Skriva út

Tilmæli við atlitið at Covid-19, tíðarskeiðið 15. oktober – 15. desember 2020

21.10.2020 Tíðindi
DSC00241.JPG

Inngangur
Alt talar fyri, at støðan við atliti at Covid-19 verður, sum hon er nú, í drúgva tíð framyvir. Onkur metir, at støðan verður soleiðis til einaferð á vári 2021.

Fólkakirkjan hevur eins og samfelagið annars lagað seg til givnar umstøður. Trygdin er sett í hásætið, og vit ynskja at verja sjúk, eldri og fólk, sum eru í serligum vandabólki vegna heilsuligar avbjóðingar. Vit ynskja at verja hvør annan, bæði kirkjufólkið, viðskiftafólkið og kirkjunnar tænarar.

Tað er alt umráðandi, at kirkjuráðini og prestarnir, sum í felag hava ábyrgdini av gudstænastunum og løtunum í kirkjuni, taka niðanfyri standandi tilmæli í størsta álvara.

Sí punkt 1 – 7:
 
Nr. 1 – Jólini
Stóra avbjóðingin hjá fólkakirkjuni er jólahátíðin. Leiðslan ynskir eyðvitað, at kirkjan er opin um halguna, har vit minnast Jesu føðing. Hetta er ein stór og krevjandi avbjóðing, tí jólini eru ein samanrenning av kirkjugongd og fólksligari hátíð.

Leiðslan hugsar eftir einar dupultari ás: 1) Týdningurin av samveruni í kirkjuliðinum / tann evangeliska boðanin í halgidóminum og 2) trygdin hjá fólkinum.

Sjónarmiðini millum prestar og kirkjufólk eru ymisk, alt frá at hava “vanligar” gudstænastur ella smærri gudstænastur til als ongar gudstænastur at hava um jólini.

Broytingar kunnu henda skjótt, tá ið ferðslan í adventini økist landanna millum.

Heimabúgvandi føroyingar, útisetar og tey fremmandu í Føroyum eru vælkomin at vitja kirkjurnar. Vit skulu altíð nýta vit og skil og yvirhalda tilmælini frá serkønum læknum og myndugleikunum annars: Frástøða, reinføri og avmarkað tal av fólki.

Um hálvan desember hava vit eina betri hóming av, hvussu støðan kann roknast við at vera um halguna við atliti at Covid-19. Um tað mundið kemur leiðslan við einum serstøkum tilmæli, ið verður galdandi um jólini og nýggjárshaldið fram til hálvan januar 2021.

Nr. 2 – Konsertir
Tað ríka tónleikalívið í landinum er eisini komið inn um kirkjugátt. Leiðslan fegnast um henda fjálga og kveikjandi veruleika. Á sama hátt, sum vit leingjast eftir vanligum gudstænastum, á sama hátt sakna við tónleikin, kórini og sangin í kirkjuskipinum.

Leiðslan í fólkakirkjuni metir í samráð við læknafrøðina og myndugleikarnar, at tað aftur er ráðiligt at hava tónlistarlig tiltøk og kórsang í kirkjunum. Støddin á t.d. kórinum og áhoyrarum má verða lagað til støddina á rúminum, so tilmælini um frástøðu verða hildin.

Er talan um kórsang, skal frástøðan vera 2 metur millum sangararnar. Tríggir teir fyrstu beinkirnir skulu vera manntómir.

Nr. 3 – Kirkjuráðið hevur saman við kirkjunnar tænarum ábyrgd av:

  • At reinføri er gott, t.d. nýtsla av spritti og pappíri til hendurnar.
  • At vit sita í hóskandi frástøðu – 1 metur. Tó, fólk úr sama húsi kunnu sita saman. Hetta er galdandi til gudstænastur, jarðarferðir, brúðarvígslur og konsertir.
  • At sitið verður á øðrum hvørjum beinki í skipinum.
  • At fólkatalið í teimum miðalstóru kirkjunum til gudstænastu, jarðarferð, brúðarvígslu og konsertir í mesta lagi er 100.
  • At fólkatalið í teimum smærri kirkjunum til gudstænastu, jarðarferð, brúðarvígslu og konsertir í mesta lagi er 40.
  • At ásetta hámarkið av fólki verður hildið til konsertir og onnur mentanarlig tiltøk í kirkjuni.
  • At frámerki vísir staðið/støðini har sitið verður í beinkinum ella ikki verður sitið.
  • At talvan ikki gongur í kirkjunum.

