Skriva út

Tíðindaskriv frá Christianskirkjuni 22. mai 2013.

23.05.2013 Tíðindi
Tíðindaskriv frá Christianskirkjuni 22. mai 2013.

Altartalvan liðugt umvæld – timburið til arbeiðsgólvið verður selt.

Seinast í hesum mánaðinum verðu altartalvan liðugt umvæld og sett upp aftur omanfyri altarið.
Arbeiði hevur nú vart í átta mánaðir, og sigast má at væl hevur gingið við umvælingini.

Sjálv myndin er reinsað og førd yvir á haldførar plátur, so hon kann vera sum eitt prýði fyri kirkjuni og til gleði fyri kirkjufólkið í langa tíð framyvir.

Við reinsingini eru teir gomlu litirnir vorðnir klárari, eins og teir vóru, tá hon varð málað uppá veggin í dómkirkjuni í Viborg.

Ímeðan umvælingin er farin fram hevur verið skipað soleiðis fyri, at fólk hava kunna komið og fingið frágreiðing um umvælingararbeiðið.

Hetta verður nú eisini gjørt fyri seinastu ferð aftaná at altartalvan er komin upp at hanga, og verður tað mikudagin 5. juni.

Lýst verður nærri í miðlunum.

Arbeiðsgólvið til umvælingina, ið varð gjørt áðrenn arbeiðið fór í gongd, verður selt til hægstbjóðandi. Tilboðini skulu verða inni aðrenn kl. 18 mikudagin 29. mai, og skal tilfarið avheintast týsdagin tann 4. juni.

Kirkjuráðið í Christianskirkjuni