Skriva út
Tekin Jónasar profets
14.08.2018 Tíðindi
Tólvti sunnudagur eftir trinitatis. Seinna tekstarøð. Matt. 12, 31-42: At spotta andan. Hin ónda og trúleysa slektin. Uppreisnartekinið
Pól á Kletti
poulkletti@hotmail.com
Tí eg sigi tykkum: Hvør synd og spottan skal verða monnum fyrigivin, men spottan ímóti andanum skal ikki verða fyrigivin. Og um nakar talar eitt orð ímóti menniskjusoninum, skal tað verða honum fyrigivið, men um nakar talar ímóti hinum heilaga anda, honum skal tað ikki verða fyrigivið, hvørki í hesi øld ella í teirri komandi. Latið annaðhvørt træið vera gott, og fruktir tess eru góðar, ella træið verða ringt, og fruktir tess eru ringar. Tí av fruktini man træið kennast. Tykkara ormaungar, hvussu kunnu tit tala tað, ið gott er, tá ið tit sjálvir eru óndir? Tí muður mælir tað, sum hjartað er fult av. Hin góði maðurin ber fram gott úr góðu goymslum sínum, og hin illi maðurin ber fram ilt úr sínum illu goymslum. Men eg sigi tykkum, at menniskjan á dómadegi skal standa til svars fyri hvørjum ógangsorði, sum hon hevur talað. Tí at av orðum tínum skalt tú verða dómfeldur. Tá tóku nakrir av teimu skriftlærdu og farisearunum til orða og søgdu við hann: »Meistari, vit vilja fegnir síggja eitt tekin frá tær.« Men hann svaraði og segði við teir: »Ein ónd og ótrúgv slekt leitar um tekin, men ikki skal verða henni givin annað tekin enn tekin Jónasar profets. Tí at líkasum Jónas var í hvalskviðinum tríggjar dagar og tríggjar nætur, soleiðis skal menniskjusonurin verða tríggjar dagar og tríggjar nætur undir moldum.
Ninive-menn skulu í dóminum stíga fram saman við hesi slekt, og teir skulu dómfella hana, tí at teir vendu um eftir prædiku Jónasar og sí, meir er her enn Jónas! Suðurlanda-drotningin skal í dóminumn standa upp saman við hesi slekt, og hon skal dómfella hana, tí at hon kom frá ytstu útnesum á jørðini fyri at hoyra vísdóm Sálomons; og sí, meir er her enn Sálomon!«
Matt. 12, 31-42
Hóast tað hjá einum kristnum fólki ræður meira um at ‘liva’ enn at ‘skilja’, so liggur dagsins tekstur uttan fyri alt tað mark, ið vit og skil okkara røkkur. Vit hava so mangan hoyrt, at Jesu dýrabara likam og blóð reinsar frá allari synd, soleiðis sum eisini altarsins sakramenti minnir okkum á. Men nú fáa vit at vita, at ein er syndin, ið eingin bót er fyri. Og við syndaskuld fáa vit ikki lut í ævinleikanum.
Man ikki mangur hava staðið í svárari sálarkvøl, ið hevur kent seg hava syndað ímóti heilaga andanum? Hetta kann Jesus ikki meina. Men nær hevur Jesus sagt nakað, sum hann ikki meinar? Og skilja vit hetta ørindið burtur úr heildini í hesum tólvta kapittli Matteusar evangelists, so er tað ikki vandaleyst. Tá ger ørindið okkum greitt, at synd er, sum verður fyrigivin, og synd er, sum ikki verður fyrigivin. Men tað er samanhanginum ‒ kontekstinum frammanfyri ‒ vit skulu hava fatur á til tess at skilja hetta 31. ørindið í tólvta kapittli Matteusar. Vit fáa har at vita, at Jesus rekur út illar andar.
Og øll hesi versini í 2. tekstarøð til tólvta sunnudag eftir trinitatis eru hart hoyggj at draga. Jesus er rísin inn á nøkur fólk, sum eru komin at lýða á talu hansara, tí at ein ónd og trúleys slekt krevur tekin til tess at trúgva. Vit fáa um endan á eini orðgongu millum Jesus og fariseararnar.
