Skriva út

Teitur: - Ein sálmur er ein samrøða við Gud

28.09.2017 Tíðindi
Teitur: - Ein sálmur er ein samrøða við Gud

KIRKJUSANGBÓK: Fyrr í ár kom út eitt ískoyti til donsku sálmabókina, nevnd Kirkesangbogen.
Millum teir mongu tónleikararnar, sum hava fingið sálmar sínar við í bókina, er okkara Teitur Lassen. Hann fekk ikki færri enn átta sálmar við av teimum íalt 229 sálmunum í bókini.
- Jú, tað var stuttligt at verða við í eini slíkari sangbók, sigur Teitur Lassen ikki sørt bilsin á málinum.
- Serliga tá ein hugsar um, at omanfyri 10.000 sálmar komu inn til nevndina, sum skipaði fyri útgávuni.
Allir sálmar hansara eru skrivaðir á donskum. Í løtuni arbeiðir Oddfríður Marni Rasmussen við at umseta teir til føroyskt.

SÁLMAR BYGGJA BRÝR
Nýggja Kirkjusangbókin er sermerkt á tann hátt, at hon gongur nýggjar leiðir til tess at møta kirkjuliga og mentanarliga lívinum í 21. øld.
Endamálið var stutt og greitt, at menna og harvið styrkja tann serstaka danska siðin við
kirkjuligum felagssangi. Ambisjónin hevur verið at byggja brýr millum nýggjan og eldri sangsið.
Heitt var á fólk um at yrkja og skriva løg til sálmar, ið kundu koma við í eina slíka bók. Teirra millum var Teitur Lassen, sum enntá var boðin við í ein arbeiðsbólk hjá donsku fólkakirkjuni um sálmar í samband við trúbótina.
- Síðani var eg biðin um at senda sálmar inn til redaksjónina. Og tá fekk eg altso átta sálmar við, sigur Teitur.
Millum aðrar kendar tónleikarar, sum eisini fingu sálmar við í bókina, kunnu nevnast Steffen Brandt frá TV-2, Sys Bjerre, Lars Lilholt og Anne Linnet.

STEVIÐ HEVUR TÝDNING
Nú er Teitur Lassen mest kendur fyri at skriva poppløg, og ikki júst sum eitt sálmaskald. Men fyri hann var púra greitt, hvussu ein skuldi arbeiða, tá ein sálmur skal skrivast:
- Eg arbeiddi út frá, at ein sálmur er ein samrøða við Gud. Og tað var eisini av týdningi fyri meg, og at orð og lag hóskaðu til nútíðina. Tey máttu heldur ikki vera ov torskild at syngja sum felagssangur, greiðir hann frá.
Einhvør sangur stendur av orðum og einum lagi. Men tá talan er um ein sálm, eigur ein at hugsa um onnur ting. Ella sum Teitur sjálvur sigur tað:
- Eitt er innihaldið í tekstinum. Eitt annað er, at ein sálmur er ein felagssangur. Eitt popplag kann hava meiri fría uppseting og lag.
Hann vísir tí á, at í einum sálmi er tað alneyðugt at lata øll stavilsi í hvørjum versi fella á sama staði.
- Ger tað ikki tað so fer stevið, og fólk syngja ikki í felag, men stríðast við at rokna út, hvussu orðini skulu fella, greiðir hann frá.
- Um tað hendir, er tað næstan líkamikið hvussu góð orðini eru, tí sangurin fungerar ikki nóg væl sum felagssangur.
At enda kann verða nevnt, at Teitur Lassen býr á Velbastað, har hann – ikki óvæntað - arbeiðir við tónleiki.

Orð og mynd: Snorri Brend