Skriva út

- Tey ungu eru sera áhugað í kristindóminum

17.10.2018 Tíðindi
- Tey ungu eru sera áhugað í kristindóminum

KONFIRMATIÓN: - Tað eru uttan iva tey sum halda, at ein konfirmatión bert snýr seg um tey fínu klæðini, festina og allar gávurnar. Men hetta er ikki tað, sum eg møti hjá mínum konfirmantum, sigur Anne Mette Greve Klemensen, prestur í Fuglafirði.

Á hvørjum ári hevur hon í stórum tali av teim ungu í prestagjaldinum undir sær, tá tey ganga til prest.

- Eg møti her teimum ungu, sum eru sera áhugaði í kristindóminum. Og tað er eisini so, at tá vit menniskju møta einum sum er persónliga engasjeraður í tí viðkomandi sigur og ger, ja, so førir tað ofta við sær, at vit sjálvi fáa ein enn størri áhuga í evninum, staðfestir hon.

Fyrr í tíðini var tað nærum ein skylda at lata seg konfirmera, tí annars kundi ein missa ávísa rættindi í samfelagnum.

Í dag er konfirmatiónin eitt tilboð, har ein hevur møguleika at taka til viðgerðar spurningar, sum tey ungu ganga við – sum til dømis, hvussu er tað at vera menniskja; hvat er eitt gott lív, og annað í tí sambandinum.

- Hetta krevur alt sjálvandi nógv av okkum prestum. Men tað er spennandi at arbeiða við teimum ungu, slær Fuglfjarðar-prestur fast.

Fyrr í vikuni var hon gestur í sendingini ”Góðan morgun, Føroyar”, har hon greiddi frá, hvussu tað gongur fyri seg, tá tey ungu ganga til prest hjá henni.

NÓGVIR SPURNINGAR
Oktober er tíðin, tá konfirmatiónirnar um heystið verða hildnar kring um oyggjarnar.

Ein viðkomandi spurningur í hesum sambandi er, hvat ella hvussu nógv hesi ungu 14 ára gomlu munnu vita um tað at konfirmerast og annars um ta kristnu trúnna.

Anne Mette sigur frá egnum royndum, at støðan er sera ymisk frá unglinga til ungling. Men eitt hevur hon tó lagt væl merki til:

- Tað eru rættiliga mong her í mínum øki, sum duga meiri enn sítt Faðirvár, tá tey byrja at ganga til. Eingin ivi er um, at hesi hava gingið í kirkju ella í sunnudagsskúla, og hava hoyrt um kristindómin í frálæruni í skúlanum.

- Hinvegin, so eru tað eisini tey, sum koma við nógvum spurningum og kenna ikki so nógv til tað. Men tað er eisini í fínasta slag, tí her hava tey eitt høvi at fáa nøkur svar, leggur hon dent á.

Í undirvísingini hoyra tey um kristindómin og øll tey ymisku hugtøkini, ið eru viðkomandi fyri kristindómin.

- Ja, tey koma her, tí tey hava hug at læra um kirkjuna, sum tey eru doypt í og eru partur av. Avbjóðingin er so at læra tey um, hvat alt hetta snýr seg um, sigur Anne Mette.

OK AT KEÐA SEG
Í dagsins samfelagi skal tann ungi, eins og væl og tann vaksni, taka støðu til ein hóp av spurningum hvønn einasta dag.

Men, - hvat ger so ein prestur í 2018 fyri at halda fokusið hjá konfirmantinum í undirvísingini?
Hvussu fær hann tey í talu um ta kristnu lívsáskoðanina? Og hvussu fær hann tey at hugsa um og relatera til, hvussu henda áskoðan ávirkar tað lívið sum tey ungu liva í dagsins samfelagi?

Uppgávur og skyldur fylla eisini nógv tí unga, og teirra gerandisdagur er haraftrat merktur av, at alt skal ganga skjótt fyri seg.

Anne Mette sigur, at hon upplivir ikki hetta sum nakran trupulleika, at tey ungu keða seg eina løtu. Hinvegin so sigur hon við tey, at um tey gera tað, so er tað eisini ok.

- Í Fólkakirkjuni eru vit ikki ókend við hetta. Her fáa fólk undir eini gudstænastu at sita ein tíma í friði og náðum, og bara taka ímóti. Og ja, - tað finna tey ungu seg eisini altso í, vísir Anne Mette á.

SUM Í FÓTBÓLTI
Fyrr í tíðini var lagdur størri dentur á, at konfirmantarnir skuldu duga bíbliuørindi og sálmaørindi uttanat. Í dag verður framvegis dentur lagdur á, at tey duga sítt Faðirvár og trúarjáttanina.

- Eg yvirhoyri tey eisini onkutíð í tí sum tey hava lært. Eg haldi sjálv, at tað er stuttligt at fáa tey at vísa, tað sum tey hava lært. Men tað er einki krav, slær hon fast.

Hinvegin leggur hon dent á, at konfirmantarnir koma regluliga til gudstænastu, so tey vita hvat alt hetta við kristindóminum snýr seg um.

Tí sum Anne Mette Greve Klemensen sigur:

- Hetta er sum við fótbólti, - tað nyttar ikki bert at lesa lógirnar fyri fótbóltsspælið. Man lærir tað best við sjálvur at spæla fótbólt.

(Í ár var konfirmatiónin í Fuglafjarðar prestagjaldi hildin 30. september. Næstu konfirmantarnir byrja at ganga til í november.)

Orð: Snorri Brend
Mynd: Fuglafjarðar kirkja (savnsmynd)