Skriva út

Theodor: - Sálmurin kom mestsum av sær sjálvum

01.12.2017 Tíðindi
Theodor: - Sálmurin kom mestsum av sær sjálvum

HOYVÍK: Vit hava sæð tað so mangan, - at prestar duga annað enn at skriva góðar prædikur, skipa fyri gudstænastum og øðrum tiltøkum í kirkjuni, og vitja gomul og sjúk.
Summir teirra hava skrivað bøkur, granskað, fingist við tónleik, politikk, arbeiði innan missión og onkur enntá spælt fótbólt á besta liðnum í bygdini, bara fyri at nevna nakað.
Og so eru tað uppaftur aðrir, sum hava fingið evni at skriva góðar og sigandi sálmar um tað evnið ella ta hendingina, sum upptók teir júst ta ávísu løtuna.
Ein teirra, sum í øllum førum hevur roynt seg sum sálmaskald er Theodor Eli Dam Olsen, sum í kirkju okkara virkar bæði sum orlogsprestur og sóknarprestur í Suðurstreymoyar norðara prestagjaldi.
Sum sóknarprestur við Hoyvíkar kirkju var hann sjálvsagdur partur av hátíðarhaldinum sum varð hildið 5. november í ár, tá 10 ár vóru liðin síðani kirkjan varð vígd.
- Eg setti mær fyri at geva mítt íkast til hetta hátíðarhaldið við at skriva ein sálm. Ja, hesin sálmurin varð í roynd og veru til umborð á einum flogfari, sigur Theodor E. D. Olsen.
Sálmurin ”Saman um tað góða” varð sjálvandi sungin henda dagin undir hátíðargudstænastuni í Hoyvíkar kirkju.


IKKI PLÁSS
Theodor hevur verið virkin alla sína ungdómstíð við at skriva bæði í bundnum og óbundnum máli.
- Eg havi eisini yrkt eitt sindur millum ár og dag, greiðir hann frá.
Longu í barnaskúlanum var Theodor við til at geva eitt blað út. Og tá hann seinni tók studentsprógv í Hoydølum kom onkur yrking á prent, tá hann var blaðstjóri á skúlablaðnum ”Vitin”.
Onkrar av yrkingum hansara og fleiri søgur eru prentaðar í ”Mín Jólabók”, eins og Theodor hevur skrivað sangir til føðingardagar og veitslur. Og lesararnir av Kirkjutíðindum hava eisini havt høvið at lesa onkran av sálmum hansara.
- Ja, eg sendi eisini inn onkra týðing til nevndina, sum ritstjórnaði ískoytinum til Sálmabókina.
- Men tey hava helst havt ivaleyst av tilfari at velja millum, og tí fekk mítt íkast ikki pláss her, sigur hann við einum brosi.

YRKTUR Í FLOGFARI
Aftur til 10 ára dagin í Hoyvíkar kirkju. Undan hesi stóra degnum kirkju hugsaði Theodor eitt sindur um, hvussu sálmurin skuldi ljóða, og ikki minst hvat lag hann skuldi velja til hann.
Lagið kom rættiliga skjótt. Tað skuldi vera eyðkennislagið til sendingina ”Credo” hjá Armgarð Arge í Kringvarpinum – Sum ígjøgnum sorta skíggja. Og orðini, tey komu í roynd og veru eisini skjótt niður á blað.
- Ja, hesin sálmurin kom mestsum av sær sjálvum, og íblásturin fekk eg eisini júst við Hoyvíkar kirkju.
- Í fyrstu syftu yrkti eg sálmin í flogfarinum millum Føroyar og Danmark, - so tað gekk rættiliga skjótt fyri seg. Aftaná fínpussaði eg hann eitt sindur, til tað sum hann bleiv til, greiðir Theodor frá.
Og hann leggur aftrat:
- Til ein sálm krevst sjálvandi dygd og at hann er gudfrøðiliga í lagi. Um tað ger seg galdandi fyri henda sálmin, mugu onnur meta um.
- Men eg haldi so avgjørt, at kirkjufólkinum dámdi hann væl.

Orð: Snorri Brend
Mynd: Hoyvíkar kirkja/Alnótin







Her er sálmurin:

Saman um títt orðið góða
komin er nú mannafjøld
andans flog skal songi bjóða
her vit reistu tínum tjøld.
Gleðin er tí stór í dag
hug læt koma væl í lag
aldist mál og virkishugur
vitni um í teim var dugur.

Gamalt hús í nýggjum lendi
fólksins kirkja skapti slóð
børnum tínum anda sendi
gleðiboð tók yvir lóg,
fyrigeving framtíð ber
Kristus millum okkum er
fermd við tínum góða boði:
lýsir heimi morgunroði.

Kirkja tín er lívsins ýti
kirkja er á ferð í verð
inn í okkum sjálv nú lítið
Faðir, hjálp til bjálkan ber
sjálvur sum hin minsti kom
vitja oss á ytstu trom
børnum bjarta bót vit boða
teg í næstans alski skoða.

Kirkja tín við torn’ og taki
skipi, kór’ og góðskugátt
siðvenjur við aldabaki
nýbrot við so komu brátt,
bygdin vaks seg upp um sýn
bygda víkin, hagi dvín
fjølgast her í fólkafeingi
íblástur úr andans meingi.

Øldir vístu kirkjuvegin
nes og tangi royndust dygg
enn hon lívgar sama megin
mentur hagi kirkju bygg,
fólk, ið liva síni tíð,
sorgarstund og bil so blíð
kirkja tín í felags favni
synir, døtur, tíni savni.

Upp úr tjarnarvatni stendur
upp úr tíni jørð er stoypt
hómast út um havsins rendur
til tín, Drott, vit eru doypt,
lýs tú okkum lív og leið
saman stunda hetta skeið
kirkja tín, várt aðalmiðið
tøkk for kirkju tína, sigið!

Vilja lívga hugans verki
fræg so bygdu tína lon
trúnni skap gav Andin sterki
á tín milda mannason
altarborð og keldufunt
her er tínum fólki unt
krúp’ til kníggja, kristin lærið
síggið Guð, tá næstar ærið.

Veingir vunnu verk á vali
millum skúla, høll og dal
ung og gomul, ættir ali
ferðamødd, sum sovna sæl,
halgidómur sýnir tá
at enn rennur lívsins á
blíðkar vit og hjørtu orni
náðin nýggj á hvørjum morgni.