Tilmæli um jólini og ársskiftið 20/21.
Sum áður fráboðað hevur leiðslan í fólkakirkjuni mælt til, at ongar gudstænastur verða í kirkjunum jólaaftan og jóladag.
Tilmælið bygdi á tíðindafund Løgmans tann 14. desember 2020, har støðan við atliti at Covid-19 og jólahaldi var umrødd.
Leiðslan í fólkakirkjuni hevur í dag enn einaferð mett um støðuna. Vit hava verið í samskifti við læknafrøðiligan myndugleika, nú talið av smittaðum er komið uppá 35. Í grannalondunum er gongdin við atliti at Covid-19 álvarsom.
Vegna vaksandi smittu verður tilmælið víðkað. Mælt verður til, at ongar gudstænastur verða í kirkjunum jóladag, 2. jóladag, jólasunnudag, gamlaársdag og nýggjársdag.
Tær kirkjuligu tænasturnar annars – dópur, brúðarvígsla og jarðarferð – fylgja tilmælinum frá leiðslu kirkjurnar dagfest 21. oktober 2020.
Við tøkk fyri gott samstarv verður tykkum ynskt eini gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjar!
Tórshavn 24. desember 2020
Uni Næs, dómpróstur
Jógvan Fríðriksson, biskupur