Tann almenna trúgvin
Uppreisn Jesu av deyða og grøv er aðalkjarnin í tí kristna boðskapinum. Gleðiboðini um uppreisn Jesu møttu mótstøðu millum manna longu í 1. øld eftir Kristi føðing. Ja, enntá lærusveinarnir vóru ivandi páskamorgun, tá ið grøv Jesu var tóm.
At boða Jesus krossfestan, deyðan og jarðaðan er eitt afturvendandi tema í allari kristnari prædiku. At siga frá uppreisn hansara páskamorgun er grundarlagið undir allari evangeliskari boðan í kirkjum og samkomum um allan heimin. Tað er tann berandi tátturin í allari almennari prædiku og boðan.
Tann almenna trúgvin millum kristin fólk er ein felags játtan um Jesu uppreisn og sáttargerð hansara. Jesu deyði á heygnum Golgata er sáttargerð Guðs, tá ið hann lat einborna son sín rinda ta skuld, ið vit hvør í sínum lagi áttu at goldið. Uppreisn Jesu er frelsunnar sigurs pallur.
Orðini “tann almenna trúgvin” sipa ikki til tað almenna verðsliga samfelagið. Orðingin hevur tað sama innihaldið sum í okkara felags kirkjuligu trúarjáttan, tá ið sagt verður: “Vit trúgva á eina heilaga almenna kirkju, samfelag teirra heilagu.”
Tann heilaga almenna kirkjan er alheims kirkjan, t.e. Jesu Kristi kirkja. Trúarjáttanin er skrivað á latíni. Á upprunamálinum kallast tann heilaga almenna kirkjan “sancta ecclesia catholica”, ið sipar til tað heilagu fjøld av fólki, ið ákallar Jesus sum Harra og frelsara. Í hesum týdningi er trúgvin almenn, t.e. fyri øll og umfatandi øll fólkasløg.
Tann almenna trúgvin á uppreisn Jesu hevur sítt støði í teimum 4 evangeliunum í Nýggja Testamenti, hóast tey ikki nýta nøgd av orðum um uppreisnina. Talan er ikki um eygnavitni í orðsins vanliga týdningi. Talan er um frásagnir og vitnisburðar frá Jesu samtíðarfólki.
Tó, eygnavitni sóu hin livandi Jesus, eftir at hann er risin upp av deyða og grøv. Frásagnirnar eru trúarstyrkjandi. Tær eru til gleði fyri trúgv hins einstaka. Soleiðis sæð samvirka og stuðla tann almenna og tann persónliga trúgvin hvør aðra.
Fyrra Korintbrævið nevnir nøkur fólk við navni, ið hava sæð hin upprisna Jesus. Lýsingin er almenn og nýtir breiðar vendingar, samstundis sum hon er ítøkilig.
Jesu deyði er ein deyði í okkara rúm og stað, tí hann doyði fyri vára syndir. Tann almenna trúgvin, t.e. trúgvin hjá kirkjuliðunum um allan heimin, boðar sannførandi, at í trúnni á Jesu deyða og uppreisn fær hin einstaki á persónligan hátt lut í tí almennu trúnni.
Mong eygnavitni hava sæð Jesus, eftir tað at hann reis upp av deyða og grøv.
“Tí at eg (Paulus) læt tykkum fáa at vita fyrst og fremst, tað sum eg eisini havi tikið við, at Kristus doyði fyri syndir okkara samsvarandi við skriftirnar, og at hann varð grivin, og at hann stóð upp triðja dagin samsvarandi við skriftirnar, og at hann varð sæddur av Kefasi, og síðan av teimum tólv.” (Fyrra Korintbrævið 15,3-5).
Listin við eygnavitnunum er væl longri. Meira enn fimm hundrað brøður sóu í senn Jesus, og teir flestu eru enn á lívi, sigur ápostulin. Síðani sóu Jákup og allir ápostlarnir Jesus.
Ápostulin Paulus er ein teirra, ið sá hin upprisna Jesus, og hann sigur í áður nevnda brævi: “Síðst av øllum varð hann sæddur eisini av mær eins og burði, sum ikki er komin av tíð, tí at eg eri hin ringasti av ápostlunum.”
Paulus sipar til atsóknirnar ímóti teimum kristnu og ta forfylging, ið hann stóð á odda fyri, áðrenn hann varð umvendur ávegis til Damaskus í atsóknar ørindum.
Tann persónliga trúgvin hvílir í tí almenna boðskapinum um Guðs fyrigeving og náði. Felags trúgvin hjá kirkjuliðunum – tað heilaga samfelagið – hevur alstóran týdning, tí hon er berari av Guðs góðsku og fyrigeving syndanna í Jesusi Kristi.
“Men av Guðs náði eri tað, sum eg eri, og náði hansara móti mær hevur ikki verið til ónýtis.” (Fyrra Korintbrævið 15,10).
Tann almenna trúgvin hevur sítt støði í Guds egnu almannakunngering, tá ið hann í syni sínum Jesusi kunngjørdi sína frelsu fyri øllum heiminum. Tann almenna trúgvin er skipað innan kirkjur og samkomur. Menniskju eru og verða kallað til tænastu undir viðurskiftum, sum Guð sjálvur hevur lagt til rættis.
“Hvussu skulu tey tá ákalla tann, sum tey ikki trúgva á? Og hvussu skulu tey trúgva á tann, sum tey ikki hava hoyrt um? Og hvussu skulu tey hoyra, uttan at onkur er, sum prædikar? Og hvussu skulu teir prædika, uttan at teir verða sendir? Soleiðis sum skrivað er: “Hvussu yndisligir eru føtur teirra, sum boða gleðiboðskapin um hitt góða!”” (Rómverjabrævið 10,14-15).
Tann almenna trúgvin, ið er skipað í kirkjuliðunum, er Guðs egna verk til frama fyri menniskju og tað persónligu trúnna. Trúgv hins einstaka verður stuðlað av Jesu Kristi kirkju. Og trúgv hins einstaka byggir í Jesu navni Guðs kirkju á jørð. Amen.
Orðið: “Men nú er Kristus risin upp frá deyðum sum frumgróðurin av teimum, sum sovnað eru burtur.” (Fyrra Korintbrævið 15,20).
Gleðiligar páskir!
Jógvan Fríðriksson,
biskupur
Kelda: vp.fo