Skriva út

Talvudagurin fyri Kirkjuligu Heimamissiónina

02.02.2018 Tíðindi
Talvudagurin fyri Kirkjuligu Heimamissiónina

Kirkjuliga Heimamissiónin hevur í mong ár havt ein fastan talvudag í kirkjum okkara. Hesin er vanliga sexagesima sunnudag (2. sunnudag fyri føstu) sum í ár er 4. februar.

Talvudagurin er ein góður fíggjarligur stuðul í arbeiðinum, sum Kirkjuliga Heimamissiónin ger. Heimamissiónin hevur eina stóra uppgávu millum børn, ung og vaksin, hevur fleiri trúboðarar í starvi, gevur út blaðið "Trúboðin", rekur Leguhúsið í Nesvík, umframt virksemi á fleiri øðrum økjum.

Í fjør gav talvudagurin til Kirkjuligu Heimamissiónina kr. 93.715. Við hesum takka vit hjartaliga prestum, kirkjuráðum og kirkjufólki fyri henda stuðul.

Bøn okkara er aftur í ár, at tikið verður væl undir við hesi áheitan, soleiðis at kirkjufólkið fær høvi at vera við til at bera tað arbeiðið, sum Kirkjuliga Heimamissiónin ger. Vit heita tí vinaliga á prestar og kirkjuráð um at lata talvuna ganga í kirkjunum um landið ein av teimum fylgjandi sunnudøgunum.

Peningurin, sum kemur inn, kann setast á eina av niðanfyri nevndu konti (viðmerk: talvudagur):

Bank Nordik 6460 - 151.376.3
Betri Banki 9181 - 497.550.4
Norðoya Sparikassi 9865 - 103.429.9
Suðuroyar Sparikassi 9870 - 428.207.9

Vinarligar heilsanir við bøn um Guds ríku signing.

Kirkjuliga Heimamissiónin.

Øssur Kjølbro
aðalskrivari