Skriva út
Tíðindaskriv frá IKTYS
04.06.2019 Tíðindi
Sum tykkum helst kunnugt, arbeiðir endurnýtsluhandilin IKTYS fyri Neyðhjálp Fólkakirkjunnar. Við teimum størri og betri hølunum í Vágsbotni, við longri upplatingartíðum, og við kortterminali eydnaðist tað í 2018 at senda gott 300.000 kr til tað alneyðuga hjálpararbeiðið fyri teimum, sum kring heimin eru verst fyri.
Handilin hevur nú opið kl. 11.00-17.30 mánadag til og við fríggjadag og 11.00-14.00 leygardagar. Fleiri enn 30 kvinnur skiftast um at røkja handilin.
Og nú hava vit brúk fyri fleiri fólkum, sum kunnu binda seg til at arbeiða 3-4 tímar um vikuna. Til ber at gera vart við seg í handlinum ella at ringja til Marjuna Bæk, tlf. 283448 ella Oddvør Johansen tlf. 519748.
Vinarliga
IKTYS
Onnur tíðindi