Tey ungu seta spurningar – og vilja hava svar
SMÁKONFIRMANTAR: - Hesi 9 til 10 ára gomlu er ein sera góður aldursbólkur at arbeiða saman við. Ja, tey vilja fegin læra alt møguligt - og so seta tey so sanniliga eisini spurningar, sum vaksin eru ov smæðin at seta!
Ein av uppgávunum sum presturin, Jákup E. Petersen hevur í tí dagliga, er at undirvísa smákonfirmantunum á Eiði og Norðskála.
Hóast tað krevur bæði fyrireiking og sín mann – les: prest – at røkka hesum málbólkinum og gera undirvísingina spennandi og viðkomandi, so er hetta ein sera hugaligur gerningur hjá presti.
- Ja, tey koma sera glað og spent í kirkjuna í ein tíma beint eftir skúlatíð. So tað ..., sigur Jákup, sum er fyribilssettur sóknarprestur í Eiðis prestagjaldi fram til 30. juni.
Tíðin við smákonfirmantunum endar nú um hvítusunnuna. Tá hava tey gudstænastu á Eiði hvítusunnudag, og við Norðskála 2. hvítusunnudag, báðar dagar klokkan 11.
FORSKÚLI TIL KONFIRMASJÓN
Hetta við smákonfirmantum – ella minikonfirmantum, sum onkur nevnir teir – er eitt vælkent fyribrigdi í Danmark, har nógvar kirkjur hava hetta tilboðið til børnini.
Tað var fyrrverandi sóknarpresturin á Eiði, Emil Olsen sum byrjaði við hesum í 2012, tí hann helt tað vera hugaligt at fara í holt við hetta. Men hann var tó greiður um, at onkur kanska helt, at tað var óneyðugt við slíkum her á landi, tí vit hava so góða kristniundirvísing í skúlunum.
Í eini samrøðu her á heimasíðuni hevur Emil áður sagt, at ein ikki eigur at gloyma sunnudagsskúlarnar sum geva børnunum nógv. Men hann helt tó, at tað eisini var gott, at presturin sjálvur hevði smákonfirmantar.
Tilboðið við smákonfirmantum er ikki tvungið, men er at meta sum eitt tilboð til børn í 3. og 4. flokki, sum møta uttanfyri vanliga skúlatíð, í mun til vanligu konfirmantundirvísingina, sum ofta er í skúlatíð.
- Jú, tað er spennandi at undirvísa hesum børnunum, tí hetta er ein aldursbólkur, sum tystir eftir vitan, og vil fegin hoyra og læra meiri. So tú kanst siga, at hetta er eitt slag av forskúla til ta veruligu konfirmasjónina, segði Emil Olsen tá.
GLAÐ OG SPENT Í KIRKJU
At Emil Olsen fór undir hesa undirvísingina, og hevur lagt eitt gott grundarlag í so máta, kann Jákup E. Petersen nú heysta fruktirnar av.
- Eg síggi bara, at tey koma bæði glað og spent í kirkjuna henda tíman beint eftir skúlatíð.
Tey koma faktist beint í kirkjuna, - áðrenn tey fara til hús, og áðrenn tey skulu víðari til tað næsta, ella heim at slappa av, greiðir Jákup frá.
Í undirvísingini leggur Jákup dent á, at tey sleppa at vera fríari enn tey kanska vanliga kenna til, tá ið tey eru til gudstænastu ein sunnudag.
Fyrsta dagin hugdu tey eftir prestarúminum og klokkunum uppi í kirkjutorninum, umframt at prestur fortaldi bíbliusøgu, eins og tey sungu nakrar av barnasangunum úr ískoytinum við guitarspæli, sum prestur sjálvur stóð fyri. Endað var við Faðirvár og tey signaðu seg hvør sær.
- Í steðginum spældu tey so og súkklaðu uttanfyri, eins og tey fingu keks og saft, áðrenn tey fóru heim. So vit náddu nógv í ein tíma, greiðir Jákup brosandi frá.
RINGT AT FINNA SVAR
Sum longu nevnt er hetta ein sera góður aldursbólkur at arbeiða við, ikki minst tí at tey eru forvitin og vilja hava svar.
- At tey eru so upptikin av øllum í kirkjurúminum, og seta ein hóp av spurningum beinanvegin vitnar um, at hesin aldursbólkurin er sera góður. Tey vilja so fegin læra alt møguligt, og tey seta eisini spurningar, sum vaksin eru ov smæðin at seta.
- Ja, har vóru somuleiðis fleiri spurningar sum prestur ikki hevur svar uppá, ella ongantíð hevur hugsað um. So hetta er rætti aldursbólkur fyri allar partar, má man siga, vísir Jákup E. Petersen á.
Og hann leggur aftrat:
- Sum prestur vil eg siga, at hetta er ein sera jaligur tími saman við teimum yngru konfirmantunum. Tey síggja út til at njóta løtuna og gleddu seg til næstu ferð. Tað kundi eg væl hoyra, tí tey mintust, hvat eg hevði lovað frá seinast, at vit skuldu gera.
- Hetta er ein sera takksamur áhoyraraskari. Tey eru meira útvend enn til eina vanliga gudstænastu. Jú, hetta er nakað, sum kann fáa okkum at hugsa um, hvussu vit taka børn og ung við í gudstænastuna.
Orð: Snorri Brend
Samansett mynd: Internetið