Skriva út

Team Rynkeby

17.02.2020 Tíðindi
Rynkeby jJF.jpg

At hjálpa teimum, ið treingja.

Vit høvdu verið á ferð í Jútlandi og komu norður til Hanstholm. Matstovurnar við havnarlagið drógu. Har var hópin av fólki. Millum tey mongu var eitt føroyskt ferðalið, ið hevði verið sunnanfyri við motorsúkklu.

Samtalan snúði seg um munin at ferðast við bili og súkklu. Sagt varð, at vit koma nógv nærri natúrini við at koyra á súkklu heldur enn bili. Vit merkja vindin, angan av vøkstri og lívið.

Myndin verður í dag flutt yvir á toymið, ið skal súkkla til Paris. Toymið, ið súkklar henda teinin, hevur sum mál og endamál at gagna lívinum, koma nær lívinum, síggja menniskju og skapa átøk til gagns fyri tey, ið verða rakt av sjúku.

Málbólkurin er børn og ung og teirra avvarðandi. Tað er ein svár og krevjandi støða, tá ið sjúkan ikki einans bankar á dyrnar men kemur inn í likamið. At vera hjástaddur slíkar løtur er avgerandi fyri tey, ið merkja svian, pínuna og angist. Tíbetur er nógv til bata, og gott er at vera hjástaddur ávegis framá. At fagna menniskjum, ið koma aftur til kreftirnar er bæði gleðiligt og lívsjáttandi.

At hjálpin verður veitt á ein frískan og virknan hátt skapar tilvitan um lív og heilsu. Tað at súkkla ella íðka annan ítrótt ger nakað við okkara egna likam. Vit gerast betri fyri á allan hátt, eisini sinnisliga.

Meðan toymið súkklar fyri heilsuni hjá øðrum, verður heilsan hjá teimum íðkandi røkt. Talan er um eina winn-winn støðu. Rynkeby toymið fær pening til vega, ið gagnar treingjandi sjúkum. Samstundis fær toymið eina vælveru við íðkan og samveru.

Tað er ein týðandi partur av lívinum at hava relatiónir, læra fólk at kenna og vera saman við fólki. At standa saman um eina góða søk og eitt gagnligt átak gevur hinum einstaka eina vælveru. Komið verður nær og nærri tí veruliga lívinum, har avbjóðingar seta dagsskránna. Og fáur sleppur snikkaleysur.

Innlit í umstøður næstans gevur tilveruni útsýni. Tað ræður um at vera viðkomandi og hjástaddur. Ikki forvitni og samkensla, men viljin at fata støðuna og veita hjálp eftir førimuni inn í krevjandi umstøður. Heit hjørtu, ið síggja klárt, hava gagnliga ávirkan. Tað er bati, ið bøtur.

Hjálpsemi er dupult hjálp, tá ið móttakarin fær hjálpina a haldgóðan hátt. Talan er ikki um eina støðu, har tann hjálpti kennir seg illa sum móttakari, kennir seg bundnan at gevaranum. Í etikk verður tosað um eitt sunt og virðiligt forhold millum gevaran og móttakaran, har móttakarin kennir seg sæddan og samstundis megnar at varðveita sítt egna sjálvvirði.

Rynkeby Toymið hevur bæði nærleika og frástøðu. Nærleikin sæst í endamálinum, átakinum og venjingini. Toymið fer til verka og er ikki einans áskoðari út yvir eitt lendi, ið tørvar útrættar og virknar hendur. Nærleikin er virkin, upplýsandi og økir um málið av tilvitan millum manna. Tilvitanin fremur vælveru og yvirskipaðan  trivnað millum fjøld av fólki, ja skapar vinalag og relatiónir.

Frástøðan liggur í sjálvari ferðini. Tað er einans toymið, ið er á ferð. Tað, ið ferðin fíggjarliga avrikar umvegis sponsorar, verður umsitið av fólki við júst hesari uppgávuni. Tess vegna er skott ímillum gevara og móttakara. Á einari síðu stendur ta samlaða Rynkeby Toymið, á hinari síðuni stendur móttakarin av gávuni rundan um sjúk børn, ið hava avbjóðingar.

Bæði nærleikin og frástøðan hava sum endamál, at teimum treingjandi verður veittur stuðul til heilsuligan bata. Allur bati bøtur, og tað er týdningarmikil bati, at tey avvarðandi fáa møguleikan at sita við lið barnanna og rundan um sjúkrasong.

Henda hugsanin og hesin veruleikin millum frísk fólk ger meg rørdan og glaðan. Tað er veruliga flott, at nógv taka lógvatak saman til tess at hjálpa treingjandi.

Mangan verða tey sjúku flutt til Danmarkar, og tað er gull vert, at foreldur ella onnur avvarðandi kunnu verða hjástødd og fylgja einum barni á fremmandari jørð í útisetu. Stóra tøkk fyri tað Rynkeby Toymið, súkklarar, hjálparfólk og umsiting. Tað er tykkum til miklan heiður og okkum sum tjóð til sóma, at heit hjørt og virknar hendur leggja góð úrslit fyri dagin teimum sjúku til linna og røktar.

Persónliga kenni eg við øvugtum fortekni, hvat hjálp tykkara hevur at siga. Í 1967 varð eg sum 10 ára gamal sendur til Danmarkar í sjúkraørindum. Har var eg í tríggjar mánaðir. Eingin avvarðandi, einans eitt starvsfólk í sjúkrahús skipanini, ið leiddi meg inn á Ríkissjúkrahúsið og síðan fór heimaftur.

Eingin ákæra móti nøkrum. Soleiðis var tíðin tá, og nógv meira er ikki at siga. Men vit eru nøkur, ið av royndum kunnu siga frá teimum neiligu árinunum, sum einsemi í eini sjúkrasong í einum fremmandum landi skapar. Tað er ein veruligur fyrimunur bæði fyri tann sjúka og hansara/hennara kæru, at ein avvarðandi fylgir við og er hjástaddur, tá ið vit søkja okkum heilsubót uttanlands.

Við hesum orðum og hesi søguni frá mínum egnu royndum verður takkað fyri gerningin, teimum treingjandi til gagns, nyttu og bata. Enda verður við nøkrum ørindum hjá skúlastjóranum Steingrími Niclasen, sála.

“Av lívinum lítið tú lærdi // um tú ikki lærdi tað // næstanum hond at rætta // áðrenn hann bønandi bað.

Av lívinum lítið tú skilti // um tú – tá ið sól fer í kav // einki av øllum tær untist // neyðstadda næstanum gav.

Av lívinum lítið tú skilti // um tú teg í yvirflóð // klæddi í purpur og visti // at næsti tín nektaður stóð.

....

Men lærdi teg lívið at rógva // við næstanum streymharðan sjógv // tá kanst tú av sonnum siga // at lívið teg lærdi nógv.”
Takk fyri!

(Talan er hildin á Torginum í SMS, Tórshavn, 15. februar 2020).

JF

Mynd: Einar Vang.