Tíðarfarið eitur »Vón«
Mars er hin stóri messumánaðurin í árinum við grækarismessu, pátriksmessu, bænadiktsmessu og mariumessu. Boð, ið siga, at nú er vár og vón um gróður, lýkku og at summar skjótt er í hondum
Pól á Kletti
poulkletti@hotmail.com
Í pálsmessusangi sínum yrkir skaldið Olivar á Ryggi um súluna, sum á hesum degi kemur við várvónum blíðum á baki. Fyrsti várdagur er 22. februar og vit eru nú farin um grækarismessu, sum er 12. mars, og pátriksmessu, sum er 17. mars. Fyri framman eru bænadiktsmessa (21. mars) og mariumessa (25. mars).
Pátriksmessa (17. mars) er hildin til minnis um írska halgimennið Sankta Pátrik, eisini nevndur Írlands ápostul. Hesin dagur verður ikki roknaður sum algongdur halgidagur í Føroyum, uttan í Mykinesi. At soleiðis hevur verið halda kønir menn vera, at Mykines hevur fyri størri írskum árini enn aðrastaðni í Føroyum. Seinni í tíðini hevur dagurin verið nevndur í sambandi við veðurspá; tí regnaði pátriksdag, fór summarið at roynast slævið.
Bænadiktsmessa verður hildin til minnis um Bænadikt úr Nursia, sum stovnaði eina munkaskipan (benediktinarordanin), ið skjótt breiddi seg víða um lond. Hann bygdi eitt tiltikið kleystur á Monte Cassino í Italia.
Dagur Bænadikts verður eisini nevndur vársjavndøgur. Tvær ferðir um árið eru sólin og jørðin staddar soleiðis hvør móti aðrari, at dagur og nátt eru líka long. Vársjavndøgur er vanliga 21. mars, men kann eisini verða 20. mars.
Mariumessa verður hildin til minnis um, at eingilin Gabriel bar Mariu moy tey boð, at hon skuldi føða heimins frelsara.
Mars er hin stóri messumánaðurin. Boð, ið siga okkum, at summar brátt er í hondum og at vónir eftir kulda og illveður nú í drúgva tíð eru um gróður og lýkku, smálomb og at flytifuglurin aftur fer at reiðrast her hjá okkum.
Á grækarismessu vita øll, at hetta er tjaldursdagurin og tessvegna eisini á ein hátt ein tjóðardagur, tá vit hava kosið henda fugl sum tjóðarfugl okkara.
Í HESUM DØGUM, nú fólk ikki torga út fyri dyr av ótta fyri at verða smittað av coronusóttini, sum herjar um allan heim og tekur lívið av summum og noyðir onnur í sóttarhald, er hetta tíðarfarið, sum vit nú eru á ein vón um bata.
Tað er um veturin at sóttir og krímsjúkurnar herja. Í øllum førum um okkara leiðir tykjast tær at trívast væl vetrarmánaðirnar. Vit hava hoyrt um sponskusjúku, sum fyri hundrað árum síðan beindi fyri bæði ungum og gomlum. Sjálvt amtmanninum Victor Stahlschmidt tók hon lívið av, bara nøkur í tríati ára gamal. Sjálvur minnist eg hongkongsjúkuna, sum gekk veturin 1969-70. Hon hevði lungnabruna og nógvan fepur við sær. Nógv fólk, ið rakt vórðu, toldu hana ikki og sigldu av; mest eldri fólk.
Eg búði tá úti í Hesti, har mong eldri fólk vóru. Nøkur fólk í bygdini vóru fyrivarin og fingu Álv av Kák, kommunulækna, at koma út í Hest at vaccinera. Og sum rímiligt var tóku mong – serstakliga eldri fólk ‒ av hesum tilboði. Eg var ungur og varð ikki vaccineraður, men eg varð kortini ikki smittaður.
»Várið kemur, hækkar sól, / fannir tiðna, grønkast ból«, yrkir Jákup Dahl. At sólin hevur lekjandi mátt, tað vita vit. Hon er hin tænari sterki, sum Gud sendir okkum við geislum sínum, og sum sjálvur sjóvarbóndin Jens Hendrik Djurhuus kvøður um í Gudbrandskvæði sínum:
Vilt tú skoða sannan Gud,
skoða tá hans verkið,
lít tær móti eystri upp,
har kemur hans tænari sterki.
Tann dag, hesin tænari Guds ikki verður okkum til handa, tá er alt lív á fold sloknað og allur gróður følnaður og fallin av. At tað einaferð hendir, er vísindin ivaleys um. Spurningurin er bara nær.
GRÆKARISMESSA hevur navn eftir Gregor Mikla, páva, sum doyði 12. mars 604. Hann skipaði fyri mongum ymiskum geramálum og gav boð og fyriskipanir um lívið í kirkjuliðunum og hjá hinum einstaka. M. a. sigst hann at hava fingið í lag »gregorianska kirkjusangin«, sum føroysku kingoløgini sigast vera sprottin úr.
Sum halgidagur hevur grækarismessa verið hildin í Føroyum í gomlum døgum. Seinni mishalgidagur. Á okkara døgum hevur dagurin, sum nevnt, fingið dám av tjaldrinum, sum um hetta mundið kemur aftur til Føroya av pálmastrondum.
Henda dagin halda tey á summum plássum við skrúðgongum, samkomum, røðum og sangi. Hesaferð varð hetta av ongum vegna smittu vanda. Men í hjørtum okkara tóku vit undir við Jákupi Dahl, har hann tekur soleiðis til í tjaldurssangi sínum »Tjaldur ver vælkomið«:
Tú bert okkum boð um ein ljósari dag,
at nú er brátt summar í hondum.
Sangurin ber í sær ta vón, sum í okkum øllum býr, at tað tekur at sumra. Og tjóðskaparliga hevur yrkjarin eisini ta vón, at tað fer at lýsa í hjá fólkinum øllum.
Men Axel Tórgarð sigur í morgunlestri til grækarismessu, at sangurin hjá Dahl eisini kann takast sum mynd av hini kristnu vónini, ið ikki er bundin at árstíðunum ella treytað av tjóðskaparligum og øðrum væntanum. Ei heldur er hon bundin at tiltøkum, sum stórmenn og halgimenni og aðrir hava sett í verk og enn seta í verk.
»TANN KRISTNA VÓNIN býr undir boðskapinum um hann, sum opinberaði dýrd sína, og hon fer at ganga út, tá ið hann til fullnar opinberar dýrd sína í ævinleikanum,« sigur Tórgarð.
Vit eru von at siga, at har sum lív er, har er vón. Tann kristna vónin sigur beint tvørturímóti: har vón er, har er lív. Lívið í teim skiftandi viðurskiftunum her í verðini og lívið um aldur og allar ævir.
Tað er lívið, sum grækarismessa og tjaldrið boða, og tað er hann, Jesus Kristus, sum er »hin mikli«.
Syngið lívsins sigursljóð,
hvør ein tíð og hvør ein tjóð!
Lívið valdar øllum londum,
djúpum, fjøllum, dølum, strondum,
loftið háa, havi bláa!
(MYND)
Tað er lívið, sum messurnar og tjøldrini boða – við vón um ljósari tíðir.