Nr. 4 – Sóknarpresturin hevur ábyrgd av:

  • At kunna kirkjufólkið av prædikustólinum um týdningin av frástøðu og reinføri við atliti at gudstænastum og kirkjuligum tænastum. At minna um frástøðu á veg inn í kirkjuna, í kirkjuni og tá ið farið verður úr kirkjuni.
  • At ásetta hámarkið av fólki verður hildið til gudstænastur og kirkjuligar tænastur.
  • At altargangurin fer fram undir serligari og tryggari skipan, ið presturin er kendur við frá fyrru Covid-19 bylgju.
  • At dópsins sakramenti verður umsitið í góðum samskifti við tey avvarðandi uttanfyri gudstænastuna / hámessutíð. Tey, ið eru til staðar í dópsløtuni, eru: Foreldur, systkin, ommur og abbar, faddrarnir og tey allar nærmastu. Í mesta lagi 30 – 50 fólk alt eftir støddini á kirkjuni.
  • At brúðarpørini til kirkjuliga vígslu verða kunnað um galdandi ásetingar. At hámarkið fyri vitjandi í kirkjuni undir vígsluni verður hildið. At frástøðan verður hildin.
  • Sóknarpresturin hevur evstu ábyrgd av tí, sum fer fram í kirkjuni við atliti at gudstænastu, dópi, vígslu og jarðarferð. Tað merkir, at sóknarpresturin sum embætismaður (m/k) er myndugleikin.

Nr. 5 – Mett verður ráðiligt:

  • At kirkjukaffi, ervi og hugnaløtur kunnu verða í kirkjukjallarum og kirkjuhúsum. Tilmælini um frástøðu, reinføri og fólkatal skulu haldast.
  • At smærri konsertir kunnu verða í kirkjunum. Tilmælini um frástøðu, reinføri og fólkatal skulu haldast. Harafturat skulu tríggjar tær fremstu beinkirnir standa tómir. (Sí eisini tað, ið skrivað stendur um KONSERTIR).
  • At sálmabókin verður bert nýtt til gudstænasturnar (hámessuna) sunnudag.
  • At kirkjan eftir avtalum og skipaðum viðurskiftum er opin fyri ferðandi.
  • At vøggusálmasangur kann vera í kirkjuni sambært tilmælunum, t.d. reinføri. Frástøðan skal vera 2 metur ímillum tey luttakandi, meðan sungið verður.
  • Annað barnavinarligt virksemi og fyrilestrar kunnu fara fram í kirkjuni. Eyðvitað mega almennu tilmælini haldast.

Nr. 6 – Hámarkið / fólkið skipað í bólkar
Hámarkið fyri at savnast á einum staði er framvegis 100 fólk. Treytað av, at kirkjuráðið skipar kirkjurúmið í bólkar (sektiónir), ið als ikki møtast ella ganga hvørt um annað, letur tað seg gera at hækka fólkatalið í kirkjuni nakað.

Mett verður, at hetta krevur dupulta manning av kirkjutænarum til hvørja gudstænastu. Tænararnir kunnu leiðbeina kirkjufólkið við atliti at sæti, fjarstøðu og trygd.

Um vit nýta Vesturkirkjuna sum dømi, vil tað siga:

  • Tey, ið sita høgrumegin í skipinum, halda seg á sínari rók. Tá ið gudstænastum er liðug, fara tey fyrst út úr kirkjuni og byrja frá aftasta beinki. Gingið verður út fram við útvegginum. Miðgongin verður ikki nýtt á veg út úr kirkjuni.
  • Tá ið fólkið høgrumegin er komið út úr kirkjuni, fara tey, ið sita vinstrumegin í skipinum út úr kirkjuni og byrja við aftasta beinki. Gingið verður út fram við útvegginum. Miðgongin verður ikki nýtt á veg út úr kirkjun.
  • Í triðja lagi fara tey, ið sita í kórinum, út úr kirkjuni eftir miðgongini.
  • Í fjórða lagi fara tey á loftinum út úr kirkjuni.
  • Tey, ið sita í kjallaranum, koma inn og út gjøgnum dyrnar í kjallaranum.

