Talvudagur fyri Føroysku Sjómansmissiónina
Sunnudagin 30. juni, sum er fimta sunnudag eftir trinitatis (tríeindardag), er talvudagur fyri Føroysku Sjómansmissiónina í kirkjunum.
Føroyska Sjómansmissiónin, sum byrjaði sítt skipaða arbeiði í 1918, hevur enn ein virknan leiklut millum sjófólkið. Sjómansmissiónin, sum hevur skrivstovu í Nesvík, hevur ein trúboðara í starvi.
Trúboðarin vitjar millum 300-400 skip og bátar árliga. Útlendsk skip fáa eisini vitjan.
40 sjómanskvinnuringar eru knýttir at Sjómansmissiónini. Teir stuðla fíggjarliga, við forbøn og við at gera teir umleið 1200 jólapakkarnar, sum árliga verða latnir sjófólkinum.
Sjómansmissiónin letur føroyskum skipum bókakassa við sangbókum, bíbliu, lestrabók og andaktsbók. Harafturat fáa tey dvd-filmar, har kór, bólkar og einstaklingar syngja kristnar sangir. Eitt innrammað skriftorð fáa skipini eisini at heingja upp í messuni.
Í dag hevur Sjómansmissiónin eitt staðbundið arbeiði uttanfyri Føroyar. Tað er Hotel Ørkin, føroyska sjómansheimið í Reykjavík.
Sjómansmissiónin arbeiðir eisini við at gerast meira virkin bæði í Íslandi og Grønlandi. Harafturat roynir hon at stimbra sjófólkið at hava møtir og andaktir umborð og at stimbra leiðslurnar í sjómanskvinnuringunum.
Alt arbeiðið hjá Sjómansmissiónini verður fíggjað við gávum. Talvudagurin er tí ein góður fíggjarligur stuðul til stóra virksemið.
Føroyska Sjómansmissiónin takkar fyri eina góða gávu til arbeiðið.