Tann himmalski Michelin maðurin
Fyri ikki so nógvum árum síðani ótu vit sjeykókaðan fisk, kókaða grind og kókað kjøt. Vit skuldu bara hava mettuna, og tað var tað. Men so broyttist alt. Tað, sum vit ikki trúðu kundi henda, tað hendi. Tað, sum vit ikki trúðu var til, var til. Okkara karga klettaland hevur opinberað eitt satt og øðrvísi ríkidømi fyri okkum.
Nú ber til at brúka Garðalisu sum pynt á átuligum borðiski, ostar og skinkur verða borðreiddar fyri kræsnum gómum, fiskurin kann við eitt borðreiðast, so einglarnir syngja, og bótarurt, mynta, rosmarin og annað gott sprettir og spírar. Nýggir smakksansir daga undan, umami smakkurin, og fólk úti í heimi hoyra um hetta lítla landið einsamalt úti í havinum, sum er so serstakt og øðrvísi.
Og tað, sum ongin trúði fór at henda, tað hendi! Mæti Michelin maðurin gav okkum eina stjørnu, hann gav okkum sína stjørnu! Okkum menniskjum líkt, so steðga vit ikki, men tráa og vilja meiri og gera alt vit kunnu, so vit ikki missa stjørnuna…
Smakka og síggj, at Harrin er góður!
Eina ferð tók ein stjørna at glampa á himmalhválvinum og størsta lívsins undur varð borið í heim. Okkum varð givin ein smakkroynd, ein himmalskan brellbita. Stjørnan vísti veg til tað, sum gevur okkum boð um nakað enn størri og betri, nakað, sum smakkar enn betri.
Ymiskt er, hvat vit gera við stjørnuna. Tí stjørnan verður givin mær persónliga. Eg kann lata hana fána og sløkkja hana. Eg kann eisini gera hana til mynd á ræðuleika og seyma hana á frakkan hjá jødanum. Eg kann sløkkja stjørnuna í eyganum á barninum ella eg kann lata hana vísa mær veg gjøgnum lívið.
Jesus sigur, at ”himmiríki er í tykkum”, men eina ferð so skulu tit sita til borðs og eta himmalsku máltíðina. Og her eru vit á bláu gongustjørnuni og halda, at so nógv er tilvildarligt, vit ákæra onnur, øvunda og eru altrá eftir at viðmerkja flísina í eyganum á næstanum, men varnast ikki bjálkan, sum vit hava títt og ofta í egnum eygum. Vit geva ikki ”lívsins dýra undur, sum eg eri lutur av” gætur.
Tá vit við okkara mannaorðum royna at siga frá stórbærum máltíðum, so er torført at siga tær júst akkurát, hvussu væl og fantastiskt tað smakkaði, ”tú má smakka tað sjálv”. Og hvussu smakka vit so henda himmalska brellbitan? Við bøn. Hetta samband, sum er givið okkum, og sum vit aftra okkum við at brúka og møguliga speireka onnur, sum siga seg hava samband. ”Prógva, at tú ert góður við meg”, siga vit, men tað ber ikki til. Somuleiðis við ”himmalska stjørnugevaranum” siga vit ”prógva, at tú ert til”! Ber ikki til, tí tú kanst bara uppliva tað sjálv, sansa tað og smakka, at Hann er veruligur. Eg kann ikki prógva, at Guð er til, ella at bøn er ótrúlig, men eg kann verða sannførd í míni bøn, at ein lurtar og hevur ávirkan. Og tá eg varnist, at eg ikki havi fyri neyðini longur at prógva Guð, men veit, at Hann er veruligur, so havi eg himmiríki á jørð.
So kunnnu vit sita heima og eta syntetiska lagkøku, har botnarnir eru keyptir, kremið er pulvurrørt og sviskurnar eru kókaðar uttan kærleika á verksmiðju, tí vit hava ikki enn smakka eina lagkøku, sum er evnað til av sonnum rávørum og løgd saman við kærleika. Vit flenna og speireka tey, sum ikki kunnu geva mær eina vísindaliga frágreiðing um alheim, góðsku og kærleika. Og smílast speiskliga, meðan vit seta skitna køkutallerkin inn í uppvaskimaskinuna og minnast ikki aftur á køkuna, sum vit hava etið, tí hon var onki.
Tølandi veruleikin er, at eg í hjartans dýpi kann fáa samband gjøgnum bønarstigan við himmalsku megina. Líka torført tað er at greiða tær frá, hvussu ótrúligt tað var at eiga eitt barn, líka torført er við mínu mannaorðum at siga tær frá eini bøn ella bønarsvari. Tað má tann einstaki persónurin sansa og smakka.
Reiðaríið hjá Mærsk hevur eina hvíta stjørnu á bláari bakgrund sum búmerki. Søgan aftanfyri búmerkið er hendan: eitt kvøldið var vánaligt veður, vindur, kalt og vátt. Skipari var Peter Mærsk.
Hann var bangin og stúrin, tí konan heima var illa sjúk. Í stórari sálarkvøl fór Peter Mærsk eitt kvøldið út á dekkið, fall á knæ og bað til Guð, at konan skuldi fáa heilsubót, og bað um hann kundi fáa eitt tekin, at hann varð bønhoyrdur. Í tí sama fóru gráu og regntungu skýggini til viks og ein hvít stjørna dagaði undan á bláum himmali. Í brævi, sum Peter Mærsk í 1886 skrivar heim til konuna, sigur hann frá sínari bøn, og at han bað um eitt tekin um bønarsvar. Hann skrivar: ”Henda stjørnan hetta kvøldið á himmalhválvinum minnir meg á, at Harrin hoyrir bønir.”
Hvør eri eg ella tú, sum ditta okkum at virðismeta, um Guð er veruligur ella um mínir smakkleykir eru betri enn tínir?
Sum blómurnar nú tað várar berja seg seg upp úr frystum svøri saman við øllum hinum blómunum, soleiðis er mannabarnið. Eitt av mongum og tó serstakt og unikt, og tað er ikki vissan men trúgvin, sum finnur vegin til stjørnuna.