Skriva út

Tey venda ikki hin vangan til

21.07.2022 Tíðindi
Prestar Venja I Nesvik 3 1600X1200

Í morgun var Trúboðin við til venjingina hjá Kirkjuliðnum, sum vandi í Nesvík. Her høvdu tey sett hvør øðrum stevnu, tí at stór avbjóðing bíðar teimum hin 27. juli í Gundadali.

Eins og fyri ári síðani, so verður nevniliga bríkslað fyri dystinum, ið tey nevna “Dysturin millum lógkøn og hálshvít”.

Lagið var gott tá tey møttu, summi úr høvuðsstaðnum, onnur úr eystri og vestri. Byrjað varð við morgunmati og taktikfundi. Trúboðin skilti, at dentur varð lagdur á, hvussu Kirkjuliðið best kundi steðga teimum báðum Jóhannisi og Djóna Joensen, sum báðir hava landsliðsroyndir og hvussu bólturin á bestan hátt kann lirkast framvið Christani í málinum.

Prestarnir ótu morgunmat og hildu taktikk-fund í Nesvík undan stórdystinum á Ólavssøku.

Tá ið Nemus N. Djurhuus bríkslaði dystin av í fjør, stóð á jøvnum 3-3. Brotssparkskapping skuldi tí til fyri at avgera dystin, sum politikararnir at enda vunnu. Og hóast arbeiðsgevarin hjá prestunum talaði um náði og fyrigeving, so skiltist á øllum prestunum, at her verður einki við at venda hin vangan til. Prestarnir ætla sær at hevna tapið í fjør.

Tá ið Nemus N. Djurhuus bríkslaði dystin av í fjør, stóð á jøvnum 3-3. Brotssparkskapping skuldi tí til fyri at avgera dystin, sum politikararnir at enda vunnu. Og hóast arbeiðsgevarin hjá prestunum talaði um náði og fyrigeving, so skiltist á øllum prestunum, at her verður einki við at venda hin vangan til. Prestarnir ætla sær at hevna tapið í fjør.

Tiltakið í fjør var ætlað sum ein sokallaður charity-dystur, ið skuldi skaffa pening til og varpa ljós á ungdómsverkætlan hjá Bláa Krossi Føroya. Tiltakið var væleydnað og væl av fólki møtti. Og saman við ónevndum stuðlum, kundi tiltakið lata verkætlanini kr. 35.000. Hesaferð verður eisini stuðul latin.

– Undan dystinum í fjør avgjørdu vit, at um tiltakið varð afturvendandi, so skuldi stuðulin í ár latast Beranum, sum ger eitt týdningarmikið arbeiði millum tey, ið hava mist. Og vit fegnast um at fyritøkur og einstaklingar aftur í ár vilja lata stuðul til manngott verk. Hesum bera vit eina hjartans tøkk, sigur Ovi Brim prestur.

Á berin.fo ber til at lesa, at Berin m.a. skipar fyri sorgarbólkum fyri børnum og ungum, sum hava mist ein av sínum nærmastu, sorgarbólkum fyri foreldrum, ið hava mist børn, bjóðar ókeypis samtalur við sálarfrøðing og veitir ráðgeving, stuðul og vegleiðing. So stuðulin verður latin góðum endamáli, má sigast.

Trúboðin heldur, at evropadystir og Betrideilidin eru lítil í mun til hetta. Ímyndið tykkum: Steintóra Erhardsdóttir, sum vísir Djóna N. Joensen hvar skápið skal standa, Maria Summers, sum skumpar Bárð á Steig Nielsen til viks og Jákup E. Petersen sum takklar Ruth Vang. Tað kann sjálvandi eisini verða øvugt, men fólkið í Nesvík heldur við prestunum, ella Kirkjuliðnum, sum teir kalla seg.

Dysturin verður spældur á ovara vølli í Gundadali 27. juli kl. 19.00. Tiltakið er ókeypis.

Kelda: trubodin.fo