Tilmæli
við atliti at signing av borgarliga stovnaðum hjúnalagi
á donskum máli í eini føroyskari kirkju
Nú í tíggju ár hevur umsitingin av fólkakirkjuni verið á føroyskum hondum. Tað kirkjuliga økið, ið nemur liturgi og ritualir er umfatandi. Nakað liggur á láni, meðan annað er væl ávegis. T.d. er Altarbókin, ið er roynd í kirkjunum í nøkur ár, í Mentamálaráðnum til góðkenningar í sambandi við løggilding.
Í 1938 setti Kirkjumálaráðið í Keypmannahavn eitt ritual í gildi við atliti at signing av borgarliga giftum hinskyndum pørum. Hetta ritualið er framvegis galdandi. Tess vegna kann biskupur ikki nokta sóknarprestunum at nýta tað danska ritualið.
Prestarnir kunnu sostatt signa hinskynd pør, ið eru borgarliga gift, á donskum. Tað danska ritualið skal nýtast orðarætt. Einki frávik frá danska orðaljóðinum verður heimilað. Eingin leyslig umseting av ritualinum undir tí kirkjuligu tænastuni verður heimilað.
Biskupur hevur samskift við Rigmor Dam, landsstýriskvinnu, um hesi viðurskifti. Tað er ikki virðiligt móti hugsjónarfólkunum, ið gingu undan og vunnu føroyska málinum eitt sjálvsagt pláss í kirkjuni og í almennari umsiting, at vit í 2017 framhaldandi nýta danskt mál innan kirkjugátt. Einans í stakførum eiga vit at nýta fremmant mál í fólkakirkjuni, sum heimilað er í lógarverki fólkakirkjunnar.
Biskupur metir tað vera stak óheppið 500 ár eftir trúbótina og tíggju ár eftir yvirtøkuna av málsøkinum Fólkakirkjan, um vit í teimum føroysku kirkjunum nýta donsk ritual á donskum máli til signing av føroyskum pørum.
Í svarskrivi til biskupin sigur landstýriskvinnan í brævi dagfest 9. juni 2017: “Annað mál er, at onki er at taka seg aftur í, at síðan 1938 hevur danskt mál í so at siga øllum pørtum av samfelagnum í heilt avgerandi mun mist virkisøki, meðan føroyskt hevur vunnið fram.
Uttan mun til at tað hevði verið í fullum formligum samljóði við galdandi lógir og skipanir her á landi, kann hendan sannroynd tala fyri, at tað hevði kunnað kenst undarligt – í onkrum førum kanska beinleiðis margháttligt – um ritual vórðu framd á donskum, uttan í teimum serstøku førum, sum tygum umrøða, og sum heimild er fyri í § 2 í lógini um at brúka kirkju og um limaskap í fólkakirkjuni.”
Biskupur metir, at eitt borgarliga gift hinskynt par, har bæði tvey eru limir í fólkakirkjuni, hevur rætt til signing á donskum, um tey ynskja tað. Fólkakirkjan hevur eitt ritual á donskum máli til hesa tænastu. Er einans annar makin limur, kann sóknarpresturin bera seg undan.
Harafturat metir biskupur, at signing av hinskyndum borgarliga giftum er sera óheppin við atliti at diskriminatión. Tað er líka mikið, um fólkakirkjan diskriminerar á føroyskum ella fremmandum máli. Biskupur er ímóti diskriminatión, og tess vegna er boðað frá, at fólkakirkjan í framtíðini, tá ið tað komandi orðaskiftið kemur til eina niðurstøðu, eigur at signa øll borgarliga gift pør ella einki par. Antin øll ella einki.
Biskupur mælir sóknarprestunum til at samskifta virðiliga við øll menniskju og øll pør. Mæli sóknarprestunum til gjølla at kunna tey borgarliga giftu hinskyndu, ið ynskja signing, um ta álvarsomu støðuna hjá fólkakirkjuni við atliti at hesi tænastuni.
Sóknarpresturin kann verða settur í eina óhepna støðu við ynskinum um signing av borgarliga giftum hinskyndum pørum, meðan tey samkyndu, ið eru gift borgarliga, verða hildin uttanfyri. Tað minnir um diskriminatión, ið sóknarpresturin møguliga er noyddur at útinna við heimild í løgtingslóg og almennum regluverki.
Tilmælið ljóðar soleiðis:
Biskupur mælir sóknarprestunum til í minst møguligan mun at nýta tað danska ritualið til signing av borgarliga giftum hinskyndum pørum.
Krevur eitt hinskynt par sín rætt, skal tænastan fult út verða framd samsvarandi danska ritualinum frá 1938.
Tórshavn 28. juni 2017
Jógvan Fríðriksson, biskupur