Skriva út
Talvudagur fyri Føroysku Sjómansmissiónina
16.07.2014 Tíðindi
Sunnudagin 20. juli, fimta sunnudag eftir trinitatis (tríeindardag), er talvudagur fyri
Føroysku Sjómansmissiónina í kirkjunum.
Sjómansmissiónin byrjaði sítt skipaða arbeiði í 1918, og hon hevur enn ein virknan
leiklut millum sjófólkið.
Sjómansmissiónin, sum hevur skrivstovu í Nesvík, hevur ein trúboðara í starvi.
Trúboðarin vitjar millum 300 og 400 skip og bátar árliga. Í vár var hann og vitjaði
føroysku frystitrolararnar í Barentshavinum. Eisini útlendsk skip fáa vitjan.
40 sjómanskvinnuringar eru knýttir at Sjómansmissiónini. Teir stuðla fíggjarliga, við
forbøn og við at gera teir umleið 1200 jólapakkarnar, sum árliga verða latnir
sjófólkinum.
Sjómansmissiónin letur føroyskum skipum bókakassa við sangbókum, bíbliu,
lestrabók og andaktsbók. Harafturat fáa tey dvd-filmar við kristiligum sangum og
andaktum.
Í dag hevur Sjómansmissiónin eitt staðbundið arbeiði uttanfyri Føroyar. Tað er Hotel
Ørkin, føroyska sjómansheimið í Reykjavík.
Sjómansmissiónin arbeiðir eisini við at gerast virknari bæði í Íslandi og Grønlandi.
Harafturat roynir hon at stimbra sjófólkið at hava møtir og andaktir umborð og at vera
tjaldmakarar (verka-trúboðarar), har tey starvast.
Sjómansmissiónin arbeiðir eisini fyri at stimbra leiðslurnar í sjómanskvinnuringunum
kring landið.
Alt arbeiðið hjá Sjómansmissiónini verður fíggjað við gávum. Talvudagurin er tí ein
góður fíggjarligur stuðul til stóra virksemið.
Takk fyri eina góða gávu til arbeiðið hjá Føroysku Sjómansmissiónini.
Føroyska Sjómansmissiónin
FO-437 Nesvík - tlf. 47 00 00 - fax 47 00 01 - hm@mission.fo
Onnur tíðindi