Skriva út

Tign innan kirkjugátt.

20.06.2014 Tíðindi
Tign innan kirkjugátt.

Tey seinastu nógvu árini, ja langt áðrenn yvirtøkuna av umsiting Fólkakirkjunnar í 2007, hava vit havt mangt ymiskt á skránni í føroysku kirkjunum. Nú er summar, og upplagt er at nevna tær mongu framførslurnar, ið Summartónar hava skipað fyri í mong Harrans ár.

Nógv eru tey, ið fegnast um nýggj og áhugaverd tiltøk. Onnur øtast og rista við høvdinum. Uppaftur onnur spyrja, nær fara vit ov langt, og hvagar liggur leiðin?

Í flestu førum verður spurt, hvar er biskupur? Hvat sigur biskupur?

Uttan verjurøðu verður staðfest, at tað er tann staðbundni myndugleikin, ið hevur ábyrgdini av, hvat gongur fyri seg í tí einstøku kirkjuni. Kirkjuráðini eru fólkaræðisliga vald, og fólkið hevur valt ráðið. Í kirkjuráðnum er sóknarpresturin føddur limur, og sóknarpresturin eigur at leiðbeina kirkjuráðið.

Biskupur hevur talað at, um ikki ofta, so viðhvørt. Tað er ikki hugaligt at tala at, og tað er ikki altíð hugaligt at fáa hørð orð yvir sín kropp, orð, ið ikki eru formligi sannleikin.

Tess vegna fer biskupur í summar saman við øðrum at eftirmeta spurningin um tignina innan kirkjugátt.

Tign! Hvar er hon grundað. Hvør er hon? Hvørjum endamáli tænir tignin?

Tignin, tykist mær, eigur at vera staðfest og hildin í hevd. Tað er júst tað, ið lógin um at brúka kirkjuna staðfestir. Talan er um Løgtingslóg nr. 42 frá 26. mai 2008.

Í lógini stendur: “Í kirkjuni skal spekt og sómi valda. Har skal onki vera ella fara fram, sum stríðir ímóti teirri tign, sum eyðkennir kirkjuna.”

Lógin sigur greitt, at ábyrgdin at umsita, fara um og verja tignina liggur hjá kirkjuligu myndugleikunum á staðnum. Vit kunn t.d. nevna konsertir og annað.

Biskupur fer saman við øðrum at kunna kirkjuráðini og almenningin um tey formligu viðurskiftini. Neyðugt er at kenna lógina, tí tað er til ampa fyri tignina, um vit bera okkum óhøviskt at og einans tosa um mál og nýta skeiva adressu. Ábyrgdin er greið.

“Kirkjuráðið kann í kirkjuni skipa fyri øðrum kirkjuligum tiltaki enn gudstænastu og kirkjuligari tænastu. ..

Eru tiltøkini ... kirkjukonsert, kirkjuleikur ella annað listarligt tiltak, leggur kirkjuráðið biskupi avgerðina til støðutakan, ynskir limur í kirkjuráðnum tað. Avgerðin hjá biskupi er endalig.”

Biskupur hevur ábyrgd av at kunna um lóg, reglugerð og skipan. Við atliti at omanfyri nevnda øki byrjar hetta arbeiðið longu í summar.

Biskupur eigur ikki kirkjuna einsamallur og ætlar als ikki at virka sum um, at hann eigur kirkjuna einsamallur. Hinvegin gagnar tað øllum, at øll formlig viðurskifti verða hildin í eini kirkju, sum er ogn alra og Guðs.

Formliga er tað so, at avgerð kirkjuráðsins í mongum føri er endalig. Um einstakur kirkjuráðslimur ynskir, at málið verður tikið upp saman við biskupi, ja so er avgerðin hjá biskupi endalig.

Ein stór tøkk til kirkjuráðini, ið veruliga gera eitt gott arbeiði í 2014. Takki mongum øðrum fyri alla góða hugsan, ið vil kirkjuni og fólkinum tað besta. Guðs er ríki, og evsta tign tilkemur honum.

JF.