvur stórt sálmaskald, og aðrir tóku undir við honum. Her hendi ein sonn eksplosión. Kirkjufólkið fór at syngja. Tað hevði ikki verið fyrr. Hvat ið sálmasongur hevur havt at týða fyri fólk okkara, ættarlið eftir ættarlið – bæði burtur og heima, bæði á sjógvi og landi – tað vita vit øll nakað um.

Vit fingu umframt heimaandakt og heimalestur eisini lestur í kirkjuni, soleiðis at bygdarfólkið hvønn sunnudag kundi koma saman til Guðs orð, annaðhvørt tað var úr Luthers egnu lestrabók, ið lisið varð, ella tað var úr øðrum lestrabókum, ið komu aftrat.

Sagt við fáum orðum: Vit fingu Kingo, Brochmand og Balle (sálmar Kingos, lestrar Brochmands og lærubók Balles). Hetta merkir, at vit komu við í ta kirkjuligu menningina og fingu lut í tí kristiliga lívsinnihaldi, sum hesi nøvn umboða. Og nógv onnur nøvn – bæði í Danmark og hinum Norðurlondum – sleppa upp í part.

Tað er ein spurningur, um ikki Kingo biskupur við sálmum sínum hevur havt meira at týða fyri kirkjulív og kristinlív okkara ætt eftir aðra enn allir hinir katólsku biskuparnir tilsamans.
Fram um alt fingu vit tað, at lívið fekk aðra grund undir seg og fekk annað ljós yvir seg: Vit kunnu ikki sjálvi vinna okkum himmiríki við egnum verkum og egnari rættvísi, men frelsan er Guds verk og Guds gáva.

Tað eru ikki bara summar partar av lívinum, ið Gudi hóvar betur enn aðrar. Ikki summi verk og størv líka honum betur enn onnur. Alt lívið sum tað er, er halgað og signað av honum, øll arbeiði eru kall í hansara tænastu.

Gudi tóknast ikki betur summi fólk enn onnur. Øll eru børn hansara og hann elskar øll líka.
Ikki nógvar og langar og torførar umvegir nýtist okkum at ganga fyri at koma fram til Gud. Í Jesu navni hava vit øll fría atgongd beina leið til faðirin.

Beinur á haldinum

Sum nevnt hevði trúbót Luthers við sær, at móðurmálið í flestu londum gjørdist kirkjumál og loysti av latínið, sum einans lærdir menn skiltu, ikki almúgan. Hetta gjørdist eftir trúbótina ein blómandi tíð. Bíbliutýðingar og sálmar á móðurmálinum komu almúguni í hendi.

Fólkið fegnaðist. Men ikkki í Føroyum. Í staðin fyri móðurmálið fingu vit danskt til kirkjumál. Prestarnir prædikaðu á donskum, sungnir vóru danskir sálmar, og tá prestur ikki var, las deknurin danskan lestur.

Fyrsti føroyski bíbliutekstur á føroyskum, var týðing J . H. Schrøters av Matteusar Evangelium, sum kom út í 1823. Men hetta var bara eitt av evangeliunum.

Tá A. C. Evensen og Jákup Dahl eftir aldaskiftið 1900 vóru lidnir at lesa gudfrøði í Keypmannahavn og komu aftur til Føroya og tóku við embæti sum prestar – tann fyrri í Sandoy í 1902, tann seinni í Suðurstreymoy í 1912 – fóru teir at lynna fyri føroyskum kirkjumáli, bæði prædiku, rituál, bíbliu og sálmar.

A. C. Evensen fall frá í bestu árum og doyði einans 42 ára gamal í 1917. Hann týddi »Jóhannesar Evangeliið« (1908) og skrivaði og legði til rættis undirvísingartilfar í føroyskum. Jákupi Dahl varð unt at gera setningin, bæði at týða bíbliutekstir og sálmar og yrkja nýtt. Ymsu partarnir Nýggja Testamenti komu út í smáum heftum frá 1923 til 1936, og 1937 kom Nýggja Testamenti, týtt úr frummáli, út í síni heild.

Alt frá ungum árum hevði Jákup Dahl stóran áhuga fyri móðurmálinum og var alla tíðina beinur á haldinum, tá talan var um føroyskt kirkjumál. Týddi rituálini longu í 1918-19, men politiskt stríð tók seg upp av hesum máli, so at ikki fyrr enn tíggju ár seinni vórðu tey prentað og stutt eftir autoriserað.

