Skriva út
Tann góða endurtøkan.
09.11.2017 Tíðindi
Sagt verður, at fjølmiðlarnir eru fjórða statsvaldið.
Teir hava stórt vald og stóra ávirkan.
Dag og dagliga fáa vit at vita gjøgnum sjónvarp, útvarp og bløð, hvat er satt og rætt og gott og sunt og soleiðis skal ein búgva og eta og ferðast, um man vil teljast í tann skara, sum setur dagsskránna, sum eru trendsetarar. Og vit taka við og fylgja eftir, tí hvør vil ikki teljast í tann skara, sum er við og sum hevur øll svarini.
Alt skal ganga skjótt fyri seg og alt ber til og fastfood er svarið.
Gerandisdagurin er sum eitt Ikea katalog – soleiðis skal mín stova síggja út og soleiðis skulu vit síggja út.
Hvítir veggir, hvítar lampur, hatta ávísa gólvið og franskur stemningur í kømrunum – børnini ganga í hør og blondum og vit lata okkum í, sum mótin sigur at vit eiga at ganga.
Og heima – jú brúka og smita burtur rákið ger seg eisini galdandi har – vit realisera okkum – ofta burtur frá makanum – og fái eg ikki míni krøv og ynski nøktaði, so er lættari at fara mín veg og finna annan, sum eg kanska sampakki betri við, til.....
Onki sýnist at hava ævigt virði.
Tað er ikki rætt og eisini vandamikið at vera nostalgiskur, men fyrr hendi nakað við tí tíð, sum alt tók.
Í dag gongur alt skjótt fyri seg, vit hava alverðsins heintleikar í dag og hava ongantíð gramt okkum um at hava so lítla tíð, børnini hava ongantíð áður verið so væl gødd og havt so góð kømur og verið so væl ílatin og foreldur hava ongantíð vita so nógv um pædagogikk og allíkavæl tosa vit um umsorgansvík og børn sum ganga einsamøll og sum eru ófriðalig og vaksin, sum hava strongd.
Tað er ikki einfalt at vera menniskja, hvørt tíðarskeið hevur sínar avbjóðingar fyri familju og samfelag.
Inn í okkara gerandsliga meldur við øllum tí skiftandi og komandi og farandi, har stendur kirkjan, við boðskapinum um tey ævigu, sonnu virðini.
Onkur sigur seg ikki tíma at fara í kirkju, tí tú hoyrir tað sama hvønn sunnudag ?Jú, boðskapurin er tann sami, men tú og eg eru ikki tann sami ella sama.
Óansæð hvørjum aldri eg eri í, hvørjari støðu ein er í, so kunnu ævigu orðini tosa inn í tína og mína støðu.
Og so eru tað tey, sum halda at kirkjan ”skal fylgja við”. Vit skulu reklamera fyri kirkjuni, vit skulu nútímansgera hana, tað sum er hipp og kul úti í samfelagnum, skulu vit eisini hava inn í kirkjuna, og vit tosa og jabba uppísaman um ytru rammurnar og og geva ikki gætur, hvat tað snýr seg um. Ella eru vit øll á ferð at gerast kirkjuturistar og religiónsshopparar og fara, har vit halda at tað hendir nakað, tí vit vilja ”undirhaldast” heldur enn at smakka tey stóru orðini og lata tey sleppa innum í hjartadýpi við tí ferð tað tekur.
Okkum dámar events, seta pallar upp og virðismeta og geva likes aftaná. Vit skulu sodna ”matin” skjótt. Torfør orð og torskildar tilveru støður skoyta vit lætt yvirum og soleiðis ørmaktast sálin í okkum.
Í einum heimi har alt broytist allatíðina og vit allatíðina eru á fer – har standa kirkjurnar sum skip, sum minna okkum á okkara ferð gjøgnum lívið.
Og vit eiga øll ein sess og ferðavistir eru orðini, sum ljóða.
Onnur tíðindi