Skriva út

Tign innan kirkjugátt

27.06.2014 Tíðindi
Tign innan kirkjugátt (2)

Tónlist – nakað um tónleik í kirkjuni.
 
Tað gamla slitsterka orðið verður tikið fram, tá ið tónlist ella mentanarlig átøk fáa innivist í kirkjuni. Orðið er mettað og fyllir nógv í tilvitsku kirkjunnar. Verður eitt tiltak mett tignarligt, so er valla neyðugt at siga meira. Er metingin tvørrandi tign, so er málið aloftast avgreitt uttan málsviðgerð.

Men so einfalt er tað í roynd og veru ikki í eini skipan, ið byggir á gjøgnumskygni, opinleika og fólkaræði. Vit mega sakliga grundgeva og meta um. Vit mega virða tey ymisku sjónarmiðini og síðani koma til eina niðurstøðu.

Kirkjan, t.e. kirkjuliðið, er samfelag teirra heilagu. Kirkjan er grundfest í tí æviga. Orðið um Jesus er kjølfesti og innihald kirkjunnar. Orðið um Jesus í sakramentum, tænastum og atferð. Mær tykir, at tað er tað heilaga innihaldið, ið er tignarligt og skapar ta siðvenju og hugsan, at vit ynskja tign í kirkjuligum umhvørvi. Virðingin fyri tí heilaga í orði, baði og borði skapar eina siðvenju, ið er sømilig og tignarlig.

Kirkjan, t.e. bygningurin og húsið, kemur við vígsluni í nánd av tí heilaga og verður halgað. Sum staðið, ið er halgað tí heilaga, nemur kirkjan nakað av somu tign, ið tann heilagi Guð hevur. Kirkjan er sum hús eitt heilagt hús, halgað honum, ið er tignarligur. Og tign hins evsta og hægsta myndar kirkjuna sum hús í umhvørvi og nýtslu.

Í lóg nr. 42 frá 26. mai 2008 um at brúka kirkjurnar stendur: “Í kirkjuni skal spekt og sómi valda. Har skal onki vera ella fara fram, sum stríðir ímóti teirri tign, sum eyðkennir kirkjuna.”

Tey seinastu árini eins og áður hava vit upplivað tað gleðiliga, at kirkjan sum kirkjulið og kirkjan sum hús eru vorðin áhugaverd og mynda ein part av hugsan fólksins. Fólk hava eina hugsan um kirkjuna við atliti at innihaldi. Fólk hava eina áskoðan á kirkjuna við atliti at bygninginum og teim møguleikum, ið húsið rúmar ella kann rúma.

Ikki minst fáa tiltøk sum konsertir, kór og tónlist drúgva umtalu í tí almenna rúminum. Eyðvitað er hetta ein týðandi listagrein í føroyskari kirkjusøgu. Biskupur metir, at vit sum kirkja ikki hava verið nóg dugnalig at umtala henda partin av innihaldi kirkjunnar. Biskupur tekur í egnan barm og ásannar, at heldur ikki leiðslan í fólkakirkjuni hevur givið sanginum, sálmunum og tónlistini tey kor og tær sømdir, sum henda greinin av kirkjulist eftir mínum tykki hevur uppiborið.

Vit eru farin at meta um og eftirmeta gongdina tey seinastu árini. Mær tykir, at listin innan kirkjugátt má lýsast og greinast, so vit vita og umtala ístaðin fyri at gita og tosa.
Hetta arbeiðið tekur drúgva tíð. Nakað kemur alment fram, meðan mál eru til viðgerðar og verða eftirhugd. Hugsanin er, at skrivar biskupur, ja so tekur onkur annar táttin upp og gevur eitt við- ella mótspæl. Alt í góðum anda og høviskum tónalagi, so tignin í kirkjuni verður varðveitt í orði og samtalu, tá ið vit umrøða tónlist, sálmar og mentan innan kirkjugátt.

Hesin stutti lesturin hevur eitt høvuðsendamál. Biskupur metir, at vit eiga at hava virðing fyri øllum, ið onkursvegna nýta ella ynskja at nýta kirkjuna. Vit mega hava virðing, sjálvt um vit eru ósamd og halda, at henda ella handa listagreinin sømir seg minni væl í eini kirkju. Umtalan má verða virðilig, tí annars traðka vit á ta tign, ið vit ynskja at eira og verja.

Mær hóvar ikki, at tónin verður skerpaður móti tónleikarum, ið einans nýta síni ríku evni og gávur. Tónleikarar eru eins siðiligir og virðiligir og vit, ið hava myndugleikan á tí kirkjuliga økinum t.e. kirkjuráð, sóknarprestar, dómpróstur og biskupur.
Mær hóvar ikki, at tónin verður óvirðiligur móti tónlist og tónleikarum eina vegna tess, at okkum ikki hóvar ta ávísu tónlistina ella tónlistarliga stílin, ið spældur verður.

Ávís ljóðføri og sløg av tónlist eru ikki avgerandi fyri støðutakan biskupsins. Ístaðin eiga vit at spyrja, hvat ið vit vilja við ljóðførinum og tónleikinum. Tað kann hugsast, at vit í fólkakirkjuni hava eina smala fatan av, hvørji ljóðføri gagna boðskapinum um Jesus og lovsanginum til Harrans æru.

Í grein 7 í Augsburgsku Trúarjáttanini, ið er partur av trúarjáttan føroysku fólkakirkjunnar, stendur: “Somuleiðis læra tey, at tað altíð fer at vera ein heilag kirkja. Men kirkjan er samfelag teirra heilagu, har evangeliið verður boðað reint, og farið verður um sakramentini á rættan hátt. Til sanna einleika kirkjunnar er tað nóg mikið at vera samd um at boða evangeliið, og hvussu farið verður um sakramentini. Tað er ikki neyðugt, at tað allar staðir eru somu mannasiðir og halgisiðir og kirkjusiðir, ið menniskju hava fyriskipað...”

Í grein 15 stendur: “Um kirkjusiðir læra tey, at teir siðir eiga at verða varðveittir, ið kunnu varðveitast uttan synd, og sum tryggja frið og gott skil í kirkjuni...

Tey verða eisini mint á, at mannasiðir, fyriskipaðir at tekkjast Guði, at vinna sær náðina og gera fulnað fyri syndina, eru ósambæriligir við evangeliið og trúarlæruna...”

Áhugaverdur lestur frá 16. øld eftir Kristi føðing. Í kirkjuni er nakað, ið hevur avgjørdan týdning og nakað, ið hevur minni týdning. Orðið um Jesus hevur størsta týdning, eisini orðið í sakramentum, tænastum og gerðum.

Ætlanin er at arbeiða fram ímóti greiðari reglum á økinum enn tað regluverk, ið er til skjals í dag. Tað arbeiðið byggir á tað fólkaræðisliga grundarlagið, ið eyðkennir skipan fólkakirkjunnar.

Sjálvt um urgan er drotningin millum ljóðføri, so kann tað hugast, at onnur ljóðføri eru gagnlig og tignarlig eins og ternurnar í kongsins borg, har tær ganga drotningini til handa.

JF.