Skriva út
Theodor prædikar á ólavsøku.
23.05.2014 Tíðindi
Tjóðarhátíð Føroya er ein myndandi partur av samleika Føroya. Ólavsøkudag verður Føroya Løgting sett, og ein nýggj tingseta byrjar. Tingfólk, landsstýrisfólk og embætisfólk ganga saman við prestunum skrúðgongu úr Løgtingshúsinum oman í Havnar kirkju og eftir gudstænastuna niðan aftur á Tinghúsvøllin.
Skrúðgongan er ein talandi siðvenja. Tað politiska og tað kirkjuliga hava tað til felags, at vit byggja land, menna landið og skapa virðir og innihald í lívi fólksins. Talan er um tilvitað samstarv, har bæði tað politiska og kirkjuliga vara av hvør síni uppgávu og virða rættin hvør hjá øðrum á givnum málsøki.
Føroya Løgting stjórnar samfelagnum og leggur við lóggávu lunnar undir virki kirkjunnar í lóg og reglugerð, meðan prestarnir og leikfólkið taka sær av innaru virðum kirkjunnar, t.e. boðan av gleðiboðskapinum, sálarrøkt og kristnum mentanar virðum.
Ólavsøkudag hugsar Fólkakirkjan breitt og er rúmsátt. Tann samlaða kristna fjøldin eins og alt fólkið í Føroyum. Gudstænastan er almenn og ber brá av, at kirkjan ikki einans hýsir samsintum, men fólkinum øllum.
Tað er mangan áður sagt, at tey kristnu virðini hava ment samfelagið við atliti at huglagi og fólkaræði. Eitt framkomið samfelag byggir fyrst og fremst á menniskjansligar førleikar við støði í lívsfatan, átrúnaði og sjálvsmynd. Fólkið skapar virðir. Júst tað menniskjansliga er kirkjunnar øki saman við mentan, list og skapandi evnum fólksins. Kirkjan eigur at vera sosialt tilvitað og verja rætt teirra veiku og minnu mentu.
Júst hetta minnast norðmenn í ár, nú teir hátíðarhilda 200 ára dagin hjá norsku grundlógini. Tey veiku, ið áður vórðu sett uttan fyri bøgarðin at bíða eftir deyðanum, hava nú á døgum sjálvsagdan rætt til lívið. Virði og mannvirði eru ikki til umrøðu í dagsins samfelag, - tey eru sjálvsagdi lutur alra.
Tað er tann elsti av teimum ungu prestunum í embæti í føroysku fólkakirkjuni, ið ikki áður hevur prædikað á ólavsøku, ið prædikar ólavsøkudag. Ikki færri enn 7 ungir prestar eru á listanum, og elstur teirra við atliti at starvsaldri er Kvívíksprestur.
Vit ynskja Theodori Eli Dam Olsen sóknarpresti eydnu og Guðs signing við prædikuni á tjóðardegi Føroya.
JF
Onnur tíðindi