Skriva út

Tankar um ársskiftið.

30.12.2016 Tíðindi
Tankar um ársskiftið.

Um ársskiftið verður hugt afturá og mett um, hvussu tað farandi árið vignaðist. Yvirskipað mega vit siga, at 2016 gjørdist eitt gott ár hjá Fólkakirkjuni.

Nógv kirkjuligt virksemi, hátíðardagar, umvælingar av bygningum og nýgerð. Kirkjuráðini hava hugskot og røkja kirkjurnar væl. Kærleikin til kirkjuna er eyðsýndur, og kirkjuráðini seta eina æru í, at bygningurin hevur tað gott.

Ikki minst tann dagliga gongdin, tað afturvendandi og vanliga, er týdningarmikið. Gudstænastan er bulurin í kirkjunnar andaliga virksemi. Tær serligu gudstænasturnar uttan fyri hámessuna økjast í tali. Hetta fegnast vit um, nú mynstrið í arbeiðslívinum er øðrvísi enn fyri eini fjórðingsøld síðan. Atlit verða tikin at børnum, ungum og eldri, og Guðs orð verður boðað fólki okkara.

Áhugavert er at síggja mongu tænastufólk kirkjunnar í virknari tænastu. Tænasturnar sum deknur, urguleikari og klokkari eru fevndar av hugtakinum kirkjutænarar. Eitt virðismikið arbeiði bæði til gudstænastur og aðrar kirkjuligar tænastur t.d. brúðarmessu og jarðarferð.

Tað gleðiliga er hent tey seinastu árini, at talið av virknum tænarum er munandi økt. T.d. sunnudagsskúli, familjugudstænasta, einstaklingar, bólkar og kór. Jú fleiri lyfta í felag, tess longri náa vit, og tess størri verður samlaði trivnaðurin í kirkjuliðnum. Og so øll tey mongu, ið gera tænastu og halda kirkjuna reina, fjálga og heita.

Eitt hjartasuff er eisini hóskandi til eina veruliga lýsing av støðuni um ársskiftið. Kirkjurnar eldast. Gott og væl tríati av teimum seksti kirkjunum eru 100 ár og eldri. Ein stór helvt av hesum kirkjunum eru heilt og fult friðaðar, so at kalla øll nýhugsan hevur stórar avbjóðingar fyri ikki at siga er útilokað.

Við øðrum orðum eru reiðiliga helmingurin av kirkjunum í Føroyum undir so strongum mentanarligum eftirliti, at hetta við longdini er kvalandi fyri tað kirkjuliga lívið. Vit mega endurskoða orðingarnar í lógarverki og reglugerðum og finna útav eini liðiligari javnvág ímillum kirkjuna sum 1) gudshús og 2) mentanarvirði.

Ógreiða støðan á økinum er vandamikil. Verður tað ov torført at vera kirkjuráð, ja so viknar hugurin til tænastuna. Satt at siga eru tað kirkjuráðini runt um í landinum, ið eiga æruna av, at støðan er so rímilig, sum hon er. Og júst kirkjuráðini nærkast niðurstøðuni, at myndugleikarnir í Havnini tulka lógarverkið svá, at kirkjan fyrst og fremst er mentanarligt virði. Breiðir henda fatanin seg, ja so væntar biskupur, at tað verður væl tómligari við fólki í framtíðini í teimum friðaðu kirkjunum.

Fyri okkum, ið gera tænastu í kirkjuni, er kirkjan fyrst av øllum eitt gudshús. At vit so eiga at taka mentanarlig atlit, tað er eyðsæð. Men, at størri helmingurin av kirkjunum beinleiðis ella óbeinleiðis er friðaður, – tað gongur ikki við longdini, tá ið alt í samfelagnum broytist og mennist, og fólkið setir onnur krøv til bygningarnar enn fyri 100 árum síðan. Vit mega taka hetta álvarsmál upp til kirkjuliga viðgerð í 2017.

Við stórari gleði fyri trúgva tænastu í fólkakirkjuni – væl blandað við eini staðfesting av fysisku avbjóðingini hjá bygningum – verður hjartaliga takkað fyri árið 2016.

Um ársskiftið verður serliga hugsað um tey, sum fingu tung boð vit atliti at lívi og heilsu. Harrin styrki øll tey, ið hava tað svárt í sorg og trega. Harrin styrki tey, ið hava krevjandi sosialar ella fíggjarligar avbjóðingar. Harrin signi Føroya fólk og tey fremmandu í Føroyum.

Jógvan Fríðriksson, biskupur