Nr. 7 – Kirkjur nevndar við navni / tilmæli
Treytað av skilvísari mannagongd, metir læknafrøðiligi myndugleikin tað ráðiligt, at hámarkið /fólkatalið í teimum stóru kirkjunum verður hækkað. Tað sama er galdandi fyri kirkjur, ið hava kirkjuhús ella kirkjukjallara. Neyðugt er at gera ein serstaka skipan fyri ta einstøku kirkjuna.

Meginreglan er hin sama í øllum kirkjunum í landinum, t.d. reinføri og frástøða. Tá ið gudstænastan er liðug, verður farið út úr kirkjuni á tann hátt, at fólkið á teimum aftastu beinkinum  fyrst fer út úr kirkjuni og skjótast gjørligt út úr forkirkjuni.

Tað er týdningarmikið, at fólk, ið sita á einum staði í kirkjuni – í skipinum, á loftinum ella í kjallaranum – ikki koma í samband við tey, ið sita aðrastaðni alla ta tíð, tey eru undir taki. Tað merkir at sitið verður í bólkum, og at bólkarnir ikki koma í samband hvør við annan.

Umráðandi er við góðari leiðbeining og stýring, hvussu fólkið situr og fer út aftur úr kirkjuni. Tað er av størsta týdningi, at viðurskiftini verða væl skipað, og at ásetta talið verður hildið. Hvør kirkja ger sær eina mannagongd í hóskar til kirkjuna á staðnum, soleiðis at øll tilmælini verða hildin.

Staðiliga verður heitt á kirkjuráð, sum nú koma at varða av kirkjum við fleiri enn 100 sitiplássum, at tey skjótast til ber senda dómpróstinum – domprost@kirkjan.fo – eitt yvirlit, ið sigur frá hvussu kirkjan skipar seg.

Christianskirkjan (skipið, síðuskipini, svalarnir og kjallarin) 330 fólk.
Fuglafjarðar kirkja (skipið, síðurúm, loftið og kjallarin) 220 fólk.
Gøtu kirkja (skipið, síðurúm, loftið og kjallarin) 220 fólk.
Glyvra kirkja (skipið (eldra), skipið (yngra)) og loftið 200 fólk.
Fríðrikskirkjan (skipið, loftið og kjallarin) 220 fólk.
Skála kirkja (skipið, loftið og kjallarin) 150 fólk.
Norðskála kirkja (skipið, hølið handan altarið, loftið og loftsstovan) 150 fólk.
Vestmanna kirkja (skipið, loftið og kjallarin) 120 fólk.
Vesturkirkjan (skipið, kórið, loftið og kjallarin) 250 fólk.
Argja kirkja (skipið og fundarhølið) 120 fólk.
Hoyvíkar kirkja (skipið, konfirmantsstovan og kjallarin) 300 fólk.
Miðvágs kirkja (skipið, loftið og kjallarin) 150 fólk.
Hvannasunds kirkja (skipið og kirkjuhúsið) 100 fólk.
Sjóvar kirkja (skipið, loftið og kirkjuhúsið) 150 fólk.
Sørvágs kirkja (skipið og kirkjuhúsið) 130 fólk.
Sandavágs kirkja (skipið, loft og svalarnir) 130 fólk.
Kvívíkar kirkja (skipið og skrúðrúmið) 100 fólk.
Havnar kirkja (skipið, svalarnir og kirkjuhúsið) 220 fólk.
Tvøroyrar kirkja (skipið, svalarnir og loftið) 200 fólk.
Vágs kirkja (skipið og loftið) 150 fólk.

Útgangur
Omanfyri nevndu tilmæli eru viðgjørd við læknafrøðiligan myndugleika í viku 43/2020. Ætlanin er at koma við nýggjum Covid-19 tilmæli galdandi fyri jólini einaferð í viku 50/2020.


Tórshavn 21. oktober 2020.

Uni Næs, dómpróstur     
Jógvan Fríðriksson, biskupur