Fariseararnir leggja Jesus undir at gera undurverk við sjálvum Beelsebul sum hjálparmanni; tað er at siga frá Illamanni sjálvum. Jesus letur farisearar vita, at gerningar hansara eru uppfylling av gomlu spádómum profetanna og at gerningar hansara standa í anda Guds.
Farisearar fáa at vita, at ríki Guds er í nánd, tí at andi Guds virkar gjøgnum Jesus.
Tvey sannleiks vitni
Til tess betur at skilja evangeliið tólvta sunnudag eftir trinitatis er skilabest at gera nakrar samanberingar millum tveir søguligar persónar, sum hjá okkum í Vesturheimi javnan eru settir undir liðina á hvørjum øðrum. Nevnliga Jesus Kristus sjálvan og grikska heimspekingin Sokrates. Heimspekingurin helt menniskjað hava beinleiðis atgongd til sannleikan um tað at vera menniskja. Bert eitt lítið vet av hjálp krevst til at finna vegin fram, tí sannleikin býr inni í okkum sjálvum.
Sambært Sokrates durvar sannleikin í undirviti menniskjans. Ruska í hann, so vaknar hann. Og Sokrates hevði sína egnu námsfrøðiligu mannagongd, har hann við at seta fólki spurningar hjálpti teimum at síggja sannleikan.
Í dagsins námsfrøði er henda mannagongd famvegis galdandi. Sokrates er tann gløggi lærarin, sum við serstøkum snildum lærir menniskjað at kenna seg sjálvt, vinna sjálvsálit og taka ábyrgd av egnum lívi.
Øðrvísi er við kristindóminum. Menniskjað sjálvt eigur ikki í sær sannleikan. Nei, í meira bersagdari talu: í trúnni livir menniskjað í lygnini.
Menniskjað er syndari, eitt, sum stendur í skuld. Sannleikin býr ikki í menniskjanum. Tað verður tí noytt at rudda upp í sál sínari, so at hann kann festa búgv har. Tí er ikki nóg mikið við einum gløggum og skilagóðum kennara, ið dugir at læra frá sær. Og Jesus er ikki bara lærari ella pedagogur, men Gud sjálvur, ið gjørdist menniskja og livdi eitt foldarlív í holdi og blóði, og sum tók búgv okkara millum sum frelsari og endurloysari.
Ein av grundunum til, at samaberingar hava verið gjørdar millum Jesus og Sokrates er tann, at heimurin hevur mett teir báðar sum týðandi siðalagsligar fyrimyndir. Tveir menn, ið báðir kendu sannleikan, men útintu hann hvør á sínum tulkingarstigi.
Og á líkan hátt fóru báðir í deyðan, tó annar við tvungnari eiturinntøku og hin negldur á ein kross.
Sokrates hevði lært fólk sannleikan at kenna, men sannleikin er sum kunnugt illa líddur. Og nakrir av mótstøðumonnum Sokratesar í demokratiska Athen hildu hann hava spilt ungdómin við læru síni og hugsjónum. Hann varð leiddur fram fyri rættin, har sak varð løgd ímóti honum. Hann varð ákærdur fyri samfelagsskaðiligt virksemi.
Tá dómur varð sagdur, helt Sokrates eina drúgva verjurøðu, hóast hann var vitandi um, at hetta ikki varð honum til fríkenningar. Men hann ger hetta í stillum sinni og tign, vitandi um, at hann er dømdur til deyða.
Liðugur við verjurøðuna, drekkur hann úr steypinum eiturblandið, sum er borið honum. Ásannandi, at í hesum drykki er tann vissi deyði. Uttan ótta og eymkan, men við æru og sannleika, tømir hann steypið, verður eitraður og gevur upp ond.
Alt síðan hevur Sokrates verið eitt fyridømi hjá okkum. Ein, sum gekk líðingarvegin inn í hin virðiliga deyðan. Og aftan fyri henda virðiliga deyðan kunnu vit hjá Sokratesi skoða tann sanna og mannsømiliga andan.
