Skriva út
Tíðindaskriv frá Havnar kirkju Morgunandakt
18.10.2018 Tíðindi
Hósdagin 25. oktober frá kl.10.00 til 10.15 verður morgunandakt við sálmasangi, bíbiulestri og bøn í Havnar kirkju. Hetta er nýtt tiltak, sum kirkjan skipar fyri, og morgunandaktin verður eina ferð um vikuna, hvønn hósdag kl. 10. Tað eru prestarnir við kirkjuna, sum fara at skiftast um at hava andaktina.
Prestarnir og kirkjuráðið og eru samd um, at kirkjan er ov litið opin, serliga í vetrarhálvuni, tí umframt hámessuna sunnumorgun, er bert eitt annað fast tiltak á skránni, tað er “Nánd”, sum er triðja hvønn mikudag. Í summarhálvuni hevur kirkjan verið opin hvønn dag frá 1. mai til 31. august, serliga ætlað ferðafólkum. Eisini var konsertin “Matiné” hvønn leygardag, og hevur kirkjan verið væl vitjað í summar
Havnar kirkja, sum eisini er Føroya dómkirkja, og sum stendur vøkur í hjartanum í Havn, eigur at verða meira brúkt, og nú verður so skipað fyri morgunandakt hvønn hósdag kl. 10, við sálmasangi og einum góðum orðið við á degnum. Vit vóna at fáa góða undirtøku til eina meiningsfulla løtu i kirkjuni; ein og hvør er vælkomin, tí sum tað stendur á kirkjuklokkuni:
Eg ringi hvøll
Um hav og fjøll
Enn er rúm í Harrans høll
Komið øll
Prestarnir og kirkjuráðið við Havnar kirkju
Onnur tíðindi