Skriva út
Thorbjørn Egner var eisini sálmayrkjari
12.12.2012 Tíðindi
At Thorbjørn Egner hevur skrivað »Fólk og dólgar í Kardumummubýi«, »Dýrini í Valbakkaskóginum« og »Karius og Baktus«, vita bæði tey, sum í dag eru børn og tey, sum einaferð hava verið tað, og sum minnast aftur á fagrar løtur við hesum útvarpsleikum í barnasendingini hjá Útvarpi Føroya í 1960 og -70-árunum. Men at Egner eisini var sálmayrkjari, munnu fá hava givið sær far um. Í Sálmabók Føroya Kirkju er ein sálmur umsettur
Pól á Kletti
Mikudagin 12. desember eru liðin hundrað ár síðan norski teknarin, rithøvundurin, yrkjarin og tónasmiðurin Thorbjørn Egner var føddur. Sjálvur segði hann seg vera føddan tólvta í tólvta í tólv og legði so aftrat – klokkan tólv. Hann búði allar dagar í Oslo.
Í Noregi minnast tey hundrað ára dag Egners á ymsan hátt. Sum rithøvundur, yrkjari, myndlistarmaður og tónasmiður hevur hann havt stóran týdning fyri fleiri ættarlið, ikki bert í Noregi, men eisini uttanlands. Í Føroyum minnast vit serstakliga útvarpsleikirnar »Fólk og dólgar í Kardumummu« og »Dýrini í Valbakkaskóginum«. Og vit minnast eisini bókina og leikin »Karius og Baktus«, jassarnar báðar, sum hava lív og góðar dagar í munni teirra, ið nógv søtmeti eta, men afturfyri bora og høgga í tenninar og elva til pínu.
Verk Egners hava framvegis almennan áhuga. Bøkur hansara vera lisnar, sjónleikir spældir, vísur sungnar og løg spæld. Hann var ein sera fjølbroyttur listarmaður. Hann skrivaði og yrkti bæði fyri børnum og vaksnum, men tað er serstakliga børnini, hann hugsaði um og royndi at lívga við verkum sínum.
Eisini bygglist hevði hansara áhuga. Hann gav út tvær bøkur um húsasnið í Vågå og Rauland, sum hann sjálvur myndprýddi.
Bøkur hansara teljast í dag millum klassikararnar. Uttanlands eru tær komnar út í minsta lagi á tjúgu ymiskum málum.
Frásøgurnar í bókum Egners eru einfaldar, men í listarligum vavi eru tær fjølbroyttar við atliti til myndir, løg og tekst. Og hann tvinnir hegnisliga saman listarligt frælsi við uppalingarligar siðareglur. Hann hevur sjálvur myndprýtt bøkurnar.
Í roynd finnast hvørki hetjur ella skálkar í tí heimi, Thorbjørn Egner sum listarmaður leiðir okkum inn í. Í søgum hansara bera vit yvir við dovnum dólgum, lúnutum mostrum, svongum revum og vandamiklum kyktum. Bøkur hansara hava altíð eina javnvág millum hugflog og spæl øðrumegin og lættgongdan boðskap um tolsemi, rættvísi og miskunn hinumegin.
Javnbjóðis Astrid Lindgren eigur Thorbjørn Egner týðandi sess innan norðurlendskar barnabókmentir.
At Thorbjørn Egner var ein fjølbroyttur listarmaður, munnu tey flestu vera samd um. At hann eisini var sálmayrkjari, munnu fá hava givið sær far um. Men tað var hann. Í Sálmabók Føroya kirkju er sálmurin »Eg haldi saman hendur, Guð« (yrktur 1948). Týtt hann hevur Steingrím Niclasen.
Sálmurin er hesin:
Eg haldi saman hendur, Guð,
í tøkk og bøn til tín.
Gev øllum heimsins børnum lut
í tí, sum var til mín.
Verj øll við tíni sterku hond
mót hungurs harða deyð’.
Gev børnum um øll heimsins lond,
at eingin líður neyð.
Halt kríggi, sóttum, svulti við,
o, faðir, okkum frá;
og veit tú øllum trygd og frið
í hvørji heimsins vrá.
Thorbjørn Egner andaðist jólaaftan 1990.
Onnur tíðindi