Deyði Jesus er ofta samanborin við deyða Sokratesar. Eisini Jesus ber seg stillisliga og virðiliga at, bæði áðrenn og undir handtøku. Sæð burtur frá sálarstríðnum í Getsemane urtagarði, er Jesus eyðmjúkur undir avhoyringunum. Letur ikki á sær finna hvørki hánarorð ella sløg. Setir bæði jødiskar høvuðsprestar og landshøvding skák/mát. Talar fyrigevandi orð til rómversku hermenninar, sum illflennandi stuttleika sær yvir klæðini, hann er farin úr. Og hangandi á krossinum við ógvusligari pínu í hondum og fótum uggar hann iðrandi ránsmannin, ið hongur við lið hansara við orðunum: »Í dag skalt tú vera við mær í Paradís.«
Hóast líka so stillførur og yvirberandi sum Sokates, so er deyði Jesu heilt øðrvísi enn deyði Sokratesar. Tí deyði Jesu var alt annað enn virðiligur.
Við krossfestingini fekk Jesus tann mest vanvirðiliga deyða, ið hugsast kundi.
Ikki bert tí, at krossurin var tekin um mannminkan og Jesus leið undir allari hugsandi likamligari og sálarligari pínslu, men tí at hann varð trýstur niður í tað mest ógongda dýpið í mannasálini, har sjálvt sonur Guds einans fekk sagt hesi orð: »Gud mín, Gud mín, hví fórt tú frá mær!?«
Tann fullkomna niðurgerðin var at síggja alt rapa, ið hann hevði stríðst fyri, tað ríki, hann kom frá, og tann góða felagsskapin, ið bygdur var upp.
Alt var til fánýtis. Lærusveinarnir stungu av, Pætur avnoktaði einhvønn kennskap við hann og Judas sveik hann. Trúgv og vón hopaðu undan.
Og tá hann hongur á krossinum sigur hin ónda og trúleysa slektin: »Meistari, gev okkum eitt tekin!« Hetta er tað, sum ein ónd og trúleys mannaætt altíð krevur, men hon fær ikki annað tekin enn krossin. Ja, hon rópti til hansara á krossinum: »Stíg niður av krossinum og bjarga tær sjálvum frá líðing og deyða!«
Men nei! Hann sum gera kundi øll verðsins undur, lekja sjúk, so lamin kundu ganga, og vekja upp frá deyða – stíga niður av krossinum kundi hann ikki. Hann varð verandi á krossi sínum.
Og her hoyrir tú orð krossins og sannar ta inniligastu menniskjagóðsku og samhaldsfesti. Í hesi løtu gjørdist Jesus bróðir tín, tí her varð hann partur av óverduga lívi tínum og deyða. Ja, hann fylgir tær gjøgnum lívsins gleðir og sorgir. Hann er við tær á allari leið tínari, so at tú enntá ikki í deyðanum skalt vera eina.
Og hvat nú? Ja, her er meira enn vísdómur Sálomons og alheimsins vitan. Ja, her er meira enn heimsins pedagogiskir vegir til sannleikan. Her er meira enn Jónas, sum var í hvalsins kviði í tríggjar dagar. Her er nakað, ið samanfatar trúloysi títt við krossin.
Ein áhaldandi viðvaring
Tá evangeliið samanber dagatal Jónasar í hvalskviðinum við teir tríggjar dagarnar, Jesus var undir moldum, so er hetta tekin um uppreisn. Hitt stóra undurverkið hendi her.
Gud stóð aftan fyri henda óverduga deyða. Ja, við allari kraft síni aftan fyri hann, sum hekk á krossinum og læt ljós sítt skína í gravarmyrkrinum og læt hann rísa upp páskamorgun. Eitt tekin fært tú ikki annað enn tað, Jesus sjálvur vísir til, tá hann nevnir Jónas profet. Krossurin er sjálvur boðskapurin um, at Jesus haðan varð lagdur í grøv og páskamorgun reis upp frá deyða. Og hesum boðskapi kunnu vit liva og doyggja við.
