Skriva út

Talvudagur Hvítusunnudag fyri Føroyska Bíbliufelagið.

03.06.2014 Tíðindi
Talvudagur Hvítusunnudag fyri Føroyska Bíbliufelagið.

Føroyska Bíbliufelagið hevur fastan talvudag í fólkakirkjuni. Talvudagurin er
Hvítusunnudag, sum í ár er 8. juni.

Bíbliufelagið arbeiðir við fleiri stórum verkætlanum, eitt nú nýggjari týðing av Nýggja
Testamenti úr grundmálinum og Nýggja Testamenti við lættlesiligum teksti, sum er
nærri talumálinum á okkara døgum.

Endamálið hjá Føroyska Bíblufelagnum er:
- at geva út Bíbliuna og partar av henni á føroyskum máli og at fáa Bíbliuna út,
- at skipa fyri at týða Bíbliuna ella partar av henni, at endurskoða verandi
bíbliuútgávur og at geva út bíbilsku skriftirnar í øðrum útgávum enn teimum løggildu,
- at fremja bíbliunýtslu, bíbliulesnað og bíbliukunnleika,
- at stuðla altjóða bíbliuarbeiði.

Arbeiðið hjá Bíbliufelagnum er fíggjað við limagjaldi og gávum. Talvudagurin er tí ein
góður fíggjarligur stuðul til virksemið hjá Bíbliufelagnum.

Bíbliufelagið takkar fyri eina góða gávu til arbeiðið.