Skriva út

Teir vórðu bidnir aftur at syngja

07.02.2019 Tíðindi
Teir vórðu bidnir aftur at syngja

Nevnir tú bygdina ”Toftir”, so slepst ikki undan, at tú samstundis mást nevna bæði sang og tónleik.

Gjøgnum tey seinastu mongu árini hevur júst tónleikur sermerkt ein stóran part av frítíð og áhugamálum hjá sang- og tónleikaglaðum fólkum í bygdunum báðum, Toftir og Nes.

Hetta sæst aftur í stóra talinum av kórum, bólkum, sangarum og tónleikarum sum finnast her, annaðhvørt talan er um tónleik og sang í kirkju, samkomum ella í øðrum samanhangum.

Eitt av hesum rættiliga forvitnisligu kórunum er tað, har eitt stórt tal av monnum brúka tíð og kreftir at venja saman í Undirhúsinum á Toftum – og at syngja fyri øðrum fólkum kring oyggjarnar.

Soleiðis vóru hesir menninir í Undirhúsinum bodnir norður í Kalsoynna at luttaka við gudstænastuna sunnudagin 6. januar – trettandadag – í Mikladals kirkju.

Prestur við hesa gudstænastuna var Marjun Lómaklett. Aftaná varð boðið inn í Avhaldshúsið til hugnaliga samkomu, har menninir úr Undirhúsinum aftur sluppu framat við sangi sínum.

- Fleiri av sangunum appelera til grundvirðini, sum flestu føroyingar hava fingið í sínum uppvøkstri, verður sagt úr kórinum.

94 ÁR – OG SYNGUR ENN
Í Mikladali er siður at skipa fyri gudstænastu í kirkjuni trettandakvøld, og soleiðis varð eisini gjørt í ár.

Marjun Lómaklett, sum er prestur í Norðoya vestara prestagjaldi var hon ið leiddi gudstænastuna, har menninir á Toftum sluppu at framføra nakrar av teirra sangum, væl akkompagneraðir av vælspælandi harmoniku.

Aftaná gudstænastuna var boðið inn í Avhaldshúsið til hugnaliga samkomu, har Hilda Viderø slapp at kunna um missiónsarbeiði hennara í Afrika við heitinum ”Mirjam”. Og her var aftur høvið at hoyra mennirnar av Toftum synga fleiri av góðu sangum sínum.

Og líkt var til at fólki dámdi væl at lurta eftir hesum fryntligu og hugnaligu monnunum av Skálaførðinum.

Móttøkan gjørdist ikki minni, tá tey fingu upplýst at sangararnir eru frá 60 árum og uppeftir – og at tann elsti teirra, í roynd og veru kundi hátíðarhalda 94 ára dag sín, júst við at syngja her í Mikladali!

Í KJALLARANUM HJÁ PIDDA
Skal ein stutt lýsa søguna hjá hesum sanghugaðu toftamonnunum, so má ein fara nøkur aftur í tíðina.

Fyri eini sjey árum síðani tók Bátafelagið á Toftum stig til at leiga kjallarahæddina í handlinum hjá Pidda, og skipa hana sum eitt Undirhús.

Tað vísti seg beinanvegin at hetta tiltakið fekk góða undirtøku. Í dag er opið allar gerandisdagar, bæði fyrra- og seinnapart.

Hvønn mikudag frá klokkan 16 til 17 er sangur á skránni. Vanliga er tað Asbjørn Vang, fyrrverandi lærari, ið spælir undir uppá harmoniku. Men eisini aðrir halda seg til at spæla gittara, mandolin og munnhørpu.

Henda dagin verða ymsir sangir sungnir, bæði andaligir og verðsligir, einsvæl og føði- og fosturlandssangir. Hesar sangløtur enda altíð við at menninir syngja “Nú dagurin at enda er”, og so verður endað við, at allir biðja Faðir vár í felag.

30 MANS
Sum nevnt omanfyri finnast í hópatali av sanghugaðum fólkum á Toftum og á Nesi.
Tað vísti seg her, at frá fyrsta degi av gekk sangurin í Undirhusinum so mikið væl, at menninir vórðu bidnir um at syngja til ymisk tiltøk.

Soleiðis hava teir regluliga sungið til Bátafestivalin á Toftum, á ellis- og røktarheimum kring landið, í kirkjum, missións- og samkomuhúsum, og til nógvar føðingardagar eins væl og til fleiri gullbrúdleyp.

- Uppmøtingin er góð. Vanliga eru teir umleið 30 mans og syngja saman, í aldrinum 60-94 ár, verður upplýst.

APPELERAR TIL KENSLURNAR
Tað serstaka við hesum syngjandi monnunum er, at teir altíð eru í uniformi, tá teir eru úti og syngja.

Sum myndin úr kirkjuni í Mikladali so væl vísir, høvdu teir til hetta høvið latið seg í hvíta skjúrtu og reytt slips.

- Hetta brúka vit, tá vit syngja til meiri hátíðarlig tiltøk, sum til dømis í kirkju ella vit syngja til gullbrúdleyp, siga teir. Tá talan er um onnur tiltøk, verður farið í svarta skjúrtu og grønligt slips.

Og líkt er til, at tað ikki bert eru fólk í Mikladali og Kalsoynni annars ið eru hugtikin av vakra sangi teirra.

- Tá vit syngja úti merkja vit ofta eitt serstakt nøgdsemi og takksemi frá eldri fólkum, sum hava hoyrt okkum syngja hesar gomlu sangirnar.

- Fleiri teirra appelera til kenslurnar og grundvirðini, sum vit føroyingar, teir allarflestu, hava fingið í sínum uppvøkstri, verður upplýst.

Orð/mynd: Snorri Brend