Skriva út
Tíðindaskriv frá Føroyska Bíbliufelagnum
15.11.2012 Tíðindi
Bíblian handað føroyingum
Komandi mánadag, 19. nov., verður bíbliutýðingin eftir Kristian Osvald Viderø, prest, og Jákup Dahl, próvst, handað nýstovnaða Føroyska Bíbliufelagnum.
Norðurlandahúsið
Bíbliuhandanin hendir á samkomu í Norðurstovu í Norðurlandahúsinum 19. nov. kl. 10.00. Tá skriva formaðurin í Føroyska Bíbliufelagnum og aðalskrivarin í Danska Bíbliufelagnum undir 5 ára sáttmála.
Stýrið hjá Føroyska Bíbliufelagnum kemur at leiða og umsita arbeiðið hjá Bíbliufelagnum. Eftir 5 árum er málið at gerast sjálvstøðugur limur í Altjóða Bíbliufelagnum (United Bibel Society).
Forsetin í Bíbliufelagnum, biskupur Føroya, Jógvan Fríðriksson, kemur at bjóða vælkomin, formaðurin, Bergur D. Joensen lýsir gongdina at skipa sjálvstøðugt føroyskt bíbliufelag, og aðalskrivarin í Danska Bíbliufelagnum, Morten Thomsen Højsgaard, ber fram heilsu.
Hoyvíkar kirkja
Um kvøldið 19. november kl. 19.30 verður skipað fyri almennum hátíðarhaldi í Hoyvíkar kirkju. Morten Thomsen Højsgaard kemur tá at halda áhugaverdan fyrilestur undir heitinum ”Bíbliunnar framtíð”. Bíblian hevur eina forkunnuga søgu, og er komin longri út enn nøkur onnur bók, men hvør hennara framtíð kann verða er spennandi at frætta um. Hvør verður framtíð hennara í Norðurlondum? Og hvør um heimin?
Martin Joensen kemur at framføra nakrar av kendu sangum sínum hetta kvøldið, og biskupur kemur eisini at bera eina heilsu.
Undir hátíðarhaldinum verður kunnað um Føroyska Bíbliufelagið, og høvið verður at tekna seg sum lim í felagnum.
Stýrið fyri Føroyska Bíbliufelagið vónar bestu luttøku.
Øll eru hjartaliga vælkomin!
Onnur tíðindi