Í grein í Kirkjutíðindum og Varðanum um føroysku deknatænastuna, virðir Jákup Dahl arbeiðið hjá deknunum sera høgt, og teimum at lesa føroyskan lestur úr gav hann út lestrabøkurnar »Í lýsing« (1934) og »Meðan hildið verður heilagt« (1948). Hann gav út »Altarbók« (1939) og til skúlabrúks týddi hann »Luthers lítlu katekismus« (1922) og »Balslevs bíbliusøgur« (1924).
Stuttlestrar og stubbar við andaktslestri gav Jákup Dahl eisini út: »Glottar« (1928), »Ávegis« (1935), »Sólarris« (1941), »Krossstíggjur« (1942) og »Stavnhaldið« 1944. Og sum nevnt bæði yrkti og týddi hann nógvar sálmar.

Týðingarnar av halgisøgum Selmu Lagerlöfs telja eisini við í andliga virki Jákup Dahls eins og drúgva tíðarskeiðið sum blaðstjóri á Kirkjutíðindum (1925-1944) og Kristiligum Ungmannablað (1914-1919).

Stórvirkin sálmaskald

Føroysk sálmayrking er – sum nýføroysk yrking yvirhøvur – ein frukt av tjóðskaparrørsluni, og føroysku sálmayrkjararnir eru í stóran mun teir somu sum teir, ið yrkt hava »verðsligan« skaldskap, mest fosturlandssangir. Her eru at nevna: Fríðrikur Petersen, Jóannes Patursson, Jákup Dahl, Mikkjal á Ryggi og Kingo-týðarin Christian Matras. Allir føddir millum 1850 og 1900.
Føroysku sálmayrkjararnir hava fylgt gomlum donskum sálmastíli. Og her hevur »Salmebog for Kirke og Hjem« tey týðiligastu sporini í føroysku sálmabókini.

Í 1956 autoriseraði H. Fuglsang-Damgaard, Keypmannahavnar biskupur, fyrstu føroysku sálmabókina til kirkjubrúks, men hon var ikki prentað fyrr enn fýra ár seinni sum »Sálmabók Føroya Fólks«. Nýggja sálmabókin, sum kom út í 1991, eitur »Sálmabók Føroya Kirkju«.

Umframt teir donsku og føroysku sálmarnar eru eisini aðrir. Nakrir fáir eru úr forn- og miðaldarkirkjuni. Teir flestu eru týskir. Fleiri norskir og íslendskir, nakrir fáir enskir, og síðan er onkur hendinga aðrastaðni.

Av teimum føroysku sálmunum í »Sálmabók Føroya Kirkju« eigur Mikkjal á Ryggi nógv teir flestu: meira enn 80 og út við 50 týðingar, í sálmabókarískoytinum tveir sálmar og eina týðing; Jóannes Patursson: fjúrtan og sekstan týðingar; Jákup Dahl: trettan og 90 týðingar; Hans Andr. Djurhuus: trettan og tvær týðingar, í ískoytinum ein sálm og eina týðing; Gudmund Bruun: fimm og 36 týðingar, í ískoytinum ein sálm og sjey týðingar: Hans Michael Jacobsen: fjúrtan; Símun av Skarði: átta og seytjan týðingar; Jógvan Nolsøe: seks og sjey týðingar, í ískoytinum eina týðing; Fríðrikur Petersen tríggjar. Salomon J. Joensen hevur týtt fleiri sálmar, í »Sálmabók Føroya Kirkju« eigur hann nítjan týðingar, í sálmabókarískoytinum eina. Christian Matras eigur ellivu týðingar. Rólant Lenvig eigur átta týðingar, í ískoytinum tríggjar. Axel Tórgarð somuleiðis átta, í ískoytinum ein upprunasálm og seks týðingar. Sámal Andrias Weihe eigur sjey týðingar og í sálmabókarískoytinum tvær.

Longu tíðliga í undanfarnu øld komu út sangbøkur og hefti við føroyskum sálmum, eitt nú »Um jólahalguna« og sálmarnir, sum Sólarmagn á Velbastað gav út. Í 1920’num kom eisini út »Umgdómssangbók«, sum Hitt føroyska Kristiliga Ungmannafelagið í Keypmannahavn gav út, fyrst og fremst ætlað til innanhýsisbrúk, men sungið varð úr henni víðahvar í Føroyum eisini.
Í 1930’num gav Heimamissiónin út sína sangbók, sum er komin út í fleiri útgávum síðan. Í 1948 gav Kirkjuliga Missionsfelagið eisini út sangbók.