Umráðandi er at standa fast við, at kristna evangeliið ikki er boðskapurin um, hvat kristin fólk gera, men um gerningar Jesu. Vitskapurin bjóðar kristnu trúnni av, men at vitskapurin – sum áhaldandi endurmetir seg sjálvan – kann mótprógva, at Gud hevur skapað heimin, er ikki vitskapiligt páhald. Hava vit sansirnar opnar í hesum heimi, detta vit fram á mangar gátuførar lutir, ikki minst tá vit eru gongutúrar úti í náttúruni og njóta vakurleika hennara. Vit undrast og kunnu saman við Brorson syngja:
Tey minstu grøs eg undrist á,
í skóg og dølum næla,
hvar skuldi eg tann vísdóm fá
um tey við skil at tala?
Ivi og fyrivarni forða ikki trúnni. Tí dólskur og líkasælur tann, sum ongantíð setir ein spurning til lívsins mangan fløktu tilveru. Heldur er talan um viðfødda treisknið í okkum. Ein kann leiða oksan at ánni, men tíggju fáa hann ikki at drekka. Tí gevur Jesus okkum ikki annað tekin enn dagatal Jónasar í hvalskviðinum.
Boðskapurin um uppreisn Jesu er ein áhaldandi viðvaring.
Andans gerningur
Andin leiðir hin krossfesta og upprisna Jesus Kristus fram fyri okkum og sigur: Hann er tín fyrigeving. Vit kunnu ikki sannføra okkum sjálvi, at Jesu deyði og uppreisn er okkum fyrigeving. Einans andin ger tað.
Gerningur andans fer fram í kvirru. Vit síggja hann ikki og kunnu ikki taka í hann og siga: Her havi eg teg! Andin heldur seg sjálvan í bakgrundini samstundis sum hann leiðir Jesus fram fyri okkum og spyr: Vilt tú lata hann gjalda fyri lív og sælu tína? Eins og profetarnir talaðu um Jesus sum tann, ið koma skuldi, talar andin um hann, ið komin er.
Tá ið vit trúgva, at við doypfuntin hendir annað enn at prestur oysir vatn á høvdið á einum lítlum barni, tá er tað tí, at andin sigur við okkum, at her verður eitt menniskja endurføtt til livandi vónar fyri uppreisn Jesus Krists frá deyðum.
Tá ið vit trúgva, at við altarborðið hendir annað enn at prestur (og viðhvørt eisini deknur) gevur menniskjum breyð og vín, tá er tað tí, at andin sannførir okkum um, at her fáa Guds børn fyrigeving syndanna.
Ásurin, ið alt kristið trúarlív melur um, er Jesu orð og gerningar, lív og deyði og uppreisn.
Orðið um syndina er er í sjálvum sær ikki ein fordøming, men ein ávaring til fariseararnar: Halda tit fram við at spotta, at tala ímóti andanum, halda tit á við at nevna tað ónt, sum tit vita er gott, so skulu tit vita, at hetta verður undirgangur tykkara. Og tá tað er hent, er eingin vegur aftur, tá er eingin fyrigeving , hvørki í hesi øld ella í teirri komandi. Gevist tí við at gera gjøldur burturúr.
Vit bjóða einum gesti ein kopp av te ella kaffi. Sjálvur ger hann av, um hann vil hava drekkamunnin ella ikki. Sigur hann neitakk, verður ikki borðreitt fyri honum. Men tað kann henda, tá ið gesturin hevur sitið eina løtu, at hann kortini brellast eftir einum munni. Og so verður skonkt í koppin. Á henda hátt talar Jesus um fyrigevingina.
Jesu ávaring er tí: Latið ikki tykkara egnu meiningar – sum hjá farisearum – latið ikki tykkara egna vit og skil, latið ikki tykkara egnu kenslur, latið ikki tykkara egnu andliggerðing sleppa at skugga fyri mær, so at tit í kristna trúarlívi tykkara gykla fyri tykkum annað enn tað, tit eru sannførd um: At fyrigeving okkara liggur í Guds treytaleysu náði í Jesusi Kristi.
Tað einasta, vit skulu gera, er at taka ímóti henni og siga takk.
Annað páhald er at spotta andan.
Onnur tíðindi